týsdagur 18. september 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 179 - 18. september 2001
Anatoly Karpov fann
eyðkenda stórformin
fram aftur og vann
tepurt framanfyri
tvey onnur kend nøvn
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Ein góður endaspurtur varð
høvuðssorsøkin at fyrrver-
andi heimsmeistarin Ana-
toly Karpov dróg sigurin í
land í “Miguel Najdorf
Memorial” í Buenos Aires.
Tveir sigrar og ein javn-
leikur í síðstu umførunum,
meðan elsti og yngsti lut-
takarin, ávíkavist Viktor
Korchnoi
og
Teimour
Radjabov ikki høvdu eins
góðan endaspurt. Tað vórðu
hesir tríggir sum stríddust
um fyrsta plássið gjøgnum
alla kappingina.
Heimsins fremsti kvinnu-
ligi telvarin Judit Polgar
fylgdi væl við í fyrru hálvu,
men eftir tapini ímóti
Karpov og Korchnoi fall
hon ímillum. Bretin Nigel
Short bjargaði kappingini
við tveimum umráðandi
sigrum og fekk eitt fjórða
pláss, meðan kvinnurnar
báðar, Polgar og Xie Jun,
deildu fimta plássið. Aft-
astur bleiv Gilberto Milos
(styrkital 2614), sum hevði
eina katastrofukapping við
bert trimum javnleikum og
seks taptum talvum.
Toppurin:
Karpov
6,5 av 9
Korchnoi
6,0
Radjabov
6,0
Short
5,0
Polgar
4,5
Xie Jun
4,5
Hetta var fyrsti kapping-
arsigur hjá Karpov í longri
tíð, og somuleiðis ein sera
góð og umráðandi upp-
hiting til trýmanskapp-
ingina í desember í Mosk-
va, har hann sleppur av
álvara at royna seg aftur
ímóti heitastu nøvnunum í
nýggjari
tíð,
nevnliga
Kasparov
og
Kramnik.
Hvussu Karpov megnar
hesa uppgávu er ringt at
meta um, men hann hevur í
hesari kapping prógvað at
telving hansara enn er
heimsklassi.
Ikki vil hann gevast og
bert tykist tað sum hann
verður betri við aldrinum.
Korchnoi telvaði sum at
revur í hesari kapping, tapti
einki talv — eins og
Karpov og Radjabov — og
kundi hann saktans vunnið
hesa kapping.
14 ára gamli Radjabov
fekk sítt veruliga altjóða
gjøgnumbrot
í
hesari
kapping. Hann vísti serliga
verjuspæl í heimsklassa tá
hann ímóti bæði Karpov og
Korchnoi var í trongum
skóm, men fekk bjargað
sær javnleikar. Tað verður
sagt at hann er størri talent
enn sjálvur Kasparov, og
tað sigur ikki lítið.
Misjøvn úrslit hjá
føroyingum
Hetta
vikuskifti
vórðu
fyrstu trý umførini av teim-
um níggju sum leikast
skulu, leikt í Amagermeist-
araheitinum. Fýra føroy-
ingar luttaka, Heini Olsen,
Flóvin Tór Næs og Heini
Danielsen í ovasta bólkin-
um, og Miriam Olsen í
triðovasta bólkinum.
Heini Olsen og Flóvin
hava báðir hálvtannað stig
meðan Heini Danielsen
hevur eitt stig, og er tað
undir væntaðu skoruna hjá
øllum trimum. Enn eru tó
seks umfør eftir og skjótt
kann vendast í talvi. 12 ára
gamla Miriam er á odda í
sínum bólki við hálvum-
triðja stigi. Síðsta umfar
verður leikt 30. September.
Havnar
Telvingarfelag
royndi seg í vikuskiftinum í
internetliðkapping
ímóti
hinum meistarafeløgunum í
Norðurlondum. Øll liðini
sótu í egnum heimlandi og
telvaðu via Internet Chess
Club. HT endaðu aftast í
hesari sterkari kapping, har
millum annað nógvir stór-
meistarar eisini luttóku.
Vinnarir blivu teir úr fe-
lagnum Asker úr Norra.
Farodane stuðlaðu før-
oysku luttøkuna.
Føðingardagskapping
í Vestmanna
Í samband við at Vest-
manna Talvfelag er vorðið
50 ár í ár, skipa teir fyri
serligari liðkapping leyg-
ardagin 22. September.
Hesar jubileumskappingar
hava altíð verið vælum-
tóktar, og kappingin í
Vestmanna er eitt serligt
høvi at savna feløgini kring
Føroyar áðrenn kapping-
arárið av álvara byrjar aftur.
Kappingin verður skipað
soleiðis at seks mans verða
á hvørjum liði, og tíðin
verður 25 ella 30 min pr.
talv. Kostnaður fyri kapp-
ingina er 200 krónur fyri
hvørt liðið. Tekning á tlf.
424792 eftir 17.00, ella
teldupost:
jm@sev.fo
í
seinasta lagi mikudagin 19.
september.
Talvið hesa vikuna
Flóvin Tór Næs (2230) — Børge Nielsen (2024)
AM 2001 (1), 14.09.2001
1.Rif3 d5 2.d4 Rif6 3.c4 e6 4.Ric3 Be7 5.g3 0-0
6.Bg2 Ribd7 7.0-0 dxc4 8.Fc2 c6 9.Rd1 Rib6
[9...Rid5 gevur møguliga svørtum betri mótspæl]
10.a4 Ribd5 11.Rie5 Bd7 12.Rixc4 (Hvítur hevur
stórt rásarúm meðan svartur tykist kroystur)
12...Rc8 13.e4 Rib4 14.Fb3 b5 (heldur djarvt)
15.Rie5 Fb6 16.Be3 (Hvítur hevur avgerandi
fyrimun) 16...Fb7 (Fc7 hevði helst verið nakað
betri) 17.axb5
Ra8 (kann tykjast merkiligt, men alt annað hevði
eisini tapt [17...cxb5 18.d5 og svartur missur minst
eina finnu] ) 18.bxc6 Bxc6 19.Rixc6 Fxc6 20.d5
svartur gavst 1-0 (t.d Fd6 21.e5 Fxe5 22.d6)
Saman við hópin av
kendum stórleikar-
unum, er Óli
Johannesen at finna á
ljótasta liðnum í
Europa
VAKURLEIKI?
Jákup Mørk
Tað er ikki á hvørjum degi,
at føroyskir fótbóltsleikarar
eru at síggja á ymsum
úrvalsliðum, sum verða sett
saman á ymsan hátt.
Nú er tað tó eydnast
føroyska landsliðsskipar-
anum, Óla Johannesen, at
koma á eitt slíkt, men
neyvan fara vit heilt skeivt,
um vit siga, at Óli í hesum
førinum væl kundi verið
hendan heiðurin fyri uttan.
Óli er nevnliga settur á
liðið
hjá
heimasíðuni,
www.uglyfottballers.com,
og sum navnið sigur, so er
hetta ein heimasíða, har
ljótastu leikararnir (mett
eftir útsjónd) eru at finna.
Stór nøvn
Tað eru ikki eiti á við-
leikarar, sum heimasíðan
hevur givið Óla á liðnum,
har føroyski landsliðsmað-
urin tó er somikið vakur, at
hann bert er eykamaður.
Talan er um eina 4-4-2
uppstilling, og er liðið sett
soleiðis. Í mál er Oliver
Kahn úr Bayern München.
Verjuleikarar
eru
Ivan
Campo
(Real
Madrid),
Abelardo
Fernandez
(Barcelona), Frank LeBoef
(Marseille) og Christian
Ziege (Tottenham). Á mið-
vøllinum
eru
Steffan
Effenbert (Bayern Münch-
en), Jens Jeremies (Bayern
München), Moreno Torri-
celli (Fiorentina) og De-
metrio
Albertini
(AC
Milan). Álopsleikarar eru
Miguel Angulo úr Valencia
og Boudewijn Zenden úr
Chelsea. Umfram Óla –
sum
heimasíðan
sigur
koma úr AGF – eru Zvo-
nomir Boban (Celta Vigo),
Carsten Jancker (Bayern
München)
og
Henrik
Larsson (Celtic) á beink-
inum. Venjari hjá liðnum er
hollendingurin, Guus Hid-
dink.
Umframt at heimasíðan
hevur kosið ljótasta liðið í
Europa, er eisini ymiskt
annað skemtiligt at finna.
Millum annað ber til at
síggja vakrastu leikarakon-
urnar, nakrar sonevndar
»streakers« og sjálvandi
eisini dómarar. Ikki heilt
óvæntað fær italski Pierlugi
Collina onga kapping í
hesum seinasta bólkinum.
Hørð kapping í Argentina
Flóvin Tór Næs luttekur saman við Heina Olsen, Heina
Danielsen og Miriam Olsen í Amagermeistaraheitinum í talvi
Er Óli so ljótur?
Óli Johannesen er at finna á heimasíðuni fyri ljótar
fótbóltsleikarar, men leggjast skal tó afturat, at talan er um
eina gamla mynd…
C
M
Y
K
26
Nr. 179 - 18. september 2001
27
Um eina viku ferð
rockbólkurin 200 í
studio í Danmark,
har ætlanin er at
spæla tónleik inn til
eina fløguútgávu
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Teir gjørdu vart við seg í
Prix Føroyar finaluni, tá
teir við øðrvísi tónleiki og
framførslu endaðu Prixið.
Teir ætlaðu sær ikki at
vinna, men vunnu hóast tað
undirtøku millum fólk, sum
fegnaðust um fríu og
óvanligu framførsluna.
Nú ætlar rockbólkurin
200 sær at geva fløgu út.
24. september fer bólkur-
in í Media Music upp-
tøkuhølini, sum føroyingar
hava í Keypmannahavn.
Ætlanin er at verða í studio
í tvær vikur, og har skulu
upptøkurnar gerast til eina
fløguútgávu.
Bólkurin 200 varð stovn-
aður í sambandi við upp-
tøkuna av Rock í Føroyum
2 í 1996-97. Bólkurin vildi
tá vísa í verki, at alterna-
tivur rokkur kundi syngjast
og spælast á føroyskum.
Hettar helt bólkurin eydn-
aðist sera væl, og síðani
hevur bólkurin spælt til
nøkur fá tiltøk, til dømis
Prix Føroyar í ár og í 1997.
24. september fer bólkurin í
Media Music upptøkuhølini,
sum føroyingar hava í
Keypmannahavn. Ætlanin er
at verða í studio í tvær vikur,
og har skulu upptøkurnar
gerast til eina fløguútgávu
200 í studio
Clickhaze fekk nógv
burtur úr í Lunde-
gaard Studio í farnu
viku. Fýra av
sangunum hjá
bólkinum vórðu
tiknir upp, men allir
eru ikki endaligir enn
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Fólkini í Clickhaze eru væl
nøgd við dagarnar í Lunde-
gaard Studio í Danmark.
Hetta var høvuðsvinning-
urin í Prix Føroyar tón-
leikakappingini, og farnu
vikuna
hevur
føroyski
rockbólkurin verið í studio.
Tey tóku 4 sangir upp -
Frozen Lullabye, Daylight,
Skirvin Flá og Sorrig och
Gledje.
- Enn er ikki heilt greitt
um vit fara at geva teir út.
ella vit einans fara at nýta
upptøkurnar sum demo.
Onkur av løgunum skal
arbeiðast eitt sindur meira
við; endaligar røddir og
gittar skulu takast upp á
onkrum sangi, meðan okk-
urt av løgunum kann
metast at vera liðugt, sigur
Jón Tyril, gittarspælari í
Clickhaze.
Hóast tað ikki enn er
gjørt av, um sangirnir verða
givnir út, so verður ivaleyst
onkur av upptøkunum at
hoyra á onkrum av út-
varpsrásunum.
Clickhaze tók fýra
sangir upp
Fólkini í Clickhaze eru væl nøgd við dagarnar í Lundegaard Studio í Danmark
27