Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 2 - 5. januar 2009 Vikuskiftisrapportin hjá vakthavandi á løg­ reglustøðini í Havn vísir lítið av harðskapi og herverki, og størsti parturin av arbeiðnum hevur staðist av fullum fólki í náttarlívinum. Ein eldri maður varð tikin fyri tvey ferðsluóhapp, og nakr­ ir dreingir í Vágum sluppu væl frá tí, tá fýrverkið teir spældu við, festi í bensin í eini garasju Politi Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað hevur verið ein long feria hjá nógvum, og at fólk um vikuskiftið vóru farin at gera seg til reiðar til gerand­ isdagin, vitnar vikuskiftis­ rapportin hjá løgreglustøðini í Havn um. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sig­ ur, at býrarlívið um viku­ skiftið hevur verið rættiliga friðarligt. Tað stríðið, sum tók seg upp, varð elvt til av fullum fólki. Ein tilburður við eldi var kortini vesturi í Vágum fríggjakvøldið, har dreingir høvdu spælt við fýrverk. Eldur festi í bensin í garasj­ uni teir vóru staddir í, og tað kundi staðist stórur skaði av tilburðinum, um eldur hevði breitt seg. Tað eydnaðist at sløkkja eldin, og eingin skaði stóðst av eldinum. Leygarmorgunin var ein ung genta tikin fyri rús­ drekkakoyring og at koyra uttan koyrikort. Hon er fyrr tikin av løgregluni fyri ólóg­ liga koyring, og misti hon tá koyrikortið. Tí fær hon eina heilsan afturat frá løg­ regluni. Seinnapartin leygardagin tók løgreglan ein eldri mann fyri at hava framt tvey ferðsluóhapp. Maðurin koyrdi heldur skilaleyst suð­ ur eftir landsvegnum við Hvalvík, hann hevði ov nógva ferð, og rendi í síð­ una á øðrum bili. Løgreglan varð fráboðað, og var longu á veg norður eftir eftir mann­ inum, tá hann aftur stóð fyri einum ferðsluóhappi – hesa ferð í Kollafirði. Tað vísti seg, at maðurin var ein eldri maður, ið ikki var egnaður at koyra bil. Vakthavandi rundar vikuskiftið av við at nevna vanligan ófrið í býnum, og tveir tilburðir av húsaófriði. Einki herverk og eingin húsaófriður. Ov gamal at koyra ToyoTa avensis 1.8 sol sedan skrásetingarnr: BF 715 Km: 65.000 Árgangur: 04.03.2004 Útgjald: 39.500 Mðr. gjald: 2.533 (5 ár) kr. 158.000,- ToyoTa Corolla 1.6 H/B auT. skrásetingarnr: JH 264 Km: 117.878 Árgangur: 10.06.2002 Útgjald: 27.000 Mðr. gjald: 2.701 (3 ár) kr. 108.000,- Corolla 2.0 linea Terra d-4d skrásetingarnr: HE 038 Km: 217.000 Árgangur: 07.08.2002 Útgjald: 21.250 Mðr. gjald: 2.151 (3 ár) kr. 85.000,- suBaru legaCy 2.0 auT. skrásetingarnr: AD 873 Km: 100.000 Árgangur: 09.03.2006 Útgjald: 49.500 Mðr. gjald: 3.172 (5 ár) kr. 198.000,- ToyoTa yaris luna skrásetingarnr: KE 941 Km: 16.418 Árgangur: 11.05.2006 Útgjald: 38.000 Mðr. gjald: 2.469 (5 ár) kr. 152.000,- ToyoTa rav4 2.0 vvT-i 4x4 skrásetingarnr: JG 132 Km: 55.000 Árgangur: 03.02.2005 Útgjald: 58.750 Mðr. gjald: 3.744 (5 ár) kr. 235.000,- Mazda 6 2.0 Bensin skrásetingarnr: GF 564 Km: 97.000 Árgangur: 03.09.2004 Útgjald: 38.000 Mðr. gjald: 2.489 (5 ár) kr. 152.000,- ToyoTa Corolla 1.6 Terra H/B skrásetingarnr: SD 828 Km: 69.000 Árgangur: 25.11.2003 Útgjald: 31.000 Mðr. gjald: 2.410 (5 ár) kr. 124.000,- BMW 320 d skrásetingarnr: SB 326 Km: 146.000 Árgangur: 01.06.2001 Útgjald: 38.750 Mðr. gjald: 3.858 (3 ár) kr. 155.000,- Mazda 626 2.0 Bensin skrásetingarnr: SD 811 Km: 85.000 Árgangur: 19.12.2001 Útgjald: 21.250 Mðr. gjald: 2.134 (3 ár) kr. 85.000,- Volvo S40 til sølu Sera væl hildin ikki-roykjara bilur. 1.8 bensin við 125 hk. Árg. 10/2005, koyrt 33.000 km. Hevur ljósagrá leðursetur, leður róður, leður gearknobb v/alu, alu-panelir, el-spegl, orig. 17” alu-felgur, niðurbl. bakkspegl v/kumpass, klimaanlegg, innbygd barnasetur aftan o.m.a. Í sera góðum standi. Hevur bert havt 1 eigara. Eyka felgur við Goodyear Ultra Grip 7 vetrardekkum fylgja við. Áhugaði kunnu ringja á telefon 21 19 96 ella senda ein teldupost til kho@post.olivant.fo – økonomiskur luksusbilur Nú eiNaNs kr. 199.000,- Ein eldri maður stóð fyri tveimum ferðsluóhappum seinnapartin leygardagin. Tað vístu seg, at maðurin var gamal og ikki førur fyri at koyra