Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 4 - 7. januar 2009 Gomlu møblarnir hjá løgtingsumsitingini standa nú heima hjá fólkavaldum politikarum. – Vit hava ikki pláss fyri teimum, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskriv­ stovuni. – Men vit bjóðaðu okkum at selja teir, sigur Tróndur Ennistíg, leiðari í endurnýtsluhandli­ num hjá Alv “Ting­ húsið” á Hjalla Endurnýtsla Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað gav at bíta seinnapartin í gjár, tá Kári á Rógvi, løg­ tingslimur fyri Sjálvstýris­ flokkin, sendi miðlunum fráboðan um, at tinglimir høvdu fingið tilboð um at fáa sær burturav gomlu skrivstovumøblunum hjá umsitingini, sum skuldi hava nýtt. Í teldubrævinum, segði Kári á Rógvi, at politiska skipanin er tað reina sjálv­ tøkuborð, har løgtingsmenn í allan dag hava tikið sær ókeypis skrivstovumøblar. Eisini vísir hann á, at upp­ skot um heldur at lata Ting­ húsinum hjá ALV útbúnaðin at selja til góðgerandi enda­ mál, varð vrakað. Plásstrot í Løgtinginum Vit hava spurt skrivstovu­ stjóran hjá Løgtinginum, Súsonnu Danielsen, hví løgtingslimirnir fingu til­ boð um at taka møblarnar heim til sín sjálvs. Hon for­ telur, at tey longu hava full­ ar goymslur av gomlum møblum og lutum, og ikki hava pláss fyri meira. Tey settu seg í samband við end­ urnýtsluhandilin á Hjalla “Tinghúsið”, sum Alv rek­ ur, og við Reyða Kross. Tinghúsið vísti áhuga fyri lutunum, meðan Reyði Krossur takkaði nei. Eisini fingu starvsfólkini í umsit­ ingini, flokkarnir og ting­ limir boð um, at tey kundu fáa sær, um tey vildu. Men, at tað skuldi ganga skjótt, tí tingini fóru at verða beind burtur dagin eftir. – Her var talan um skriv­ stovuinnbúgv til 12 starvs­ fólk. Stór skrivaraborð, stól­ ar og reolir, sum onki pen­ ingavirði hava. Vit góvu sjálvandi ikki fínar design­ aramøblar burtur, sigur Súsanna Danielsen, sum undrast stórliga á, at miðl­ arnir yvirhøvur taka málið upp. – Vit sendu ein teldupost út til tinglimirnar. Tað skuldu vit helst ikki gjørt. Í øllum førum ikki til tann eina, sigur hon, og leggur afturat, at bert nakrir fáir tinglimir vóru áhugaðir í gomlu møblunum. Súsanna Danielsen greið­ ir frá, at í sambandi við, at tinghúsið varð umvælt og telefonverksbygningurin tikin uppí, var innrætting við í ætlanini. Men umsit­ ingin fekk ongantíð nýggjar møblar. – Vit hava skula keypt nýggjar møblar síðan 2003, tá vit fluttu inn, tí teir gomlu hóskaðu ikki til minimalist­ iska stílin, sum er í restini av húsinum. Tað manglaðu bara til okkara í umsitingini og til formannin, sigur Súsanna Danielsen, sum metir, at nýggju møblarnir kosta einar 2­300.000 kr. – Um hetta málið kann skapa øsing og seta tingfólk í ringt ljós, so skal eg taka tað á mín kappa. At hetta skal vera ein sensatión, tað skilji eg ikki, tí søluvirðið er onki á tí gamla, sigur Súsanna Danielsen, Løg­ tingsstjóri. Virði fyri Tinghúsið Men, at søluvirðið er onki, er Tróndur Ennistíg, leiðari í hinum Tinghúsinum í býnum ósamdur í. Tinghús­ ið á Hjalla er endurnýtslu­ handil, har fólk við skerdum førleika selja burturkast, sum er somikið gott, at tað kann endurnýtast og selj­ ast. Tróndur Ennistíg, leiðari, sigur, at tey ringdu frá Løg­ tinginum í gjár, og spurdu um tey vóru áhugað í møbl­ unum. – Hon segði, at har var ein rúgva. Bæði borð og stólar og hillar, sum vit kundu koma eftir. Eg segði henni, at vit gjarna vildu hava tingini, og at vit skuldu bera kostnaðin av flutning­ inum, um tey sendu ein bil niðan á Brennistøðina við tí. Har hava vit eina bingju til slíkt, sum er ov gott at koyra burtur, sigur Tróndur Ennistíg. Men hann var ikki sørt vónbrotin, tá hann kom út í bingjuna í morgun, tí har stóðu bara eini fimm borð í bingjuni. – Tá hevði eg eisini lisið um málið á Portalinum og hugsaði, at tað er forbiðið løgið at býta tað út millum fólk, tá tey høvdu lovað okkum tað, sigur Tróndur Ennistíg, sum longu hevði fyrireikað seg til at herberga øllum, sum hann hevði útlit fyri at fáa. Hann ivast ikki í, at tey høvdu kunna selt møblarnar og brúkt pengar­ nar til nakað skilagott. Endamálið við handlinum er at endurnýta góðir lutir. Bæði fyri at verja umhvørvi, og fyri at skapa størv til fólk við skerdum førleikum. Í løtuni starvast fimm fólk í Tinghúsinum, sum handilin eitur. – Hetta eru fólk, sum ann­ ars høvdu gingið fyri onki og fingið pensión. Men meira vit selja, fleiri kunnu vit seta í starv, sigur Tróndur Ennistíg. Tinglimir fingu gamlar møblar heim við Tróndur Endurstíg, leiðari á endurnýtsluhandlinum “Tinghúsið” á Hjalla, var sera vónbrotin, tá hann bert fann fýra skrivaraborð frá Løgtinginum í bingjuni í morgun. Hann hevði annars vónað at fáa eina rúgvu av góðum vørum at selja. Myndin er av Tinghúsinum á Hjalla, tá tað læt upp