fríggjadagur 2. januar 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 1 - 2. januar 2009
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Pedagogar til Sambýlið á
Fugloyarvegi 9 í Tórshavn
Trý størv eru leys at søkja til setan 1.
februar 2009.
Til Sambýlið á Fugloyarveg 9 hoyra tvey
onnur sambýli - annað er á Grønlandsvegi
59 og hitt er í Svanga 24. Talan er sostatt
um trý sambýli, har 6 menningartarnað
fólk búgva í hvørjum húsi. Nøkur teirra
hava stóran tørv á hjálp og onnur veg-
leiðing og stimbran til at klára tær ymsu
uppgávurnar sjálvi, tí er uppgávan hjá
starvsfólki at tilrættisleggja dagligdagin
soleiðis, at búfólkini eru við í øllum upp-
gávum og harvið føla ábyrgd og trívast.
Arbeiðsuppgávur
• At vegleiða og stimbra húsfólkini at
klára síni húsligu ting
• At tilrættisleggja dagligdagin fyri
alt húskið
• At takað húsfólkini við í tær uppgávur,
ið eru
• At fara til aktivitetir uttanfyri húsið
• At ganga túrar v.m.
• At keypa inn
• At gera mat við húsfólkunum
• At gera reint í húsinum við húsfólkinum
Førleikakrøv
• At tú kannst arbeiða sjálvsstøðugt og
ikki er bangin fyri at at taka ábyrgd
• At tú hevur evni og vilja til at samstarva
og samskifta við húsfólkini og við tínar
starvsfelagar.
• At tú kanst luttaka aktivt í øllum
avbjóðingum á arbeiðsplássinum
• At tú sært møguleikar fram um forðingar
• At tú saman við búfolki skapar ein
innihaldsríkan dagligdag
• At tú er væl fyri fysiskt og psykiskt
• At tú tolir broytingar í arbeiðinum
Løn og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag
Størvini verða sett til tann 1. februar 2009
ella eftir nærri avtalu.
Meira fæst at vita um størvini við at venda
sær til Eydnu Nicolajsen á tlf. 763110.
Umsókn
Umsókn við próvskjølum, viðmælum og
C.V. skulu sendast til:
Sambýlið
Fugloyarvegur 9
100 Tórshavn
Stílað: Eydnu Nicolajsen, leiðara
Umsóknarfreist: 20. jan. 2009
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Starvsfólk til sambýlini í Sandavági
Søkt verður eftir einum starvsfóllki i eitt
farloyvisstarv til sambýlini í Sandavági at
byrja 1. mars 2009 til 31. august 2009 ella
eftir nærri avtalu.
Í sambýlinum búgva sinnisveik fólk, íð
hava tørv á eginumsorgan, tryggleika og
einum struktureraðum gerandisdegi.
Tað eru fleiri aktivitetir bæði inni og uttan
fyri húsið, har starvsfólkini luttaka aktivt
saman við búfólkunum.
Arbeiðið hjá starvafólkunum fevnir um
• At stimbra og menna praktiskar og
sosialar førleikar hjá búfólkunum.
• At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið
búfólkini ynskja ella hava tørv á.
• At geva ráð og vegleiðing í vanligum
dagligum virki, samstundis sum atlit
verður tikið til, hvat búfólkini megna.
• At skipa so fyri, at búfólkini fáa
møguleika at leggja gerandislív sítt
soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar
við egnan tørv og normar.
Førleikakrøv
Tú hevur:
• viðkomandi heilsusosialfakliga ella
pedagogiska útbúgving.
• royndir innan psykiatriska økið.
• tol og eina jaliga menniskjafatan.
• evni at handfara og trívast við einum
arbeiðsdegi, ið onki kann sigast um
frammanundan.
• áræði, hug og hegni at arbeiða
sjálvstøðugt
Lønar- og setunartreytir
Setanarøkið er Nærverkið, arbeiðstíðirnar
eru skiftandi, dag-, kvøld-, náttar- og
vikuskiftisvaktir.
Tann, ið settur verður má kunna tola
broytingar í starvinum, og at hetta kann
verða umskipað til eisini at fevna um aðrar
uppgávur.
Løn sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsningar um størvini eru at fáa
hjá Signu Andreasen, leiðara, tlf. 283213.
Umsókn
Umsóknir skulu sendast til:
Sambýlið
Stíla: Signa Andreasen
Traðarvegur 34
360 Sandavágur
Umsóknarfreist: 4. jan. 2009.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.