týsdagur 23. desember 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
43
vísa, at nógv børn, sum hava verið
lutfalsliga gomul, tá tey eru komin,
hava klárað seg væl, meðan onnur
smærri børn hava havt tað verri, so
har er ongin meginregla at halda
seg til, sigur Kartin Leitisstein
Hansen.
Fingið tvær skurðviðgerðir
Spurd um hvussu tíðin hevur verið
síðani tey fingu dóttrina úr India,
sigur Sigrid Sighvatsson.
– Tíðin hevur gingið skjótt, men
tað hevur verið rættiliga intenst, og
man lærir nógv. Ikki minst um seg
sjálvan. Tú verður noyddur at lesa
hendan lítla persónin av, seta orð á
alt yvirfyri barninum, tí tað er so
mikið gamalt, tá tað kemur. Hví
reagerar hon soleiðis nú, hví er hon
kedd ella glað og so víðari, sigur
Sigrid Sighvatsson og vísir á
týdningin av at vera ein góð
fyrimynd.
– Vit síggja, hvussu skjótt hon
tekur upp eftir okkum og ger tað
sama sum vit. Tí ert tú sum foreldur
noyddur at siga klárt nei, tá tú
meinar nei ella øvugt. Tað er ikki
altíð lætt við eini gentu, sum er so
viljasterk og veit, hvat hon vil.
At ættleiða børn er ikki nakað,
sum fólk fáa loyvi til av sær sjálvum.
Umsøkjarar til ættleiðing skulu
nærmst vigast á eini gullvekt,
áðrenn tey fáa loyvi til tað. Hetta
heldur Sigrid Sighvatsson vera í
fínasta lagi.
– At fáa eitt barn við eini barlast
er ikki tað sama, sum at fáa eitt
biologiskt barn, ið tú sjálv hevur
borið. Hetta krevur eina vitan, sum
tú fært á foreldraskeiðum. Eisini
krevur tað, at tú kennir teg sjálvan
og hvønn annan, tí tað eru nógvar
støður, har tú kanst gerast
fullkomiliga ørkymlaður.
Sarah er ein sera kvikk og væl
virkandi genta, sum tó hevur havt
onkrar likamsligar trupulleikar. Av tí
sama er hon tvær ferðir løgd undir
skurð fyri bruna í arminum og
beininum. Hesir skavankirnir eru nú
rættaðir, og Sarah er frísk og farin
at ganga í barnagarði eins og
flestu javnaldrar hennara.
_____________________________
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Familjan njótar ein góðan summardag í túninum uttan fyri nýggju húsini tætt við strondina í Eysturjútlandi. Frá vinstru Kartin L. Hansen, Sigrid Sighvatsson og trý
ára gamla Sarah Sighvatsson Hansen
Sigrid Sighvatsson og Kartin L. Hansen hava nýliga bygt sær snotulig hús í Hou við Odder
sunnanfyri Århus
Húsini hjá familjuni Sighvatsson og Hansen eru bæði ljós og hugnalig
»Ein urtagarður
uttan blomstur er
ongin urtagarður.
Eitt hús uttan
børn er ikki eitt
hús við lívi í«.