fríggjadagur 9. januar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2009
Ein maður skal nú í
Føroya Rætt fyri at
hava lagt seksuellar
myndir av eini ungari
gentu út á internetið
saman við særandi
teksti
Internet-
brotsverk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvussu hørð skal revsingin
vera fyri at svína eina unga
gentu til á internetinum.
Tað skal Føroya Rættur
taka støðu til í næstu fram
tíð.
Ein maður úr Havn er
skuldsettur fyri at hava lagt
niðrandi myndir og myndir
av seksuellum slagi av eini
ungari gentu, sum hann
kendi, út á almennu inter
netsíðuna www.scor.dk, har
tær lógu í eitt heilt ár.
Talan var tilsamans um
17 myndir og afturvið mynd
ini hevði hann lagt rættiliga
ágangandi og seksuellan
tekst um gentuna á inter
netið um at hon leitaði eftir
fólki at hava seksuelt sam
band við.
Og hon var ahugað í øll
um slagi av seksuellum
sambandi, bæði við monn
um, kvinnum og pørum.
Sjálv varnaðist gentan
ikki myndirnar fyrrenn eitt
ár var farið og hon fór at fáa
reaktiónir upp á myndirnar.
Talan var um privatar
myndir hjá henni og drong
inum, sum maðurin, ið var
vinmaður drongin, hevði
fingið sær fatur á og hevði
lagt á internetið.
Maðurin er ikki avhoyrdir
í rættinum enn og tí er óvist,
hví hann fór so drastiskt og
ódámligt til verka, at hann
legði myndirnar á interneti,
saman við saftigum teksti
um seksuelt samband.
Gentan følir eg illa æru
meidda og hevur kravt, at
maðurin verður revsaður og
samstundis
krevur
hon
endurgjald.
Málið kundi ikki viðger
ast liðugt í dag, tí maðurin
hevði nústani í morgun
fingið sær verja, sum vildi
hava stundir at seta seg inn
í málið.
Men verjin upplýsti ann
ars, at maðurin játtaði tey
faktisku viðurskiftini í mál
inum. Men um hann annars
játtar seg sekan í skuldset
ingunum er óvist.
Hetta er fyrsta mál av
hesum slagi í Føroyum,
men grundað á líknandi
dómar, sum eru sagdir í
Danmark, fer ákærin at
krevja mannin í fongsul í
1420 dagar.
Mitt á nátt máttu
løgregla og sjúkra
bilur við fullari ferð
til eini hús í Klaksvík,
tí ein kona hevði ringt
á alarmsentralin
og boðað frá, at
hon hevði skorið
mannin á háls. Men
manninum feilti
hvørki eitt ella annað
Følsk Fráboðan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg vildi bara hjálpa
manninum.
Tað var forkláringin upp
á, hví ein kona brádliga
ringdi á alarmsentralin mitt
um náttina við so álvarslig
um boðum, at bæði løgregla
og portørar sleptu øllum
teir stóðu við í hondinum
og bráskundaðu sær heim
til konuna.
Hon fortaldi rætt og slætt
alarmsentralinum, at hon
hevði skorið mannin á háls
og tí varð alt apparatið sett í
verk fyri at bjarga lívi.
Men tá ið løgregla og
sjúkrabilur komu á staðið,
feilti manninum hvørki eitt
ella annað.
Men eitt sindur av speið
semi var eisini pláss fyri, tí
konan endaði við at siga, at
endin av øllum var, at mað
urin fekk onga hjálp, tí løg
reglan fór avstað aftur og
maðurin
varð
verandi
eftir.....
Men nú er konan so
ákærd fyri at falska fráboð
an og fyri ógrundað at hava
biðið um hjálp.
Var kedd
Konan viðgekk í rættinum í
morgun, at hon hevði gjørt
nakað skeivt og hon var
kedd um tað, hon hevði
gjørt.
Men hon vildi bara hjálpa
manninum.
Tey bæði høvdu drukkið
hesa náttina men so fall
maðurin á gólv og fekst
ikki á føtur aftur.
Tí ringdi hon á alarm
sentralin fyri at fáa hjálp til
mannin. Men fyri at vissa
sær, at løgreglan kom á stað
ið og hjálpti manninum,
segði hon ongantíð, sum
var. Ístaðin boðaði hon frá,
at hon hevði skorið mannin
á háls.
Hon nevndi ongantíð, at
talan bara var um, at hann
bara lá á gólvinum. Tvørtur
ímóti endurtók hon fleiri
ferðir, at maðurin varð skor
in á háls.
Beint eftir, at hon hevði
ringt
á
alarmsentralin,
ringdi vakthavandi á løg
reglustøðini aftur til konuna
fyri at fáa eitt yvirlit yvir
støðuna og tá spurdi hann
um hann kundi sleppa at
tosa við mannin.
Konan svaraði, at tað bar
ikki til, tí hann bløddi.
Hví bløðir hann, spurdi
vakthavandi.
Tí eg havi skorið hann á
háls, endurtók konan eina
ferð afturat.
Vaktahavandi spurdi eis
ini, hví hon segði, at hon
hevði skorið hann á háls.
Tí eg havi skorið hann á
háls, segði hon einaferð aft
urat.
Tá ið løgreglan kom á
staðið var konan etandi skít
og maðurin hevði góða
kenning.
Tilsamans vardi samrøðan
ímillum konuna og alarm
sentralin 1 minutt og seks
sekund.
Slapp bíliga
Men slík freamferð verður
ikki góðtikin og tí er konan
nú drigin fyri rættin.
Ákærin vildi hava hana
dømda at sita í 14 dagar, so
mikið álvarsliga varð málið
mett.
Men dómarin helt at av tí
at málið var meiri enn árs
gamalt og av tí at konan
ongantíð áður er revsað,
helt hann at hon kundi
sleppa undan at sita.
Tí er konan dømd 14 dag
ar hefti, sum er treytað í eitt
ár. Tað merkir, at ger hon
onki ólógligt hetta næsta
árið,
dettur
revsingin
burtur.
Starvsfólkini fáa umboð í nevndina á Dimmu
Nógvar gitingar hava verið seinastu tíðina av bæði einum og øðrum slagi, nú Dimmalætting hevur
boðað frá eykaaðalfundi tann 16. januar, men sambært Lisbet L. Petersen, nevndarforkvinnu, so er ikki
tað stóra sum hesin eykaaðalfundurin skal koma saman um, skrivar Vágaportalurin. Men ein broyting
verður so, og tað er, at nú fara starvsfólkini at fáa eitt umboð í nevndina soleiðis at fimm fólk verða í
nevndini, sigur Lisbeth L. Petersen, nevndarforkvinna í P/F Dimmalætting við Vágaportalin. Spurd um
nevndin er nøgd við leiðsluna á blaðnum, sigur Lisbeth L. Petersen við Vágaportalin, at nevndin hevur
onga grund annað enn at vera nøgd við leiðsluna. Alt tað sum gjørt er, er við fullum uppbakningi frá
nevndini, sigur nevndarforkvinnan.
Eg havi skorið mannin á háls
Svínaði unga gentu
til á internetinum
Fyri fyrstu ferð skal Føroya Rættur nú
viðgera eitt mál, har ein maður í Havn
er skuldsettur fyri at hava ærumeidd
eina unga gentu við ógvuliga særandi
myndum á internetinum
Tað verður ikki góðtikið, at fólk ringja á alarmsentralin uttan orsøk og hevði talan ikki verið um serligar umstøður, hevði hetta í
morgun kostað eini konu 14 dagar í geglinum