Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið 46 Á Sankta Frants Skúla í Havn hava verið ymisk tiltøk í ár. Í juli hittust næmingar sum gingu í skúlanum í 50-unum, og mánadagin 8. desember kundi skúlin halda sín 75 ára føðingardag Næmingar, sum gingu í Sankta Frans Skúla, ella Nonnuskúlanum í Havn, frá 1952 til 1957, savnað­ ust leygardagin 19. juli 2008 aftur í skúlanum, 51 ár eftir at tey skiltust. Onkur fór í Realskúlan, meðan onn­ ur hildu fram í Nonnuskúlanum. Hesi árini frá 1952 til 1957 gingu 122 næmingar í Nonnuskúl­ anum í longri ella styttri tíðarskeið. Hendan dagin eydnaðist tað at savna heili 60 av teimum aftur. Lagið var avbera gott, tá gomlu skúlafelagarnir fóru inn at hyggja at sínum gamla skúla. Nógv var sum vera man at tosa um hjá gomlu skúlafelagunum, sum hugnaðu sær óført saman og endaðu dagin við eini stórari næmingaveitslu leygar­ kvøldið. Fyrstu franciskanarasystrarnar komu til Havnar við DFDS ferða­ mannaskipinum Dronning Alex­ andrine 24. apríl 1931. Í 1931 byrjaðu tær skúla í Bringsnagøtu í húsunum hjá Klett, næmingatalið lá um 25, og í 1932 stovnaðu tær ein barnagarð til umleið 20 børn. Sama ár varð økið niðan fyri Viðarlundina keypt, og árið eftir varð farið undir at byggja skúla, kirkju, kleystur og barnagarð. Talan var um ein stóran bygning, sum H.C.W. Tórgarð arkitektur teknaði. Skúlin er nakrar ferðir útbygdur, eins og skúlagarðurin eisini er víðkaður. Eitt nú kom fimleikahøll fyrrapartin í 60­unum. Kirkjuvígslan var 19. november 1933, og skúlin varð vígdur 8. desember sama ár. Umleið 60 fólk vóru samankomin, og katólski presturin Boekenoogen vígdi skúlan. Sankta Frans Skúli varð øll tey fyrstu árini og líka til 1952 rikin sum privatskúli, uttan almennan stuðul. Fyrstu mongu árini undirvístu systrarnar, men so við og við komu aðrir lærarar. Í 1965 byrjaðu fransiskanarasystrarnar forskúla. Í 1985 yvirtók Tórshavnar kommuna skúlan. Fyrsti føroyski skúlastjórin var Bjarni Skaalum. Hann byrjaði sum lærari í skúlanum í 1967 og frá 1973­80 var hann varaskúlastjóri og skúlastjóri frá 1980­97. Áðrenn Bjarna Skaalum var systir Stinissen skúlastjóri. Síðan 1997 hevur Selmar Jacobsen verið skúlastjóri. Myndirnar her eru nakrar av teimum sum fyrrverandi næmingarnir savnaðu inn í sambandi við at tey hittust aftur. _____________________________ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Næmingar í Nonnu­skúlanu­m hittust aftur Á myndini eru 51 floksfelagar, sum hittust aftaná 51-ára skilnað: Mortan Blåsvær, Theodor Vilhelmsen, Gulla Øregaard (f. Waagstein), Rasmus Rasmussen, Heri Olsen, Oda Andreasen, Edni Bisp, Rúni Øster, Finnur Dalsgaard, John Vilhelm, Kári Skála, Anna Suffía Durhuus (f. Rasmussen), Karl Simonsen, Andrew Hansen, Margretha Rubeksen, Marita Askham, Jonna Justinussen, Nanna Poulsen (f. Joensen), Hartmann Joensen, Guttorm Zachariasen, Sten Okby, Sverri Viderø, Hans Jákup Michelsen, Antonia Stephenson (f. Pavlovic), Systir Cecilia og Systir Marie Thérese, Annika Hoydal, Albert Isfeldt, Eydna Hovgård (f. Jacobsen), Marjun Hentze (f. Jacobsen), Tóta Sørensen (f. Andreasen), Ormar Dalsgaard, Alma Petersen (f. Heinesen), Marita Blástein (f. Mortensen), Bjørt Mellemgård (f. Jacobsen), Súnfríð Fonsdal (f. Olsen), Jórun Mouritsen (f. Johansen), Hallgerð Johannesen, Arna Schnoor (f. Danielsen), Gertrud Heinesen (f. Berg), Annie Lassen (f. Næs-Joensen), Sunvid á Steinum (f. Hansen), Irena Christiansen (f. Nygaard), Kirsten Dam, Høgni Hansen, Lea Poulsen (f. Simonsen), Elly Jensen (f. Arge), Ellen Drayton Hansen, Sonja Skúvadal (f. Arge), Laura Joensen, Jórun Arge, Hjørdis Weihe (f. Højgaard) og Ása Justinussen. Myndin er tikin á trappuni í Sankta Frans Skúla leygardagin 19. juli. Mynd: Per á Hædd