Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 6 - 9. januar 2009 ] Landsliðsspælari til Tjaldur Tjaldurskvinnur hava funnið sær styrk við einum fyrrverandi rumenskum landsliðsspælara. Dimmalætting skrivar, at 36 ára gamla Marinela Patru nú skal styrkja um hópin hjá Tjaldri. Marinela hevur spælt 112 landsdystir fyri Rumenia, og sjey ferðir hevur hon verið ávikavist meistari og steypavinnari í Rumenia, umframt at hon eisini hevur vunnið lands- og steypakapping í italskum hondbólti. Ronaldo slapp væl Tað mundi gingið heilt galið hjá Christiano Ronaldo í gjáramorgunin, tá hann var á veg til morgunvenjingina hjá Manchester United. Annað hjólið framman reyk av reyða Ferrari bilinum hjá Ronaldo. Hetta hendi í einum tunnili tætt við flogvøllin í Manchester. Christiano Ronaldo slapp tó óskalaður frá hendingini. Aftaná óhappið stóð Ronaldo og hugdi eftir vrakinum saman við fleiri eygnavitnum. Enska blaðið, The Guardian hevur tosað við eitt eygnavitni, sum sá tilburðin. - Eg kom á staðið beint aftaná hendingina. Tað er ófatuligt, at Ronaldo er sloppin so væl frá hendingini. Segði eygnavitni við The Guardian. Ferðsluóhappið hendi kl. 10.20 hósmorgunin, men eingin annar bilur fekk skaða í hendingini. Seinni møtti Christiano Ronaldo til venjingina hjá Manchester United. Svenski Per-Olov Andersson, vanliga nevndur ’Pelle’, sum eitt skifti var venjari hjá B36, varð í gjár settur í starv sum talentleitari hjá Brøndby IF Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Svenski Pelle Andersson, sum var venjari hjá B36 ein part av kappingarárinum í 2000 var venjari hjá B36, hevur seinastu trý árini ver- ið talentleitari (scout) í enska stórfelagnum, Chel- sea. Fyri tveimum mánaðum síðan varð hann tó upp- sagdur saman við 13 øðrum talentleitarum, men hann náddi ikki at ganga ar- beiðsleysur leingi. Í gjár setti danska Brøndby IF nevniliga hann í starv sum norðurlendskur talentleitari í felagnum. Hetta arbeiði fekk hann saman við norska Bjørn Magne, sum eisini er ein av teimum 14 uppsøgdu í Chelsea. Eigur met í Chelsea 43 ára gamli Pelle Anders- son, sum er ættaður úr Lindö í Svøríki, gjørdi um seg í Chelsea. Í 2005 setti hann met fyri at hava leitað fram dýrasta U18-leikara í heiminum, tá ið hann ráddi Chelsea til at keypa tá 16 ára gamla verjuleikaran, Slobodan Rajkovic, frá OFK Belgrad fyri smáar 34 milliónir føroyskar krónur. Nú 19 ára gamli Rajkovic, sum hevur leikt tveir lands- dystir fyri Serbia, er í løtuni útleigaður til hollendska FC Twente. Stórar vónir til Pella Ítróttarstjórin í Brøndby IF, Anders Bjerregaard, hevur stórar vónir til Pella og norska arbeiðsfelaga hans- ara. - Vit síggja Norðurlond sum heimamarknað okkara, og vilja fegnir hava teir bestu leikararnir hiðani. Hesir talentleitararnir hava eina breiða vitan og drúgvar royndir frá virkseminum í Chelsea. Eg eri sannførdur um, at vit kunnu læra nógv av hesum, sigur Anders Bjerregaard við Ekstra- blaðið. Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 12 11 - 1 35 16 19 22 2 Mjølnir 11 7 - 4 25 17 8 14 3 Fleyr 11 7 - 4 24 16 8 14 4 Dráttur 11 6 - 5 24 21 3 12 5 ÍF 11 6 - 5 22 18 4 12 6 KÍF 11 2 - 9 16 27 -11 4 7 TB 11 0 - 11 2 33 -31 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 ÍF 6 5 - 1 17 5 12 5 2 SÍ 6 4 - 2 13 10 3 4 3 Fleyr 6 3 - 3 10 11 -1 3 4 Mjølnir 6 0 - 6 4 18 -14 0 Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 10 8 - 1 - 1 277 203 74 17 2 VB 10 8 - 0 - 2 278 219 59 16 3 Tjaldur 10 5 - 2 - 3 263 238 25 12 4 Neistin 10 4 - 3 - 3 252 242 10 11 5 StÍF 10 2 - 0 - 8 229 294 -65 4 6 Kyndil 10 0 - 0 - 10 173 276 -103 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 10 8 - 0 - 2 275 253 22 16 2 Neistin 10 7 - 0 - 3 304 287 17 14 3 H71 10 6 - 0 - 4 266 237 29 12 4 StÍF 10 4 - 2 - 4 245 244 1 10 5 Kyndil 10 2 - 2 - 6 246 274 -28 6 6 KÍF 10 1 - 0 - 9 238 279 -41 2 Fyrrverandi B36-venjari talentleitari í Brøndby Pella Andersson gjørdist ikki drúgvur í venjarasessinum hjá B36, tá hann á sumri í 2000 varð sendir til hús. Hann hevur tó hildið fram innan fótbóltsyrkið, og eftir at hava starvast fyri Chelsea, er hann nú starvi sum talentleitari hjá danska Brøndby Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset-kappingin Dagur Klokkan Dystur 11.01 14.30 StÍF-Neistin 11.01 15.00 Stjørnan-VB 12.01 19.00 Kyndil-Tjaldur Atlantic Airways-kappingin 11.01 16.00 StÍF-Neistin 11.01 16.00 VÍF-H71 11.01 16.00 Kyndil-KÍF Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur 10.01 14.00 KÍF-ÍF 10.01 14.30 TB-Dráttur 11.01 15.00 Fleyr-Mjølnir Eik-ligan, menn 10.01 13.00 Fleyr-Mjølnir 11.01 14.00 ÍF-SÍ