fríggjadagur 2. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 1 - 2. januar 2009
tíðindi
Í nógvum bygdum
verður gjørt nógv
burtur úr nýggjárs
haldinum. Í Vest
manna og á Eiði er
vanligt, at menn, ið
dáma at spæla við eld,
seta blikk upp, fyri
at fríðka um bygdina
um ársskiftið
Nýggjárshald
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Vágsbygd hevur leingi ver
ið kend sum nýggjársbygd
burturav, men tað er ikki
bara har, at nógv verður
gjørt burturúr nýggjárinum.
Á Eiði og í Vestmanna verð
ur nevniliga eisini nógv
gjørt burturúr, og í øðrum
bygdum er eisini soleiðis,
men um hetta ársskiftið var
Sosialurin á Eiði og í Vest
manna og fylgdi við, hvussu
gjørt verður við blikkunum
í teimum bygdunum.
Vestmannasjakk
Í Vestmanna hevur leingið
verið gjørt nógv burturúr
nýggjárshaldinum. Millum
1500 og 1800 blikk verða á
hvørjum árið sett upp í
Vestmanna, og har verður
bygdin býtt upp í fýra bólk
ar, ella sjakk, sum teir sjálv
ir nevna tey.
Vit hava fylgd sjakkinum
á Miðalsbrekku í Vest
manna. Har verður vanliga
fari í arbeiðshølini hjá
kommununi, har blikkini,
sum børn hava savnað inn
framman undan, verða
holaði og pappírið skrætt
av teimum. Eisini verður
klútur lagdur í blikkini tá.
Tað, sum verður nýtt til
klút, er ofta gamlar undir
troyggjur og líknandi.
Seinnapartin fara menn
at seta blikkini upp, og fylla
olju á tey.
Í Miðalsbrekku hava teir
ábyrgdina av 350 blikkum,
sum verða sett upp á Miðals
brekku og eitt sindur útum.
Samstundis, sum blikkini
verða holaði, verður vanliga
eitt ræst krov sett útá. Tá
manningin hevur sett blikk
ini upp, far øll manningin
sær ein bita, og tá etið er, fer
manningin til hús at vera
saman við familjunum.
Um kvøldið, umleið ein
tíma fyri midnátt, verður
eldur settur á blikkini í Vest
manna. Fyri at festa í verður
ein kyndil nýttur, og bensin
er latið í blikkini fyri skjót
ari at fáa eld á. Tað eru van
liga eini 20 fólk, ið luttaka í
sjakkinum á Miðalsbrekku.
Í Vestmanna hava teir,
sambært
Birgiri
Waag
Høgnesen, ein av fyriskipar
unum, sett blikk upp á hvørj
um árið síðan 1953.
Eiði
Á Eiði er eisini vanligt við
blikkum, og vanliga verða
øll blikkini sett upp, ið børn
í bygdini megna at samla
saman. Í ár vóru eini 500
blikk, men onkuntíð um ár
2000 vóru upp í 1200 blikk,
so ein ávís afturgongd hev
ur verið.
Á Eiði fer mann vanliga
kvøldið fyri gamlaárskvøld
at seta hol á blikkini. Hetta
tekur vanliga ikki so langa
tíð, tí menn er hugagóðir. Á
Eiði verður pappírið ikki
skrætt av blikkunum.
Seinnapartin nýggjársaft
an fara hesir somu aftur til
verka. Tá skulu kyndlar ger
ast, og tvist skal eisini koyr
ast í blikkini, áðrenn olju
verður latin í tey.
Tveir tímar fyri midnátt
møtast allir aftur, og síðani
vera blikkini sett upp. Tey
verða sett úteftir grótkastin
um, niðan á demningin hjá
SEV við Eiðisvatn, suður
til myllánna og niðan á leit
ið norðanfyri bygdina.
Tá klokkan nærkast mid
nátt fara hesir somu 1215
menninir í gongd við at
festa í blikkini, og vanliga
passar tað seg soleiðis, at
fest verður í seinastu blikk
ini á midnátt.
Tá verður bálið, sum í ár
ikki var so stórt, tendra.
Fyrr var heilt nógv gjørt
burturúr bálinum. Dreingir
nir í bygdini plagdu at vera
raskir at fara við lastbilun
um, ið savna brenni, fyri at
hjálpa eitt sindur til. Men
hetta er sambært Eiðismonn
um ein farin tíð.
Eg skal ikki siga, at vit
byrjaðu at savna inn í janu
armánaði til bálið, men
heystfjøllini vóru ikki farin
afturum bak, tá vit byrjaðu
at savna brenni, sum vit
goymdu til bálið, greiðir
ein teirra frá.
Á Eiði hevur tað síðan ár
2000 verið soleiðis, at Eiðis
Bóltfelag skipar fyri einum
nátturðabita, tá klokkan er
farin nakað av midnátt.
Soleiðis var eisini í ár, og
nógv var sungið, áðrenn
fólk fóru heim.
Bygdamenn
við blikkum
og brandi
Á Eiði sær tað soleiðis út beint eftir midnátt
mynd: Sjúrður Nielsen
Janus Haraldsen og
Jónleif Mørkøre eru
nøgdir eftir at hava fest í.
Bálið er tó ikki so stórt
Mynd: Sjúrður Nielsen
Blikkamenninir á Eiði eru klárir at fara til verka
Mynd: Tummas Súni Joensen
Í Vesmanna eru sanniliga nógv blikk
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Børnini í Vestm