týsdagur 30. desember 2008síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 249 - 30. desember 2008
heilsanir
Hjartaliga takka vit fyri heilsanir, gávur og at tit gjørdu
okkum brúðleypsdagin hin 25. okt. 2008 so ógloymandi.
Vit ynskja familju, vinum og kenningum eitt av
Harranum signað nýggjár.
Heilsan Alie og Benjamin Jacobsen,
Brentwood, Californien
Vit vilja takka øllum, sum á ymiskan hátt vóru við til at
gera hjúnabandsdag okkara 12. juli 2008 so hugnaligan
og minnisríkan. Somuleiðis ynskja vit øllum eini
gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Lív og Aron
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ein hvønn hátt vóru við
til at gera silvurbrúdleyp okkara ógloymandi. Takk fyri talur, sangir,
gávur og fjarrit. Eisini vilja vit nýta høvi til at ynskja øllum eini
gleðilig jól og
eitt av Harranum signað nýggjár.
Gunnvør & Eyðun
Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum sum gleddu meg á
fermingardegnum. Gleðilig jól og gott nýggjár
frá okkum øllum.
Heilsan Dánial J. Johannesen, Toftir
Góði elskaði Jonn
Hjartaliga tillukku við 7 ára degnum 30. des.
Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Jesus pápi
signi framtíð tína. Vit elska teg.
Ynskja mamma, babba, Rósa og Annfríð
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið vóru við
til at gera hjúnabandsdag okkara 26. juli. 2008
so hugnaligan og ógloymandi. Takk fyri
blómur, gávur, framførslur og heilsanir. Ein ser
støk tøkk til familju og vinir fyri alla hjálp tit
veittu okkum. Somuleiðis ynskja vit øllum
Harrans signing í komandi ári.
Jenny og Magnar
Góða fitta Linda
Hjartaliga tillukku við 14 ára føðingardegnum, sum er í
dag. Minnist tú hvar tú ert her? Jesus pápi signi lívsleið
tína. Tey allarbestu ynski frá okkum her norðuri.
Abbi og omma