Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 7 - 12. januar 2009 tíðindi Tá ið Hans Fróði Hansen av fyrstan tíð fór til USA, hevði hann fingið nokk av Føroyum, men sjón­ leikarin Jodie Foster broytti hansara hugs­ an um Føroyar. Og nú heldur hann, at føroyingar skulu læra at dyrka Føroyar Hans Fróði Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið Hans Fróði Hansen fyri nøkrum árum síðani fór av landinum fyri at royna seg, vildi hann ikki hoyra ella síggja nakað til Føroyar. - Eg fór ikki inn á nakra føroyska heimasíðu í fleiri mánaðir, eg tók ikki telefon- ina, um aðrir føroyingar enn tey nærmastu ringdu til mín, og tá ið fólk í USA spurdu meg, hvaðani eg var, svaraði eg, at eg var úr Íslandi, sigur Hans Fróði Hansen. - Eg veit í dag, hvat tað var, sum gjørdi, at eg fekk nokk av øllum føroyskum – við undantaki av matinum - og tað eri eg gladur fyri, sigur hann. Tá ið Hans Fróði Hansen hitti kenda sjónleikaran Jodie Foster, og hon byrjaði at spyrja, hvaðani hann var, og hvar hann var uppvaksin, fekk hann seg ikki til at siga annað, enn at hann var uppvaksin í Føroyum. - Hon var sera áhugað í at hoyra, hvat og hvar Føroyar vóru, og tá fór eg at hugsa, at kanska var tað ikki so galið at verða úr Føroyum. Eg ringdi heim til onkran av míni nærmastu og bæð tey senda mær bøkur, bók- mentur og annan lesna um Føroyar, og síðani havi eg ikki fjalt út yvir, hvaðani eg eri, sigur Hans Fróði. Føroyar eru eksotiskar Hans Fróði Hansen heldur, at Føroyar hava óteljandi møguleikar at føra seg fram sum ferðamannaland hjá vælbjargaðum fólki, og hann heldur, at føroyingar vita ikki, hvussu serstakar og eksotiskar Føroyar eru. - Vit dyrka ikki okkum sjálvi og oyggjar okkara, hví skulu so onnur fólk gera tað, spyr Hans Fróði Han- sen - Hví skulu fólk koma úr øðrum londum, at vitja fuglalívið í Nólsoy, Enni- berg ella Vestmannabjørgini, um vit ikki sjálvi gera tað og dyrka tað? Um vit ikki dyrka tað føroyska, dyrka tað vit eru, so kann tað verða skjótt vit detta niður- ímillum alt útlendskt og gloyma, hvørji vit eru, og hvar vit koma frá, heldur hann. Mugu hava positivan anda Hans Fróði Hansen heldur, at munur er á íslendingum og føroyingum. - Hyggja vit til dømis eftir Reykjavik, so kanst tú síggja stórt bilafylgi aftan á arbeiðstíð ein fríggjadag fara út úr býnum og út á landið at uppliva náttúruna og tað, hon hevur at bjóða. Heima í Føroyum, síggja vit ein fríggjadag bilafylgi vestur á flogvøllin, har fólk velja at halda vikuskifti utt- an fyri Føroyar. Um vit vilja selja Føroyar uttan- lands, mugu vit fyrst klára at selja tað til okkum sjálvi, sigur Hans Fróði. Hann heldur, at ein posi- tivur andi kann gera undur- verk. - Sjálvur trúgvi eg, at tað ber til, at vit føroyingar kunnu gera okkara land til nakað heilt serligt úti í heimi, men uttan ein posi- tivan anda frá hvørjum øðr- um og ein vilja at stuðla tí føroyska og hvørjum øðrum í Føroyum, verða Føroyar neyvan nógv meir enn eitt stað fyri krabbagoggur og camping bilar sum ikki vilja gjalda nakað serligt fyri okkara serstøku oyggj- ar. - Vit skulu fyrst og fremst gera okkum greitt, at vit eru ein tjóð, eitt tungumál og eitt brand, sigur Hans Fróði Hansen. ­ Hetta er tað størsta, sum eg havi nátt í míni tíð í USA, sigur Hans Fróði Hansen, sum nú skal samstarva við ameri­ kanska superstjørnu um hennara nýggju smyrsl­vørur Hans Fróði Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hon telist millum størstu songstjørnur í USA nakran- tíð. Hon hevur eisini gjørt um seg sum sjónleikari, hon hevur verið modell, og hon hevur framleitt tónleik og film. 29 ára gamla Brandy er ikki ein og hvør. Og nú hon skal framleiða sítt egna smyrsl at selja til amerikan- arar og onnur, hevur hon biðið leirvíkingin Hans Fróða Hansen um hjálp. Í farnu viku gjørdu Brandy nevniliga avtalu við Hans Fróða Hansen um, at tey í felag skulu framleiða henna nýggju smyrsl-vørur, og at Hans Fróði fær ábyrgdina at gera nýggja brandið hjá teimum báð- um. - Hetta er tað størsta, sum eg havi nátt í míni tíð í USA. Brandy er heimskend, og samstundis sum hetta í sær sjálvum er eitt stór frambrot fyri meg, fer tað eisini at geva mær enn fleiri møguleikar í USA, sigur Hans Fróði Hansen. Framtíðin er ljós Hans Fróði Hansen hevur seinni árini roynt at vunnið fram í USA, tað hevur bæði gingið væl og minni væl, men Hans Fróði er langt frá ferdigur sum poppsangari í Hollywood. Og við nýggjasta fram- brotinum heldur hann sjálv- ur, at framtíðin sær sera ljós út. - Eg hitti Brandy fyrstu ferð, tí onkur, sum kendi meg og hana, helt, at vit skuldu hittast. Vit funnu skjótt út av tí og hava hildið sambandið í eina tíð. Mamma hennara er umboðskvinna fyri hana, og eg havi eisini havt nógv samskifti við mammu henn- ara – millum annað um hesa nýggju avtaluna, sigur Hans Fróði Hansen. - Brandy skal framleiða eina nýggja make-up linju, og hon hevur spurt meg, um eg havi hug at samstarva við hana um hetta. Tað er serliga spennandi fyri meg, at eg havi fingið fulla ábyrgd at gera brandið, og so skulu vit selja og branda tað saman, sigur Hans Fróði Hansen. Brandy millum tær størstu Brandy Rayana Norwood, sum er ættað úr Mississippi, er kend undir listarnavninum Brandy, og hon hevur ser- liga verið frammi sum sang- ari. Hon gav fyrstu fløguna út sum 15 ára gomul, og hennara fyrsta stóra hitt var sangurin The Boy Is Mine. Síðani hevur hon havt eina røð av hittum, og fløg- urnar hava selt sera væl. Felagsskapurin hjá tón- leikaútgevarum, RIAA, metir, at Brandy hevur selt fleiri enn 35 milliónir fløgur kring heimin, og tað ger hana til eina av best seljandi amerikansku songkvinnun- um nakrantíð. Og sum um sølan av tónleikinum ikki var nóg stórt avrik, so hevur Brandy eisini vunnið 100 stórar og minni virðislønir fyri sín tónleik. Brandy hevur eisini roynt seg sum sjónleikara – bæði í spælifilmi og í sjónvarps- røð. Tað ber til Hans Fróði Hansen er sera fegin um nýggju avtaluna hjá sær, og hann heldur, at hon er ein stórur møguleiki fyri seg. - Mítt samstarv við Brandy fer uttan iva at lata hurðar upp fyri meg aðra- staðni í USA, sigur Hans Fróði. - Eg haldi, at hetta vísir, at alt ber til, og um tú trýrt upp á tað og arbeiðir fyri Mugu læra at dyrka Føroyar Hans Fróði ger smyrsl fyri Brandy Hans Fróði Hansen broytti sína hugsan um Føroyar, eftir at Jodie Foster forvitin spurdi, hvat og hvar Føroyar eru