týsdagur 13. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 8 - 13. januar 2009 ]
Skála sett tríggjar venjarar
Skála brynjar seg nú til kappingarár í næstbestu deildini. Frágongdin
hevur verið stór í felagnum í vetur, og nú er greitt, hvør kemur at standa
á odda fyri skerda liðnum. Alexandur Johansen, Bárður Danielsen og
Hans Jákup Andreasen hava allir tikið av tilboðnum at standa fyri
venjingunum hjá 1. deild, 3. deild og unglingum í komandi
kappingarári. Tað skrivar heimasíðan hjá Skála. Hetta er fyrstu ferð, at
Alexandur Johansen og Bárður Danielsen royna seg í venjarastarvinum.
Sandoyingur til AB
19 ára gamli Rasmus Nielsen skal í komandi
kappingarári spæla við AB. Tað skrivar
heimasíðan hjá felagnum.
Rasmus Nielsen hevur seinnu árini spælt við
barndómsfelagnum B71. Men nú sandoyingar
skulu spæla í næstbestu deildini, velur hann at
royna seg á Argjum. - Vit hava stórar vónir til
hansara. Vit eru sera spentir at fáa hann út á
Argir, sigur Sjúrður Olsen, næstformaður í
nýstovnaða FC Argir, við heimasíðuna.
Rasmus Nielsen er framrættaður miðvallari.
Finalisturin
verður
funnin
á Eiði
Í kvøld klokkan
20.30 skulu kvinn
urnar hjá Drátti og
Fleyr gera av, hvør
teirra skal spæla
steypafinalu móti
SÍ
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Neyðugt er við eini
eyka hálvfinalu millum
liðini, eftir at Fleyr
vann finaluna í Mjølnir-
kappingini.
Dráttur
hevði
undan
hesum
vunnið Fleyr-kapping-
ina, og tí stóð á jøvnum
í dystinum um at vissa
sær sæti í steypafinal-
uni.
Hitt plássið í finaluni
eigur
SÍ,
sum
var
fremsta liðið, tá fyrsti
triðingurin av lands-
kappingini var lagdur
aftur um bak.
Og alt bendir á ein
spennandi dyst í kvøld.
Í landskappingini hava
liðini vunnu hvør sín
dyst ímóti hvørjum øðr-
um.
Og so verður talan
eisini um gott høvi hjá
Eiðisfólki at síggja topp-
flogbólt í nýggju ítrótt-
arhøllini. Ásetingarnar
hjá FBF áseta, at ein
møguligur eyka hálv-
finaludystur skal spæl-
ast á uttanveltaðum
vølli, og tí varð hildið
skilagott at leggja hend-
an á Eiði, har flog-
bóltstraditiónirnar enn
ikki eru so stórar, men
har møguleikarnir eru
sera stórir, nú Ítróttar-
høll er komin til bygd-
ina.
Í einari kapping, har
úrslitini lógu undir
miðal, var ein skjútti,
ið megnaði meira
enn hini. Annika
Vang skeyt nevniliga
551 stig, og hetta er
oman fyri kravið boga
skjótideildin hevur
sett til kvinnur recurve
til at luttaka í HM. Tó
vann Torfinn Hansen
recurvekappingina, tá
hann megnaði at gera
júst nóg mikið, tá hann
mátti. Í compound
setti ungi Magnus
Andreassen støðið
bogaskjóting
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast úrslitini sum heild
lógu í lakara endanum, so
skaraði Annika Vang fram-
úr, og skeyt seg til innandura
heimsmeistarakappingina,
um hon leggur í at fara.
Sjálv ivast Annika Vang
eitt sindur, um hon skal
fara, tí hon setir sum krav
til seg sjálva, at hon skal
halda sær á verandi støðið
ella betra seg.
Kappingin verður í Rzes-
zow í Póllandi fyrstu viku í
mars mánaði.
Í recurve kappingini lut-
tóku níggju skjúttar, og í
compound
luttóku
átta
skjúttar
Recurve
Innleiðandi var tað, at Ann-
ika Vang kláraði seg ótrú-
liga væl við 551 stigum, av
600 møguligum. Absalon
Hansen royndi við sínum
534 stigum at hanga í, með-
an hini skjúttarnir lógu frá
506 stigum og niður á 389
stig. So spjaðingin var stór.
Í
fjórðingsfinalunum
vóru tveir rímiliga spenn-
andi dystir, meðan hinir
dystirnir vóru vunnir ruddi-
liga av favorittinum, sum
var styrkismettur hægri.
Feðgarnir, Fríði og Jógv-
an
Magnus
Andreasen
skutu ímóti hvørjum øðrum,
og dysturin var rímiliga
spennandi, líka til seinasta
umfar, tá Fríði Andreasen
ikki longur lat pápan sita í
pínubonkinum, og smekk-
aði ein píl langt út í síðuna.
Sostatt vann Jógvan Magn-
us dystin við 96 stigum
ímóti 92 hjá soninum.
Torfinn Hansen og Eirik-
ur í Jákupsstovu skutu eisini
ein spennandi dyst. Eirikur
í Jákupsstovu legði seg á
odda, men Torfinn Hansen
hálaði inn á restina av tíðini,
og at enda gjørdist munurin
trý stig, sum Torfinn Han-
sen vann við. Úrslitið gjørd-
ist 102-99.
Hálvfinalur
Í hálvfinalunum skuldu Tor-
finn Hansen og Annika
Vang møtast. Samstundist
sum Jógvan Magnus Andrea-
sen og Absalon Hansen
skuldu skjóta hina hálv-
finaluna.
Annika Vang mátti við
síni góðu skjóting innleið-
andi metast sum favorittur,
men Torfinn Hansen var nú
farin at skjóta heil væl, og
vann sostatt við tveimum
stigum ímóti Anniku Vang.
Millum Absalon Hansen
og Jógvan Magnus Andrea-
sen gjørdist dysturin ongan-
tíð veruliga spennandi, og
úrslitið gjørdist, at Absalon
vann við heili átta stigum.
Finalur
Bronsufinalan bleiv sostatt
ímillum Jógvan Magnus
Andreasen og Anniku Vang.
Annika Vang tók seg nú
saman, og skeyt 112 stig av
120 møguligum. Tá støðið
bleiv so høgt megnaði Jógv-
an Magnus Andreasen als
ikki at fylgja við, tí hann
fekk bert 91 stig.
Tað verður leingi at leita
eftir einari veikari finalu í
bogskjóting í Føroyum enn
tí í gjár. Absalon Hansen
gjørdi ikki mætari enn at
skjóta tveir pílar, ið bert
góvu eitt stig, meðan Tor-
finn Hansen heldur ikki
gjørdi nógv av. Úrslitið
gjørdist, at Torfinn Hansen
vann við einum stigið, tá
hann fekk 89 stig. Absalon
Hansen er helst ikki nøgdur
við síni 88 stig í gjár.
Sostatt kann mann róliga
siga, at Torfinn Hansen
hevði uppiborið at vinna í
gjár, tá hann hvørja ferð
megnaði at gera júst nóg
nógv til at vinna.
Compound
Í bólkinum við comound
skjúttunum
gjørdist
tað
heilt javnt innleiðandi, og
bara seks stig vóru ímillum
nummar eitt og nummar
fýra. Jógvan Niclasen lás
sum so ofta fremstur. Hann
hevði 563 stig, sum er held-
ur lægri enn hann plagar at
skjóta.
Í kvarfinalunum vóru
fleiri spennandi dystir, og
serliga dysturin ímillum
Kaj Johannesen og Nikkel
Petersen gjørdist tað heilt
spennandi. Bert eitt stig
skilti skjúttarnar, og endin
varð, at Kaj Johannesen dró
longra stráið og vann við
einum stigið.
Hinar
dystirnar
vann
tann, ið lá fremstur innleið-
andi.
Hálvfinalurnar
Í hálvfinalunum gjørdist
tað ikki líka spennandi,
sum tað ofta hevur verið, tí
Jógvan Niclasen vann við
ikki færri enn níggju stigum
ímóti Kaj Johannesen.
Í
hinari
hálvfinaluni
gjørdi
ungi
Magnus
Andreassen ein vørr, og
megnaði at vinna ímóti,
veteraninum Per H. Ander-
sen, við trimum stigum.
Finalur
Bronsudysturin
gjørdist
heilt spennandi, og Kaj
Johannesen
megnaði
at
vinna á Per H. Andersen.
Sjálvur
dysturin
endaði
110-110, sum er rættiliga
góð skjóting. Hetta merkti
at umskjóting skuldi til, og
við fyrsta pílinum fingu
báðir níggju, so ein pílur
afturat skuldi til. Tá hevði
Kaj Johannesen teir róligaru
nervarnar og skeyt í miðj-
una, og fekk sostatt tíggju
stig. Tað megnaði Per H.
Andersen ikki, tí hann fekk
bert níggju stig fyri sín píl.
Í finaluni skutu Magnus
Andreassen
og
Jógvan
Niclassen. Hesin dysturin
gjørdist bæði spennandi og
góður. Endin gjørdist, at
Magnus Andreassen var
púra kaldur og megnaði at
skjóta 114 stig. Tá Jógvan
fekk 113 stig, sum ikki er
so lítið, so var hetta ikki
nóg mikið. Sostatt megnaði
16
ára
gamli
Magnus
Andreassen, sum enn ikki
veruliga hevur aldur at
skjóta millum tey vaksnu,
at vinna fyrstu bogaskjóti-
kappingina á Eiði nakran-
tíð.
Skjúttarnir
vóru
sum
heild ikki so nøgdir við sína
egnu skjóting, men onkur
góð úrslit vóru tó í ítróttar-
høllini á Eiði í gjár.
Annika Vang klár til HM
Annika Vang hevði ein fínan dag á Eiði um vikuskiftið, og longu nú hevur hon skotið betur enn tað, sum verður kravt, um hon skal
fáa loyvi at fara til HM, sum verður í Póllandi í mars mánaði