Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 1 - 2. januar 2009 tíðindi Í sínum seinastu tíðindum úr Grønlandi í ár greiðir Kári við Stein frá kulda og ísi 14. desember Polar Natarnaq kom inn til Aassiat í nátt at landa. Teir lógu og bíðaðu eftir, at Sermisut II, gamli Manu, skuldi blíva liðugur at landa. Polar Natarnaq hevur fulla last inni. 15. desember Kuldin liggur -17 stig. Natarnaq kom inn í kvøld at landa. Teir hava um 400 tons inni, og Steffen C er inni í Manitsoq og landar eisini í dag. 16. desember Polar Assik er komin inn til Asiat at landa. Hetta er annar túrur hjá hesum holdinum, og teir hava fiskað 150 tons í tveir túrar. Óført fiskarí. Teir skulla landa næsta túrin í Nuuk. 17. desember Tað er sami kuldi sum í gjár og fyrradagin. Natarnaq loysti í gjáramorgun tíðliga. Ocean Tiger kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 300 tons inni. Teir hava sett siglitíð til kl 22 í kvøld. Lómur kom til Illulisat í morgun við gott 100 tonsum. Meiningin er, at teir skulla liggja har á jólum. Virkið letur upp aftur tann 6. januar. 19. desember Polar Assik kom inn til Nuuk at landa í morgun. 20. desember Kuldin heldur á. Polar Natarnaq mátti sníkja seg suður eftir. Teir lógu í góðum fiskari út fyri Kangatsiaq, men ísurin byrjaði at geva teimum trupulleikar, so har var onki annað at gera enn at stinga snútan suðuryvir. Teir kastaðu í Dýpinum, men har var onki fiskarí. So endadu teir á Fyllabank, har var betri fiskarí. 22. desember Í dag stilli, og um 16 kuldastig. Regina C kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 350 tons inni. Teir sigldu kl. 18 aftur nýggj- an túr. Tað hevur gingið einastand- andi gott at landa hesa seinastu tíð- ina. Tað skulla teir hava rós fyri á kajuni. Natarnaq kom inn í kvøld at landa. 23. desember Kuldin heldur á fram her um báðu- megin –20, og tað er stilli. Natar- naq loysti i morgun nýggjan túr. 27. desember Í dag er ikki so kalt sum undan jól- um. Qaqqatsiaq kom inn til Nuuk at landa í morgun. Hetta hevur verið ein góður túrur hjá teimum Ynskt verður øllum eitt gott nýggjár. Kuldi og ísur í Grønland Grønlandstíðindi Kári við Stein Rækjutrolarin Akamalik í Grønlandi, sum hevur føroyskar yvirmenn, hevur fiskað sera væl í fjør. Jógvan Tróndarson, skipari, sigur, at teir hava fiskað 10.500 tons. Tá Sosialurin hitti hann nýggjársaftan, sigldu teir inn við fullum skipi RÆKJUVEIÐA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Tað magiska talið at náa í umsetningi, tá árið er av, er 100 milliónir. Í ár hevur tað gingið væl hjá rækjuskipunum í Grøn- landi. Rækjurnar hava verið størri, væl hevur verið at fingið, og prísirnir nøkunlunda, greiðir Jógvan Tróndarson frá, nú teir sigla inn við fullum skipi. Hann sigur, at teir í ár hava fiskað 10.500 tons til eitt virði upp á 150 millónir kr. - Hendan stóra virðisøking er við sama manskapstali og sama skipi. So nógv hevur ligið á herð- unum í ár, men úrslitið er so har, greiðir Jógvan Tróndarson frá. Teir hava verið úti 21 túrar. Lossingarnar eru sera effektivar. Jógvan Tróndarson greiðir frá, at teir koma inn um morgunin við 500 tonsum og sigla aftur vanliga eftir 24 tímum. - Øll vøran, sum vit eksportera, verður vrappað á plattum, meðan ídnaðarrækjurnar, ið fabrikkirnar skulu hava at pilka her yviri, eru í 450 kg sekkjum og í 20 kg sekkjum. Lastin verður stúvað við trukki, sigur hann. Fiskireiðskapurin hjá Akamalik er úr Føroyum, har Vónin hevur gjørt trolini, og lemmarnir eru teir kendu lemmarnir frá Injector Trawldoors. Fleiri føroyingar eru við Aka- malik sum yvirmenn. Skipari er sum nevnt Jógvan Tróndarson við Meinhardi Johannesen sum yvirstýrinmanni, Óla Lindenskov og Hera Hansen sum fabriks- leiðara og Christian Nielsen sum kokki. Linjohn Christiansen er skipari á hinari vaktini, og hevur hann fleiri føroyingar við eisini. - Vit komu báðir yvir til Grøn- lands, tá Ejler Jacobsen seldi Sólborg í 1986. Vit vilja allir ynskja øllum okkara kæru, vin- um og samstarvsfeløgum heima eitt gott nýggjár við einari tøkk fyri tað farna, heilsar Jógvan Tróndarson. Hava fiskað fyri 150 millónir krónur Akamalik í minus 30 stigum. Myndina tók Kári við Stein