fríggjadagur 9. januar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 9. januar 2009
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Vóru tað italiumenn, arabar
ella asiatar sum uppfunnu
pasta?
Tað klandrast teir enn um. Hei-
mildir eru í hvussu so er 1.000
ár aftur í søguna um pasta.
Meðan Sigmund og Tróndur
bardust her á okkara leiðum
ótu tey við miðalhavinum Ma-
caroni Siciliani, sambært ”hoff-
kokkinum” hjá Patriarkinum av
Aquileia.
Pasta kenna vit tó best frá
italskari matmentan, men
asiatisku nudlurnar eru eisini
at síggja í køksskápunum á ok-
kara leiðum.
Siðurin at kóka hesa mjøl-blan-
dingina í ymisk skap er sera
væl dámdur um allan heim. Í
Norðanlondum har vit annars
eru so von at eta epli er pasta
enntá við at taka plássið á
døgurða-tallerkinum. Og tað
er kanska ikki so gott, av tí at
eplini innihalda betri føðsluevni
í mun til ljóst mjøl-pasta. Fleiri
mjøl-sløg kunna tó brúkast til
pasta. Vanligt hveitimjøl og
sokallað Durum-hveiti verður
brúkt til italskt pasta meðan rís-
mjøl verður nýtt til rísnudlur og
soyabønir til glasnudlir. Seinnu
árini hevur fullkorns-pasta úr
fullkorns-mjøli eisini vundið
meira uppá seg. Tað er eisini í
tráð við nýggjastu heilsuráð at
eta minni av ”hvítum” mjøli og
meira av fullkorns-vørum.
Viðhvørt lata framleiðarar egg
í pasta-uppskriftini. Serliga um
tað er úr vanligum hveitimjøli.
So hongur betur saman. Men
egg hóskar sum heild væl í
pasta og sæst tíðum eisini í
durum-pasta. Tað gevur betri
konsistens og smakk.
Pasta kann kókast úr frískari
ella turkaða vøru. Tað er
sjáldan at frískt pasta hepnast
væl. Serliga um tað er keypt.
Er kleiggjut, smakkar mjølut og
heldur sær illani. Turkað pasta
er næstan altíð betri. Viðhvørt
sæst litað pasta. Tomat litar
reytt, saffran appilsingult,
spinat grønt og høgguslokka-
blekk svart.
Og so eru tað øll skapini. Tey
hava flestu av okkum hava yn-
dis-skap: spaghetti, makaroni,
penne, sloyfur, rør ella fusilli
sum eg ummæli í dag. Fusilli
kenna vit eisini sum pasta-skrú-
vur. Pasta kann eisini hava skap
sum plátur, eitt nú lasanju-
plátur. At enda mugu vit ikki
gloyma fyltu pasta-sløgini:
tortellini, ravioli og canneloni.
Góðskan av turkaðum pasta
veldst nógv um hvussu varliga
hon er turkað og siður er eisini
fyri at brúka serligar bronsu-
formar í framleiðsluni. Tað ge-
vur serliga gott úrslit. Tann hjá
Coop er framleidd eftir hesum
dygdar-forskriftum.
Hvussu leingi skal pasta kóka?
Tað veldst um slagið og stødd
og skap á pasta-bitunum. Hyg-
gið á pakkanum. Fusilli skal
kókast 10-12 min til pasta er
”al dente”. Tað merkir ikki sun-
durkókað, men til at innasta
kjarnin enn hevur eitt bit. Kóka
í ríkiliga nøgdum av vatni í
størstu grýtuni. So klistrar pasta
ikki. Og minst til salt. Tá ið pa-
sta er kókað og vatnið er stoytt
frá er skilagott at lata góða
olju (olivin) í. So er rest upp til
tín! Men smáar frískar tomatir,
eitt sindur av frískum basilikum
og ný-rivin parmesan-ostur, so
hevur tú eina máltíð.
Skoðsmálini eru latin í mun til
konsistens og smakk.
22
Änglamark
(FK)
kr. 14,95/500 g (kr. 29,90/kg)
Bleytur strukturur og mjølutur
smakkur.
Coop Formidàbile
(FK)
kr. 17,95/500 g (kr. 35,90/kg)
Sera góður strukturur og
framúr smakkur.
Campioni
(Miklagarður)
kr. 21,95/kg
Góður strukturur og rættiliga
góður smakkur.
Green Valley Vistfrøðilig
(Miklagarður)
kr. 14,95/400 g (kr. 37,38/kg)
Mjølutur smakkur og vánaligur
bygnaður.
SuperGros
(Miklagarður)
kr. 7,00/454 g (kr. 15,42/kg)
Út av lagi vánaligur smakkur.
Úr ringastu skuffu. Bleytur og
kleiggjutur strukturur.
Food-Line
(Miklagarður)
kr. 9,95/500 g (kr. 19,90/kg)
Vánaligur smakkur og byg-
naður.
Bellaroma
(Miklagarður)
kr. 14,95/500 g (kr. 29,90/kg)
Hampuligur smakkur og byg-
naður.
Fusilli ella pastaskrúvur