Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 9 - 14. januar 2009 Í gjárkvøldi skipaði Meinigheitshúsið fyri spennandi kja­ ki um bíbliuna í Miðlahúsinum. Stúgv­ andi fult av fólki var møtt, og fleiri máttu venda í hurðini, tí fult var. Men teimum eru góð tíðindi at bera, tí kjakið verður nevn­ liga sent á Iktus í nær­ mastu framtíð Religión Samrøður og myndir: Jan Müller Skrivað: Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Annahvørt mánakvøld plag­ ar Meinigheitshúsið skipa fyri møti fyri ung yvir 18 ár, har tey taka ymisk evni upp. Soleiðs var eisini í gjárkvøldi, tá Bergur Debes Joensen og Hans Andrias Sølvará skuldu samskifta um bíbliuna. Upprunaliga var hetta eitt slíkt tiltak, men fyrireikarar­ nir mettu at tiltakið var somikið spenannadi, at tað gangnaði tiltakinum at flyta tað í eitt meira neutralt hús, og tí valdu fyrireikararnir at flyta tað oman í Miðlahúsið í Vágsbotni. Henda metingin vísti seg eisini at vera røtt, tí stúgv­ andi fult av fólki varð møtt í Miðlahúsinum til kjakið, har Bergur Debes Joensen og Hans Andrias Sølvará skuldu kjakast um bíbli­ una. Bergur Debes Joensen er prestur, og hevur av og á verið frammi, sum ein ið trýr at Bíblian er Guðs orð ­ galdandi til allar tíðir. Hans Andrias Sølvará er hinvegin søgufrøðingur, og er eitt nú høvundur til bók­ ina »Bíblian ­ Guðs Orð ella orð um Guð«. Theodor E. D. Olsen, prestur, var orð­ stýrari. Religión er eitt evni, sum næstan allir føroyingar hava eina rættiliga sterka mein­ ing um, og tí var áhugin serliga stórur um júst hetta kjakið. Vísast á Iktus Ein av teimum, ið høvdu hoyrt um og víst áhuga fyri kjakinum um bíbliuna var Petur Jacobsen, ið stendur fyri nýggju kristiligu sjón­ varpsrásini Iktus. Í gjár­ kvøldi lupu teir frá Iktus avstað, tá teir vóru mintir um tiltakið, til tess at fáa tað tikið upp. Á vegnum til Miðlahúsið ringdu teir til fyrireikararnar fyri at fáa fatur á neyðugu loyvunum, og tá tað eydnaðist, var klárt at taka upp. Eftir kjakfundin var Petur Jacobsen væl nøgdur við upptøkurnar. ­ Tað riggaði óalmindeliga væl at taka upp. Her eru fín­ ar kulissur og eitt fínt rúm, og tað sum er so gott er, at øll sita so nær, og tað blívur so øgiliga viðkomandi. Het­ ta er eitt sera spennandi og viðkomandi evni, tí øll hava eina meining um trúgv og bíbliuna, greiðir Petur Jacobsen frá. Nær upptøkurnar verða vístar á Iktus, visti hann tó ikki at siga, tí hugskotið um at taka upp kom so knapp­ liga. Ein røtt avgerð Um avgerðina hjá fyrireikar­ unum at flyta tiltakið oman í Miðlahúsið hildu tey fles­ tu, at tað var ein røtt avgerð at taka. ­ Tú fært slett ikki tað sama klientellið, sum í ein­ um meinigheitshúsi. Tað eru nógv fólk, sum ikki fara inn í eitt meinigheitshús per prinsipp, segði Petur Jacob­ sen. Eisini Tummas Juul Ask­ ham helt tað vera eina rætta avgerð at taka. ­ Tað vísir seg soleiðs, at tey neutralu hølini samla mest. Tá man kemur inn á tey etableraðu hølini, so sum samkomur og kirkjur, tá virkar tað sum at gáttin er ov høg. Men hetta var væntandi, at tað bleiv so nógv. Her eru nógv fólk, og rættiliga nógvur ungdómur. Hetta var eitt ótrúliga áhuga­ vert kvøld, greiddi Tummas Juul Askham frá. Føroyskt bíbliukjak vísast á Iktus Fólkasangarin Hanus G. Johansen, ið eisini hevur sungið nógv um trúgv, hevði leitað sær oman at lurta eftir kjakinum. Fyri hansara viðkomandi var tað serliga Hans Andrias Sølvará, ið dróg Petur Jacobsen, eigari av Iktus, fegnaðist um upptøkurnar, ið vóru gjørdar, og gleðir seg til tær kunnu vísast á kristiligu sjónvarpsrásini Iktus stuttligt at lesa Innskriving til komandi 1. flokk verður í Adventistaskúlanum 19. januar kl. 16:00 – 18:00 í lærarastovuni í nýggja bygninginum. Hoyvíksvegur 56 · 100 Tórshavn · Tel. 31 32 60 · sdaskuli@olivant.fo www.skulin.fo/adv Um skúlan Adventistaskúlin er ein kristin frískúli, sum leggur dent á: lesing, skriving og rokning tryggar umstøður í smáum flokkum fjølbroytta virkisskrá fyri alt árið gott foreldrasamstarv Tað er Vinarliga, havið dóps- ella navnaseðil við. Enn eru pláss eftir, sjálvt um tú ikki hevur skrivað teg upp. Flokslærari í 1. flokki komandi ár verður Marna Hansen. Høvuðsaktørarnir, Theodor E. D. Olsen, prestur og orðstýrari, Bergur Debes Joensen, prestur, og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og høvundur av bókini »Bíblian - Guðs Orð ella orð um Guð« Bogi formaður Byggi­ og býarskipanarnevndin í Tórshavnar býráð hevur skipað seg við Boga Andreasen úr Tjóðveldi sum formanni og Elini Lindenskov úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir í byggi­ og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð hetta skeiðið eru Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum, Jógvan Arge úr Tjóðveldi og Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum. Færri løntakarar Í oktober 2008 var talið av løntakarum 140 fólkum færri enn somu tíð árið fyri, ella ein afturgongd á 0,5 prosent. Í fiskivinnuni er afturgongdin heili 10 prosent. Hetta er triði mánaðurin á rað, at talið á løntakarum er eitt vet lægri enn sama tíðarskeið í 2007. Í oktober 2007 vóru 4.751 løntakarar í fiskivinnuni. Eitt ár seinni vóru 489 færri løntakarar í fiskivinnuni, ella ein afturgongd omanfyri 10 prosent. Í 1995 var talið av løntakarum innan tað almenna 5.946, ella ein triðingur av løntakarunum. Síðan hevur ein javnur vøkstur verið í hesum bólki, soleiðis at talið í oktober 2008 var 9.155 ella 35,7 prosent av øllum løntakarunum, sigur Hagstova Føroya.