Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 6 - 9. januar 2009 tíðindi Í annaðkvøld verð­ ur stóra Nýggj­ árskonsertin í Norðurlandahús­ inum. Orsakað av manglandi parker­ ingsbásum, hevur Norðurlandahúsið skipað fyri at shuttle bussar flyta fólk millum Badminton­ høllina og Norður­ landahúsið áðrenn og eftir konsertina konsert Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Norðurlandahúsið hevur trupulleikar av at ov fáir parkeringsbásar hoyra til húsið. Tá stór tiltøk eru í húsinum, noyðast gestirnir at parkera í økinum kring húsið, ofta inni á privatum øki. Nú fer Norðurlanda­ húsið at royna ein annan møguleika, sum varð royndarkoyrdur fyri nøkrum árum síðan. ­ Av tí at tað verður til ein fløskuháls her uppi, tá fólk koma til tiltakið, hava vit avgjørt at royna shuttle bussarnar, sum fara at koyra fólk frá Badmintonhøllini til Norðurlandahúsið. Tá salurin er fullur, eru 600 fólk inni, og við orkestrinum koma 200 afturat. Og Norðurlandahúsið eigur bara millum 30­50 parkings­ básar, greiðir Hedwig Westerlund­Kapnas frá. Eingin ætlan fyriliggur í løtuni um at gera fleiri parkeringsbásar kring Norðurlandahúsið. Í staðin verður arbeitt við at full­ fíggjað seinastu byggiverk­ ætlanina, húsið hevur staðið fyri. ­ Vit hava fittar og fyri­ komandi grannar her uppi, men sjálvandi er tað troytt­ andi fyri teir, at gestir hjá Norðurlandahúsinum park­ era á teirra øki. Eisini er tað keðiligt fyri gestirnar, sum koma til tíðina og í fínum klæðum, skulu noyðast at ganga eitt longri strekki, tí tey ikki fáa parkerings­ pláss. Tí fer Norðurlandahúsið at royna shuttle bussarnar í annaðkvøld. Tað verða mini bussar, ið fara at koyra til Norðurlandahúsið við fólki í tíðarbilinum 18.45­19.15 áðrenn konsertina, og aftur til Badmintonhøllina eftir konsertina. Harafturat er ein størri bussur leigaður, sum kann flyta fleiri fólk, um tað gerst neyðugt. ­ Vit heita bara á fólk um at møta í góðari tíð, so tey, ið hava størst tørv á at slep­ pa nær húsinum, fáa tann møguleikan. So vóna vit at fáa eina góða konsert, sum er høvuðsendamálið, sigur Hedwig Westerlund­Kap­ nas. Dyrnar í Norðurlanda­ húsinum lata aftur klokkan 19.30 orsakað av at konsert­ in verður send beinleiðis í Kringvarpinum. Leygarkvøldið verður nýggja verkið eftir Atla K. Petersen frum­ framført á Nýggjárs­ konsertini í Norður­ landahúsinum. Í Tórs­ kjallaranum er jazzur við Una R. Debess at hoyra, fyrilestur verður í Læraraskúla­ høllini, umframt at skipað verður fyri føroyskum dansi, listaframsýningum og Syngið við kring landið vikuskiftið Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Hóast stutt tíð er liðin síðan jólini og nýggjárið fóru aftur um, eru mentanarligu til­ boðini ikki so fá hetta næsta vikuskiftið eftir nýggjár. Uni R. Debess leggur fyri í kvøld klokkan 22.00 við jazz tónleiki í Tórskjallaranum. Tað er Havnar Jazzfelag, ið skipar fyri. Leygardagin nýtist ongum at ganga fyri onki. Longu seinnapartin millum klokkan 15.00 og 17.00 verður for­ vitnisligur fyrilestur í Lærara­ skúlahøllini, har heilagransk­ arin Morten Kringelbach og heimskendi høvundin A. S. Byatt fara at greiða frá um njóting, vælveru, list, náttúruvísind og tað góða lívið. Undir tiltakinum fer Súsanna Tórgarð at lesa upp úr nýggjastu skaldsøguni eftir A. S. Byatt, sum er týdd til føroyskt og at finna í nýggjastu útgávuni av Vencil. Klokkan 19.30 verður hol sett á stóru Nýggjárskonsert­ ina í Norðurlandahúsinum, sum Symfoniorkestrið skipar fyri. Kórið luttekur og solistur verður Eivør Pálsdóttir. Framførd verða ymisk kend verk umframt eitt nýtt verk eftir Atla K. Petersen, sum er bygt á yrking eftir William Heine­ sen. Verkið er skrivað í samband við 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu. Klokkan 22.00 er føroysk­ ur dansur í Róðrarneystinum á Argjum. Leygarkvøldið verður í Klaksvík skipað fyri Syngið Við tiltaki í Badmintonhøll­ ini, og er tað sangbólkurin Vitin, ið skipar fyri. Tiltakið byrjar klokkan 21.00. Fyri tey listaáhugaðu eru tvær listaframsýningar um vikuskiftið at fara til. Fram­ sýningin hjá Pól Skarðenni verður hangandi í Gallarí Oyggin á Tvøroyri fram til 12. januar, og fram til 1. febr­ uar sýnir Phillippe Carré fram sínar málningar í Kunningarstovuni í Havn. Tónleikur, dansur og list um vikuskiftið Við shuttle bussi til Nýggjárskonsert Trettanda kvølds dansur á Argjum Leygarkvøldið 10. januar skipar Tøkum Lætt fyri tí vælum­ tókta 13. kvølds dansinum, sum í ár verður í Róðrarneystinum á Argjum. Hetta verður 14. ár á rað, at Tøkum Lætt skipar fyri hesum tiltakinum. Tey síðstu nógvu árini hava tey verið í Sjónleikarhúsinum, men av tí at húsið er upptikið av sjónleiki, er tað ikki møguligt í ár. Hetta er ikki fyrstu ferð, tey eru á Argjum, tey vóru har fleiri av teimum fyrstu árunum, tá skip­ að varð fyri 13. kvøld dansi, og har var altíð nógv fólk. Byrjað verður klokkan 22, siga tey frá Tøkum Lætt. Oddbjørg Balle leiðari á Barnaverndarstovu Føroya Oddbjørg Balle er útbúgvin cand.pæd.psyk., og hevur farna árið starvast sum sálarfrøðingur á Barnaverndarstovuni. Umframt leiðsluroyndir hevur Oddbjørg Balle drúgvar royndir á barnaverndarøkinum. Barna­ verndarstovan er felagskommunalur stovnur, sum Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag varða av. Barnaverndarstovan er tænastu­ og ráðgevingardepil fyri barnaverndartænasturnar kring landið, og umsitur eisini forsturforeldraskipanina og nýstovnaða SSP­samstarv­ ið. Átta umsóknir vóru til starvið. Oddbjørg Balle tók við starvinum frá 1. januar 2009.