Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2009 33 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Økisskrivari til Heimatænastuna Vágar/Norðstreymoy Søkt verður eftir starvsfólki til økisskriv­ stovuna í Heimatænastuni at byrja 1. februar 2009 ella skjótast tilber, at arbeiða fulla tíð ella eftir nærri avtalu. Økisskrivsovan, sum liggur í Miðvági, virkar sum sambindingarrlið millum brúkaran, starvsfólkið, meginskrivstovuna og aðrar stovnar. Høvuðsuppgávurnar eru umframt vanligt skrivstovuarbeiði, at • Taka telefon • Gera lønir • Gera arbeiðsætlanir • Samskipa arbeiðið hjá heilsuhjálparunum í Vágum Fyrimunur er, um tú • Hevur viðkomandi útbúgving og fyrisitingarligar royndir • Hevur áhuga í at arbeiða við lønar­ og starvsfólkaviðurskiftum • Hevur málsligt hegni og dugir væl at orða teg skrivliga • Hevur góðan telduførleika • Er fleksibul, hevur evni at læra nýtt og at arbeiða sjálvstøðugt • Dugir væl at samstarva og samskifta við onnur • Tolir møguligar bygnaðarbroytingar Vit kunnu bjóða • Eitt avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og nógvum samskifti inn­ og úteftir • Eitt spennandi og mennandi starv, har arbeitt verður tvørfakligt Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Nærverkið og tænastustaðurin er Heimatænastan Vágar/Norðstreymoy. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til økisleiðaran á tlf. 762201. Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvi og viðmælum v.m. verður at senda til: Heimatænastan Vágar/Norðstreym Økisskrivstovan, Hornavegur 12 Stílað: Sonja Klein, økisleiðari 370 Miðvágur Umsóknarfreist: 23. januar 2009 kl. 15.00 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna­ og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Heimatænastan ...fá meira fyri einki! Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar! Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo