mánadagur 29. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 248 - 29. desember 2008
Niðurskurðurin
í kvotunum av
uppsjóvarfiski
hevur nú ført við
sær, at nótabáturin
Høgaberg, er lagdur
Fiskiskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Niðurskurðurin í føroysku
kvotunum av uppsjóvarfiski,
hevur nú kraft sítt fyrsta
offur.
Tað er felagið Framherji
á Toftum, sum nú hevur
gjørt av leggja nótaskipið
Høgaberg.
Skipið liggur í løtuni á
Fuglafirði og manningin
hevur fingið at vita, at ætl
anin er at siga teir upp.
Tað hava verið einir 16
mans við Høgabergi.
Men Anfinnur Olsen, reið
ari, staðfestir, at enn eru
menninir ikki sagdir upp.
Hinvegin staðfestir hann
eisini, at sum útlitini eru
fyri næsta ár, er ikki grund
arlag fyri at hava bæði
Høgaberg og Fagraberg í
fiskiskapi.
Tí er Høgaberg nú lagdur
og fiskirættindini hjá skip
unum verða so førd yvir á
Fagraberg.
Sostatt fer Fagraberg til
fiskiskap næsta ár við fiski
rættindunum hjá báðum
skipunum
Svartkjaftakvotan næsta
ár er so lítil, at tað er ikki
grundarlag fyri tveimum
skipum,
sigur Anfinnur
Olsen.
Næsta ár er kvotan av
svartkjafti hjá nótabátunum
ikki meiri enn 41.000 tons
tilsamans, og tað skal lutast
sundur ímillum fleiri skip.
Tá ið Krúnborg, sum nú
er Fagraberg, hevði sítt
besta ár, fiskaði hon einsa
møll 72.000 tons av svart
kjafti.
So tað sigur seg sjálvt,
at tað verður alt ov smábýtt,
tá ið kvotan til øll skipini
næsta ár ikki er meiri enn
gott helvtin av tí, sum Krún
borg fiskaði einsamøll tað
eina árið.
Anfinnur Olsen leggur
kortini dent á, at teir lodda
dýpið alla tíðina og verður
ein møguleiki, loysir Høga
berg sjálvandi aftur.
Nótaskipið Høgaberg lagt
Tað er ikki longur grundarlag fyri at hava nótaskipið Høgaberg í vinnu, og tí er skipið nú lagt, og kvotan flutt yvir á Fagraberg
Skráin fyri Eclipse
Skráin fyri Rex
Á nyggjárinum
Dj Eddy
02.01.09
Dj Neon
03.01.09
Dj Eddy
Á nyggjárinum
PRivat
02.01.09
Kim HaNSEN, JENS
maRNi, JamES OlSEN,
Og Pauli magNuSSEN
03.01.09
Kim HaNSEN, JENS
maRNi, JamES OlSEN,
Og Pauli magNuSSEN