fríggjadagur 9. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2009
15
Føroyar eiga sjálvsagt
at fordøma allari
terrorismu, har álop og
dráp á sivilfólk og børn
verða framd til tess at
vinna sær politiska støðu
og vald. Og hetta uttan
mun til, um talan er um
yvirgang frá politiskum
og religiøsum bólkum,
ella talan er um statir, ið
fremja yvirgang
S
ynd at siga, at Jørgin
Niclasen, uttanríkisráðharri
megnaði at úttala seg við al
mennari ábyrgd og skilvísum
boðskapi um stigvaksandi sorg
arleikin í Gaza og syðra Ísrael.
Hann helt ikki, at hann ella
føroyska stjórnin kundu hava
nakra støðu til álopið á Gaza, tí
talan var um sjálvverju og eitt
sera fløkt stríðsmál. Sum ikki
einaferð vóru orðingarnar hjá
uttanríkisráðharranum rættiliga
líkar teimum hjá Óla Breck
mann og høgraveinginum í
USA, og eg havi bíðað eftir, at
hinir flokkarnir í landsstýrinum
fóru at gera vart við seg. Men
so langt eru vit komin, at eisini
uttanríkispolitiskar støður eru
einskildar eftir fólkafloksleisti.
Og tíverri tykjast eisini
viðmerkingar í bløðunum at
taka støðu í hesum máli út frá
religiøsum grundgevingum, har
summi dráp verða vard.
Gerðirnar eru ræðuligar
Nú hevur ongin biðið føroying
ar ella uttanríkisráðharran um
at hava loysnina uppá ísraelsku
palestinsku støðuna, sum er sett
saman av øllum tættum í heims
søguni, sum hava elvt og elva
til stríð, kríggj, borgarakríggj,
blóðbað og ófatiligan sorgarleik
– eins og Hans Holm og Heini í
Skorini so væl hava greitt frá í
Útvarpinum og á Rás2.
Men tað ber til at fordøma
gerðir og hava eina greiða
moralska støðu til tær, uttan at
fordøma eitt heilt fólk ella taka
støðu fyri ella ímóti politiskum
pørtum.
Føroyar og heimsins lond sum
heild eiga at fordøma slík krígs
álop og yvirgang, uttan mun til,
hvør fremur tey. Tað kann ikki
undir nøkrum umstøðum verjast
ella burturforklárast, at sivilfólk
liva í djúpastu armóð, saman
stúgvað og innibyrgd – og síðani
verða bumbað og skotin frá
hond í túsundatali. Omanfyri
500 sivilfólk dripin, harav meira
enn 200 børn! Tað er ófatiligt, at
tað skal bera til í 2008, at heim
urin hyggur at, meðan hetta
gongur fyri seg.
Yvirgangur og kríggj gerast lík
Yvirgangsatsóknir hava til enda
máls við oyðilegging og dráp
um á óskyldug fólk at spjaða
ræðslu millum fólk til tess at
vinna sær eina politiska støðu
og vald. Tað er hetta sum
Hamas ella greinar av
politiskum bólkum í Palestina
hava gjørt og gera – og tað má
og skal fordømast, eins og heim
urin hevur gjørt. Og ísraelsfólk
kenna um nøkar støðuna at vera
innibyrgd við støðugum vanda
og ótta fyri álopum frá økju
num kring landið.
Men tá ein statur svarar aftur
við at fremja álop, oyðilegging
og dráp á óskyldug fólk, við tí
fyri eyga at spjaða ræðslu og
vinna sær politiska støðu og
vald, so er trupult at síggja
nakran mun á hesum og á
yvirgangi frá politiskum ella
religiøsum bólkum.
At leggja álopið og innrásina
í Gaza út sum kríggj og sjálv
verju, har herar standa hvør
móti øðrum, og har ávísar
altjóða “krígsreglur” verða
fylgdar, er eftir mínum tykki
burtur úr vón og viti. Og tað
undraði meg almikið, at morg
unsendingin hjá útvarpinum
tosaði við leiðaran fyri Reyða
Kross í Føroyum og onkus
vegna fekk snarað einum spurn
ingi og einum tíðindainnslagi
soleiðis, at Súni Vinther moral
skt góðkendi álop á skúlar, har
tíggjutals sivilfólk hava latið
lív. Tað var neyvan hansara
meining, tíansheldur hansara
uppgáva at taka dagar ímillum,
hvørji álop kunnu góðkennast.
Bert altjóða politikkur kann
bera fram
Eg havi ikki førleika ella roynd
ir til at seta meg inn í hvussu
burturúr ræðuligt tað er hjá
fólki í Ísrael ella í Palestina at
liva í hesum dagliga ótta og við
ræðuligu avleiðingunum av
kríggi, yvrigangi, drápum og
sorg – og við tí hatri, sum
brennur hjá báðum pørtum.
Havi sjálvandi heldur ikki
loysnina uppá frið í Miðeystri
ella millum Palestina og Ísrael.
Kortini er greitt, at loysnin
verður ikki funnin millum stríð
andi partarnar sjálvar við blóði
og eldi – uttan so at annar
parturin beinir heilt fyri hinum.
Altjóða samfelagið var atvoldin
til stríðið um land og ríkir í
1948. Og bert altjóða samfelag
ið – og her serliga USA – kann
skera ígjøgnum og tvinga eina
tvíríkjaloysn ígjøgnum, hóast
rabiatastu partarnir á báðum
síðum ikki verða nøgdir.
Irak-kríggið burturbeint
moralsk mørk
Til ber at siga við rírmiligari
vissu, at tann agressiónspoli
tikkur, sum hevur verið førdur í
Miðeystri síðani Bushstjórnin
kom til í USA og síðani Ariel
Sharon fór niðan á Tempull
fjallið og vann eitt val uppá
konfrontasjónspolitikk, hevur
verið til óbótaligan skaða. Hes
in politikkur hevur føtt hatur og
nýggjan yvirgang fyri hvønn
dag, ið gongur. Hann hevur
stuðlað teimum kreftum, ið vit
siga okkum berjast ímóti. Hesin
politikkur gøðir ákærurnar um
dupultmoralin hjá USA og
vesturheiminum, sum er sjálvt
bensinið á hatursbálið í stórum
pørtum av Miðeystri og arab
iska heiminum.
Og sum ávarað varð staðiliga
um, tá USA saman við Bret
landi og Danmark leyp á Irak
við tí grundgeving at hava “fyri
byrgjandi álopskríggj” til tess at
verja seg fyri íspunnum hópoyð
ingarvápnum: Hvussu kunnu
hesi lond við nøkrum moralsk
um rætti nú lasta onnur lond
fyri at gera tað sama? Her varð
slóðin løgd fyri øktum kríggi
og blóðbaði um allan heim.
Taktikkur fram um strategi
og fólkarætt
Tað er ov bláoygt at halda, at
Obamastjórnin í USA fer at
loysa trupulleikarnar í eini
handavending. Vit vita heldur
ikki, hvør politikkurin hjá
Obama verður í Miðeystri. Men
tað er neyvan av tilvild, at álop
ini á Gaza verða framd innan
forsetaskiftið 20. januar. Tað er
neyvan heldur av tilvild, at álop
ini á Gaza verða framd beint
undan tjóðartingsvalinum í
Ísrael, har tað er avgerandi hjá
stjórnarflokkunum, Kadima og
Arbeiðaradlokkurin, at vísa
úrslit og atgerðarmegi, um ikki
Likud og Netanyahu skulu
vinna valið á hesi kontu.
Tískil kann eg ikki koma til
aðra niðurstøðu enn, at tað eru
fyrst og fremst taktiskar atvold
ir til álopið á Gaza. Og at hesar
telja so mikið nógv, at strateg
isku avleiðingarnar verða offr
aðar: Nevniliga mistu manna
lívini og óskyldugu offrini,
økta hatrið, versnandi
friðarmøguleikarnir, vandin
fyri religiónskríggi , økti
yvirgangurin og økjandi
sorgarleikirnir.
Hetta er kríggj og yvirgangur
við ongum vinnara, uttan kan
ska trongskygdum partapolitikki
og krígsídnaðaráhugamálum.
Tapararnir eru sjálvandi fyrst og
fremst tey tey fólk, ið verða rakt
á báðum síðum. Og tapararnir
eru í øðrum lagi heimsfriðurin
og mannaættin øll.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vit eiga at fordøma
blóðbaðið í Gaza
Tíðargreinin
tíðargreinin
Høgni Hoydal