Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 248 - 29. desember 2008 tíðindi Leygarkvøldið skipaði Miðlahúsið fyri fjórðu Planet heiðurslønahandanini. Tiltakið var hildið í Miðlahúsinum og tey bestu innan tónleikin vórðu funnin og heiðrað. Sum siður er, hevði ein dómsnevnd, sum var mannað av fimm fólkum við ymiskari barkgrund innan tónleikin, valt tey bestu í 2008. Møguleiki var eisini hjá fólki at greiða atkvøðu umvegis sms. Sms-atkvøðurnar taldu 50% og atkvøðurnar hjá dómsnevndini taldu 50%. Seks ymiskar planetir vórðu latnar: Besti nýggi bólkur, besti sangari, besta songkvinna, besti bólkur ella einstaklingur, besta útgáva og serstaka planet-herðaklappið, ið verður latið til onkran, ið hevur gjørt okkurt ser- stakliga gott fyri tónleikin og umstøðurnar hjá tón- leikarum. Nógv fólk nýttu høvi at atkvøða, og somuleiðis høvdu nógv fólk leitað sær oman í Miðlahúsið til tiltakið. Lagt til rættis: Eydna Skaale Myndir: Jens Kristian Vang, Àlvur Haraldsen Tey tilnevndu og vinnararnir: Besti nýggi bólkur Dánjal Faroe 5 Ladyfire Moby the pink pilot Orka Vinnari: Faroe 5 Besta songkvinna Lena Andersen Linda Andrews Anna D. Háberg Jensina Olsen Eivør Pálsdóttir Vinnari: Lena Andersen Besti sangari Jens Marni Hansen Høgni Lisberg Teitur Lassen Kári Sverisson Pætur Zachariasson Vinnari: Jens Marni Hansen Besta útlendski bólkur Coldplay Duffy Kings of Leon Katy Perry Radiohead Vinnari: Coldplay Besti føroyski bólkur ella einstaklingur The Dreams Høgni Lisbeg Lizzie Orka Týr Vinnari: The Dreams Besta útgáva Høgni/Haré Haré Teitur/The Singe Jens Marni/The Right Way Boys In A Band/Black Diamond Train Týr/Land Vinnari: Jens Marni/The Right Way