fríggjadagur 2. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2009
Sløkkiliðið í Havn var
bert úti til eitt óhapp
um nýggjárið, tá ein
rakett festi í tekjuna
á einum húsum. Og
so máttu teir eisini
sløkkja stóla bálið
við Marknagilsvegin
í gjár
NÝTTÁRSHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið stak friðar
ligt á Brandstøðini í Havn
seinastu árini um jól og
nýggjárshøgtíðirnar. Og í
ár var einki undantak í so
máta. Tvær ferðir vórðu
boð send eftir sløkkiliðnum,
men einu ferðina náddu teir
ikki avstað, áðrenn neyð
boðini vórðu avblást.
Einasta útrykningin um
nýggjárið var tí til eini hús í
Fjalsgøtu, har ein rakett
hevði fest eld í takið.
Tey hoyrdu ein brest,
men góvu sær ikki far um
nakað fyrr enn ein tíma
seinni. Tað vísti seg, at rak
ettin hevði fest í og hevði
brent ein ledning av, og á
tann hátt varnaðust tey í hús
inum eldin, sigur vakthav
andi á Brandstøðini í Havn.
Hetta er fyrstu ferð, at
teir av Brandstøðini vóru
úti síðani 29. november.
Hin tilburðurin var á Argj
um, har ein rakett eisini
hevði fest í eina húsatekju.
Har varnaðust fólk tað tó
beinanvegin, og tey gjørdu
kjótt av, smekkaðu ein stiga
upp og fingu síðani sløkt eld
in við einum eldsløkkjara.
Vitjanir ávirka
Sløkkiliðið var úti í gjár aft
ur, men hetta var eftir áheit
an frá løgregluni um at
sløkkja eitt risastórt bál úti
við Handilsskúlan. Talan
var um eitt bál, sum varð
tendrað nýggjársaftan, men
sum framvegis brendi í ljós
um loga seinnapartin í gjár.
Vit sprændu eini 25 tons
av vatni á, men ikki fyrr
enn vit fóru við einari grav
kúgv og rystu í rúgvuni, og
so aftur sprændu vatn á, bar
til at fáa bálið sløkt, sigur
vakthavandi.
Tað
tók
sløkkiliðnum
einar fýrafimm tímar at
sløkkja bálið.
Annars hevur sum nevnt
verið ógvuliga friðarligt sein
astu árini, og ein av orsøk
unum, heldur vakthavandi,
er, at barnagarðar gjøgnum
longri tíð hava vitjað á støð
ini, har tey hava fingiðfrálæru
í at ansa eftir eldi, eins og
tey eru sloppin at sløkkja
eld og royna bilarnar.
Hetta hevur sett síni spor
hjá teimum og tey hava tikið
tað við sær gjøgnum barn
dómin inn í vaksna lívið.
Men eisini roykvarnarar
og eldsløkkjarar finnast nú
í nærum hvørjum húsi, og
tað merkir, at fólk hugsa
meiri um eld enn tey hava
gjørt.
Friðarligt á Brandstøðini
Nýggjársaftan var fyrsta ferðin síðani 29. november, at sløkkiliðið varð boðsent
Bankastjórar verða skerdir
Teir seinastu mánaðirnar hevur amerikanska stjórnin latið stór
bankanum Citygroup 45 milliardir dollarar í kreppuhjálp, men
hjálpin er ikki treytaleys. Í fyrra lagið skal stjórnin eiga partabrøv
fyri 20 milliardir dollarar í bankanum, og í øðrum lagi skal banka
leiðslan góðtaka nakrar broytingar. Tað merkir millum annað, at
forstjórin og nevndarformaðurin missa bonussamsýningina fyri
2008, og at loft verður lagt á allar lønir og samsýningar hjá
stjórum og undirstjórum. Harafturat fáa stjórar munandi minni í
fráfaringarsamsýning enn higartil, sigur CBS News.
Selja grønlendskan skaldskap
Fleiri forløg í USA og Kanada hava játtað at viðvirka til at breiða
geva grønlendskan skaldskap út í teimum báðum londunum. Millum
forløgini er tað kenda amerikanska universitetsforlagið University
Press of New England. Í mai kom eitt yrkingasavn hjá Aqqaluk
Lynge út á enskum máli, og hon fekk so góða móttøku, at nú er ætl
anin at útgeva eina bókarøð við eldri og yngri skaldskapi, sigur
KNR. Forløgini hava avtalað, at 20 bøkur verða í bókarøðini, sum
skal byrja við tíðini hjá Hans Egede og enda við tí nýggjasta grøn
lendska skaldskapinum.
Grønlendskar bøkur skulu seljast í USA og Kanada
Mynd: KNR
Løgreglan í Havn
hevði nógv av gera
nýggjársaftan, men
talan var í flestum
førum um smáttaríir,
sigur vakthavandi
POLITIRAPPORTIN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið eitt sindur
av hjørjum, men eingin
einstør stórt mál.
Tað sigur vakthavandi á
politistøðini í Havn. Veðrið
var av tí allarbesta, og tí var
eingin ótti fyri, at vindur
skuldi fara avstað við neist
um og øðrum úr bálunum
og gera skaða. Hinvegin var
úr at gera við øðrum, fullum
fólki og ófriði her og der.
Vit høvdu eisini tvey
harðskapsmál. Í øðrum før
inum var hetta í samband
við húsaófrið, har ein varð
sligin í høvdið við einari
fløsku. Har verður rapport
skrivað
og
viðkomandi
helst skuldsettur. Í hinum
førinum var tað ein durar
vørður, sum bleiv skallaður.
Har er viðkomandi handtik
in og verður skuldsettur,
sigur vakthavandi.
Onkur smærri ferðslu
óhapp vóru, tað eina uppi
við Oyggjarvegin, har tveir
persónar, sum eru ov ungir
at hava koyrikort, vóru í bil
inum, og har eisini illgruni
er um rúsdrekkakoyring.
Annars vórðu fýra onnur
tikin fyri rúsdrekkakoyring,
tríggir mans og ein kvinna.
Í einum føri var eisini talan
um koyring í frákenningar
tíðini og í einum øðrum føri
var talan um einki koyri
kort.
Nú upp undir nýggjár hev
ur løgreglan fram sonevnd
fýrverkarí eftirlit, og tað
byrjaði longu 27. desember.
Hesi eftirlit hava verið
ógvuliga gjøllig, og hava
eftir okkara tykki virka
ógvuliga væl. Øll sølustøð
eru vitjað, summi meiri enn
ta einu ferðina, sigur vakt
havandi á politistøðini í
Havn.
Tvey harðskapamál annars friðarligt
Einki
at gera
Av skaðastovuni á Lands
sjúkrahúsinum
verður
sagt, at nýggjárið hevur
verið stak friðarligt.
Vit hava ongar fýrverk
arískaðar havt. Tað ein
asta føri vit hava viðgjørt
er ein eygnaskaði, verður
sagt av skaðastovuni.
So nýggjárið hevur
einki øðrvísið verið enn
eitt vanligt vikuskifti,
kanska friðarligari.
(leo)