mikudagur 7. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 4 - 7. januar 2009
Danski sniðgevin,
Peter Jensen, sendi
fyri tíð síðani fyri
spurning til Samvit,
har hann ynskti
hjálp við einari ull
kollektión. Samvit
hjálpti honum at fáa
kontaktir við røttu
føroyingarnar. Spurn
ingurin er bert, um
tað er rætt at hjálpa
einum dana, ið liggur
í beinleiðis kapping
við føroyingar
Marknaðarføring
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Peter Jensen er kendur snið
gevi, sum hevur tað mesta
av sínum virksemi í Lon
don. Hann bað í fjør um
hjálp frá Samvit, sum tey
gleðiliga lótu honum. Tó
kann tað undra, at Samvit,
sum hevur sum eina av
sínum fremstu uppgávum
at virka fyri at menna føroy
skt kappingarføri, hjálpir
einum útlendskum snið
geva, sum liggur í beinleiðis
kapping við føroyskar fyri
tøkur.
Hetta
heldur
Guðrun
Rógvardóttir, ein av eigar
unum í Guðrun og Guðrun,
ikki vera rætt.
Tað er sum, at finnar
bjóða umboðum frá Sony
inn á designverkstaðið hjá
Nokia, sigur Guðrun Róg
vadóttir.
Hesum tekur Súsanna
Sørensen, marknaðarleiðari
á Samviti, als ikki undir
við.
Tað er ikki talan um
beinleiðis kapping, tí Peter
Jensen arbeiðir ikki bara
við ull. Harafturat hevur
ongin patent upp á føroysk
bindimynstur, tí tað er ein
partur av okkara samleika,
sigur Súsanna Sørensen.
Júst hesum tekur Ólavur
Gregersen, Cand. merc,
sum eisini hevur arbeitt við
ull, undir við, men hann
metir hinvegin, at tað sum
heild er skeivt, at almennu
Føroyar hjálpa útlendskum
fyritøkum.
Eisini Jóhan Dahl, vinnu
málaráðharri, greiðir frá, at
í heiminum í dag ber ikki til
at hava stongdar marknaðir,
og tí má samstarv ganga
báðar vegir. Tó ivast hann
um tað er rætt, at júst Sam
vit ger hetta arbeiði.
Kopierar onki
Sambært Samviti er upp
gávan hjá teimum eisini at
svara fyrispurningum, sum
koma
frá
útlendingum.
Somuleiðis rokna tey ikki
við, at Peter Jensen stjelur
nakað frá føroyingum á hen
da hátt.
Tað er ikki beinleiðis
kapping. Tí Peter Jensen fer
ikki at kopiera nakað, sum
Guðrun og Guðrun til døm
is gera. Hann hugsar á ein
heilt øðrvísi hátt, og arbeið
ir ikki altíð við ull. Tað er
bara í hesum føri, at hann
hevur fingið stuðul frá ein
ari danskari verkætlan, sum
hann hevur valt at nýta til at
fáa íblástur úr Føroyum, sig
ur Súsanna Sørensen. Somu
leiðis heldur Súsanna Søren
sen uppá, at Peter Jensen á
ongan hátt er í beinleiðis
kapping við Guðrun og
Guðrun, tí hann hyggur øðr
vísi at tingunum og ikki fer
inn á tað siðbunda føroyska.
Hon leggur afturat, at onki
løgið er í, at tey hjálpa hon
um, tí soleiðis gera líknandi
stovnar uttanlands eisini.
Stjala siðaarv
Guðrun Rógvadóttir sigur
seg tó hava skilt á lagnum,
at Peter Jensen fer at gera
tað sama sum tær, og tí held
ur hon tað ikki vera rætt, at
útlendingar fáa hjálp at stja
la føroysku søguna, har
long siðmentan er, og at tað
í langa tíð ullin, ið átti lív í
føroyingum. Hon skilur
ikki, at mann nú fer at geva
føroyska siðaarvin burtur
til útlendingar.
Hetta sær Samvit ikki
sum ein trupulleika
Øll eiga bindingina, og
tí haldi eg ikki, at Peter Jen
sen tekur nakað frá okkum.
Tað er bara positivt, um
hann kann leggja fokus á
Føroyar, tí tað kunnu vit
vinna nógv uppá, metir Sús
anna Sørensen, sum ikki
metir tað sum nakran trupul
leika, at útlendingar selja
seg við Føroyum.
Fáa ikki hjálpt
føroyingum
Hóast Peter Jensen nú hevur
fingið hjálp frá Samviti, so
kennir Guðrun Rógvadóttir
á sær, at Samvit ger mun á
føroyskum og útlendskum.
Vit hava fyrr biðið um
hjálp frá Samviti, men tá
fingu vit noktandi svar, tí
tey ikki kundu stuðla ein
stakum fyritøkum, sigur
Guðrun Rógvadóttir.
Súsanna Sørensen váttar
hesum, men leggur afturat,
at tey gjørdu tað tey kundu
fyri at hjálpa Guðrun og
Guðrun í tí førinum, við at
hjálpa teimum við ymsum
praktiskum tingum, tá tey
ikki kundu veita beinleiðis
pening.
Málleys av heimasíðu
Guðrun Rógvadóttir greiðir
frá, at hon var málleys, tá
hon sá, at Samvit lýsti hetta
mál, sum eina suksé søgu
hjá Samviti.
Kanska hava tey ov fáar
suksésøgur. Men í hesum
føri hava tey ikki gjørt nak
að gott. Tey hava hjálpt ein
um beinleiðis kappingar
neyta hjá okkum, sum eisini
tekur undirveitarar frá okk
um. Tað hevði verið nógv
betri um tey onki gjørdu, tí
við hesum oyðileggja tey
nógv, metir Guðrun Rógva
dóttir.
Súsanna Sørensen metir
hinvegin, at okkurt hevur
verið rímiliga óheppið á
heimsíðuni hjá Samviti, tí
Unn Poulsen, verkætlanar
leiðari, stendur har í sam
bandi við søguna, tí talan er
ikki um eina verkætlan hjá
Samviti.
Vit hildu hetta bara vera
eina góða søgu. Tí Peter Jen
sen er eitt spennandi navn.
Vit plaga eisini at hava
ymiskt á heimasíðuni, sum
ikki er okkara, so eg dugi
ikki at síggja nakran trupul
leika við tí, sigur Súsanna
Sørensen. Hon leggur aftur
at, at hetta er nakað, ið kann
skapa samstarv millum før
oyingar, at Guðrun og Guð
run fingu møguleika at vera
við í verkætlanini, men at
tað ikki lá fyri hjá teimum.
Somuleiðis sær hon tað,
sum eina styrki fyri føroy
ingar, at Samvit hevur
hjálpt Peter Jensen.
Hesum
tekur
Guðrun
Rógvadóttir ikki undir við.
Vit vildu ikki vera partur
av hesi verkætlanini, tí vit
fara sjálvandi ikki at vísa
øðrum, hvussu virksemi hjá
okkum fungerar, og hvørjar
undirveitarar vit nýta. Tey
vóru enntá so frek at spyrja,
hvussu vit løna bindikonu
num hjá okkum, sigur Guð
run Rógvadóttir.
Øll virkanin av pløggun
um hjá Peter Jensen verður
gjørd av bindikonum í Nóls
oy.
Samvit hjálpir útlendskum
kappingarneyta
Nýggjárskonsertin
Leygarkvøldið verður Nýggjárkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur í
Norðurlandahúsinum. Sum kunnugt, eru parkeringsplássini avmarkað við
Norðurlandahúsið. Tí hevur Føroya Symfoniorkester saman við Norðurlandahúsinum
avgjórt at seta inn ein ókeypis Shuttlebuss, sum koyrir millum parkerøkið við
Badmintonhøllina og Norðurlandahúsið millum kl. 18.50 og kl 19. 20. Av tí, at talan er
um eina sjónvarpaða konsert, verða úthurðarnar stongdar kl 19:30. Shuttlebussurin
koyrir sjálvandi eisini í ein hálvan tíma aftan á konsertina. Fyri tey, sum ikki ynskja at
nýta parkeringsøkið við Badmintonhøllina, vísa fyriskipararnar á parkeringsøkini við
rennibreytina við Tórsbreyt og svimjihøllina. Heitt verður á konsertgestirnar, um heldur
at at lata parkeringsplássini við Norðurlandahúsið til eldri og til rørslutarnað. Konsertin
er útseld.
Guðrun og Guðrun kenna
á sær, at Samvit ger sítt
fyri at seta virksemi hjá
teimum í skuggan. Tí
Samvit hevur hjálpt einum
útlendskum sniðgeva.
Guðrun Rógvadóttir, onnur
av eigurunum í Guðrun og
Guðrun, metir, at Samvit í
løtuni er við at forera føroyska
siðaarvin burtur