Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 9 - 14. januar 2009 Kringvarp Føroya er komið í fíggjarligar trupulleikar, og alt bendir á, at tað aftur hesaferð er sjónvarpspart­ urin, sum er ov kostnaðar­ mikil. Grundleggjandi feilurin við sjónvarpinum hevur alla tíðina verið, at byrjað varð úr skeivum enda. Hvørki politikarar ella nakar annar hevði gjørt sær greitt, áðrenn sjónvarpið varð sett á stovn, hví vit skuldu hava eitt føroyskt sjónvarp. Vit skuldu bara hava tað, tí onnur lond høvdu tað. Ikki fyrr enn seinni vórðu fyrstu ítøkiligu royndirnar gjørdar at finna útav, hvat sjónvarpið skuldi brúkast til, og eg ivist í, um hesin spurningurin nakrantíð er endaliga svaraður. Lopið varð uppum, har garðurin varð lægstur. Føroyskt sjón­ varp varð nýtt til at endur­ senda gamlar sendingar, sum Danmarks Radio hevði sent nakrar dagar frammanundan, og harumframt skuldu nakrar føroyskar sendingar útfylla restina av senditíðini. Hvat teimum føroysku sendingunum viðvíkur, so sær ikki út til, at nakar frá byrjan av, hevur hugsað um, hvussu nógv arbeiði og fíggjarlig orka krevst, fyri at gera eina sjónvarpssend­ ing. Eg hoyrdi til dømis nú ein dagin, at sendingarnar um Klaksvíksstríðið (sum til samans vóru einar 80 minuttir til longdar) kostaðu umleið eina hálva millión krónur at framleiða. Hetta skal gjaldast av eini fíggjar­ ætlan, sum fyri alt Kring­ varpið liggur á umleið 60 mió. krónur um árið (fyri bæði útvarp og sjónvarp). Tað sigur seg sjálvt, at soleiðis kann sjónvarpið ikki halda fram. Herd krøv Fyrstu árini hjá Sjónvarpi­ num var eingin kapping á økinum. Føroyingar sóu ikki útlendskt sjónvarp, og tí gjørdi tað ikki so nógv, um flestu sendingarnar vóru útlendskar endursendingar. Eisini føroysku sendingar­ nar vóru væl móttiknar, tí bara tað at síggja eina føroyska sending, var ein uppliving í sær sjálvum. Men tíðirnar broytast, og í dag gevur tað lítla meining at hava eitt sjónvarp, sum sendir útlendskar filmar av tí salgnum, sum flestu hyggjararnir kunnu síggja á øllum teimum útlendsku rásunum. Tí er kringvarps­ leiðslan í eini tvístøðu. Tey hava ikki ráð at gera før­ oyskar sendingar, og tað gevur onga meining at senda útlendskar sendingar. Vit noyðast tí at hugsa heilt øðrvísi, enn gjørt hevur verið higartil. Mínar royndir Sjálvur havi eg altíð havt stóran áhuga fyri sjónbanda­ framleiðslu. Sum 16 ára gamal keypti eg mítt fyrsta kamera og byrjaði at taka upp. Útgerðin tá var rætti­ liga dýr, og góðskan var munandi verri, enn hon er í dag. Redigeringsmøguleikar vóru eingir. Í dag ber til at keypa kam­ era, fyri ein ótrúðliga lágan kostna. Góðskan er rættiliga góð, og eigur tú eina teldu, so kanst tú sjálvur redigera upptøkurnar. Sjálvandi krevjast royndir, men tær koma skjótt, um tú hevur áhuga fyri fakinum. Um eg, sum 16 ára gam­ al, hevði sloppið at gjørt eina sjónvarpssending, um tað so var fyri ein sym­ bolskan prís, so hevði eg ikki ligið á boðunum. Ert tú bitin av hesum spennandi miðlinum, so hugsar tú bara um at sleppa at verða við. Seinni keypti eg eitt heilt videostudeo, og fór at ar­ beiða burturav við hesum. Tað eydnaðist onkra hend­ inga ferð at sleppa inn gjøgnum nálareygað hjá Sjónvarpinum við onkrari sending, men eg gjørdi skjótt ta royndina, at talan var um eitt nálareygað av teimum heilt trongu. Fyribrigdið Zacharis Tá fólk verða spurd, hvørj­ um sendingum tey hyggja eftir í sjónvarpinum, so svara tey flestu, at tey hyggja eftir Degi og Viku, og sendingunum hjá Zacharis Hammer. Hvat er tað við Zacharisi, sum er so spennandi? Mær vitandi er hann útbúgvin skúlalærari, men hann slapp inn í hitan í sjónvarpinum, og hann hevði nøkur hugskot um sendingar, sum fangaðu hyggjararnar. Eg ivist ikki í, at tað ganga nógvir ”Zacharisar” í Føroyum við nógvum ymisk­ um hugskotum, men teir eru bara ikki slopnir inn í hitan. Nú skal eg ikki gera Zacharis til nakað annað, enn tað hann er, men eg haldi at hann er eitt dømi um ein amatør, sum hevði nøkur hugskot um sending­ ar, sum vit ongantíð fara at síggja í eini útlendskari sjónvarpsrás. Vit tosa um føroyskt sjónvarp. Lovið amatørunum framat Míni ráð til kringvarpsleiðsl­ una eru: Lovið amatørunum framat. Eg veit at øll duga ikki so væl, men gev teim­ um eitt skeið í einar tveir ­ tríggjar dagar um, hvussu tey gera eina sending. Lat tey so taka kameraið við sær, tá tey fara á flot, á fjall, ella hvat tey finna uppá. Lat tey byrja við at gera stuttar millumsendingar, ella sendingar, sum verða sendar uttanfyri bestu senditíð, so kunnu tey seinni verða flutt longur fram. Sjónvarp er ikki ein spurn­ ingur um at hava ta flottastu útgerðina, men heldur ein spurningur um at hava tað besta hugskotið. Kanska verður tað ikki líka flott sum sendingarnar um Klaksvíksstríðið, ­ men hinvegin, so kostar tað heldur ikki eina hálva millión hvørja ferðina. Soleiðis fáa vit eitt føroyskt sjónvarp Helgi AbrAHAmsen Álitið hjá fíggjarnevndini fyri 2009, ið løgtingið samtykti, hevur viðført nógv rumbul. Partvís av røttum, men bert partvíst. Nógv hevur verið tosað um skerjingar, og tað er serliga her, at misskiljingar eru. Um talan er um skerjing á einum øki, so má úrslitið vera minni játtan í 2009 enn í 2008, um tað ikki er veruleikin, so er ikki talan um skerjing. Tað sum talan tá er um, er at vøksturin í útreiðslunum er minni enn ætlanin var. Landsstýrið skeyt upp at økja útreiðsl­ urnar við 288 mió, hesa upphædd minkaði fíggjar­ nevndin við 57 mió, so vøksturin í útreiðslunum var 231 mió ístaðinfyri 288 og undirskotið 503 mió ístaðinfyri 560 mió. Dømir um minni vøkstur Taka vit játtanina til fólka­ skúlan sum dømi, so var játtanin í 2008 til fólka­ skúlan 258 mió, ætlanin fyri 2009 var at fáa 17 mió aftrat til ymiskt nýtt og ivaleyst neyðugt virksemi. Fíggjarnevndin samtykti at geva fólkaskúlanum 12 mió meira í 2009 enn í 2008. Hetta merkir, at ístaðin fyri at fáa 17 mió meir so fær fólkaskúlin 12 mió meira. Hetta er ikki at skerja fólkaskúlan, men at minka vøksturin. Nakað annað er so, at hetta kann hava óhepnar avleiðingar, tí tað ber ikki til at íverkseta øll tey nýggju tiltøkini í 2009, sum ætlanin var, fyri at bøta um fólkaskúlan. Men ein kann ikki siga at fólkaskúlin er skerdur. Sama er við Fróðskap­ arsetrinum. Har var ynski at fáa eina játtan á 31 mió í mun til 25 í 2008. Fíggjar­ nevndin minkaði upphædd­ ina við 4 mió, so setrið fær 27 mió í 2009, tað vil siga 2 mió meira enn í 2008. Tað óhepna við setrinum er, at har var gjørd ein menningarætlan við fleiri nýggjum útbúgvingum og ein var lutvíst byrjaður at seta hetta arbeiðið í verk. Við samtyktu játtanini ber ikki til at seta tað í verk, sum var ætlað í 2009. Ìløgur Viðvíkjandi íløgunum, so søgdu allir búskaparfrøð­ ingar, at tað hevði alstóran týdning at spjaða íløgur kring landið. Íløgurnar skuldu vera arbeiðsskapandi, fyri at virka sum ein mótvekt til kreppuna og vaksandi arbeiðsloysi. Uppskoti frá landstýrinum hevði nærum ongar íløgur í Norðoyggjum og Eysturoy. Hetta broytti fíggjarnevndin. Tað er rætt, at tað ikki ber til at fíggjarnevndin hevur eina íløguætlan og lands­ stýrið eina aðra. Tað ið skal til, er at landsstýrið fær semju í samgonguni um sína íløguætlan. Tað hevði onki samskifti verið, hvørki í samgonguni ella millum landstýri og fíggjarnevndina, um íløgurnar. Samgongan hevði, og hevur enn ikki, gjørt nakra íløguætlan fyri samgonguskeiðið. Hetta ber til at fáa framt til komandi fíggjarlóg. Arbeiði framyvir Tað óhepna við niðurskurð­ inum í vøkstrinum á hesi fíggjarlógini var at fokuse­ rað varð ov einsíðugt upp á at minka strukturella hallið, uttan at kanna hvørjar av­ leiðingar, ið niðurskururin hevði. Framferðarhátturin viðførdi eisini, at teir stovnar, ið sóu út til at brúka alla sína játtan í 2008 ikki vóru skornir nakað. Var niðurskurðurin á teim ymsu kontunum eitt úrslit av eini politiskari viðgerð og raðfesting, so var tað nakað ein kundi verða samdur, ella ósamdur um, og tað hevði verið í lagi. Vert er at leggja til merkis, at tað var ein samd fíggjar­ nevnd, ið legði uppskotið fram, øll andstøðan tók undir við uppskotinum. Tað sum nú hevur týdn­ ing er at fáa fíggjarlógar­ arbeiðið aftur á beint. Sam­ gonguskjalið sigur, at løg­ tingið skal hava eitt aðal­ orðaskifti um búskaparútlit og politiskar raðfestingar um várið, síðan skal hetta orðaskiftið liggja til grund fyri fíggjarlógararbeiðinum um heystið. Verður hetta gjørt, so eigur fíggjarlógin at verða eitt úrslit av polit­ iskum raðfestingum og atliti til búskaparútlitini. At hetta verður verðuleiki í samband við fíggjarlógina fyri 2010 ferð Javnaðarflokkurin at gera sítt til. Fíggjarlógararbeiðið løgtingskvinna eyðgunn sAmuelsen - Svar til oddagrein í Dimmalætting, mána- dagin 12. januar 2008 Stórur vilji er í samgonguni at røkka tey ásettu málini í samgonguskjalinum. Týdn­ ingarmikil mál krevja við­ gerð, og tí eru ongi politisk evni tabu. Men lat ongan iva vera ­ ætlanirnar hjá sam­ gonguni eru staðfestar og lýstar í samgonguskjalinum. Og tað er samgonguskjalið, sum arbeitt verður eftir. Tann 26. september varð ABC­samgongan skipað. Tá hevði politiska skipanin mest sum ligið lamin í eitt hálvt ár vegna rumbul í CHE­samgonguni. CHE­samgongan slitnaði í úrtíð, og ABC­samgongan yvirtók eina kladdu til fíggj­ arlóg. Átrokandi var at fáa fíggjarlógina lidna og sam­ tykta, tí øll fyrisitingin lá í bíðistøðu, og samfelagið í óvissu. Samgongan hevði tó bert stutta tíð at viðgera fíggjar­ lógina. Tað var sera óhepp­ ið, og tað slapst ikki undan, at umstøðurnar ávirkaðu viðgerðina. Politiskur stabilitetur Føroyska samfelagið stendur framman fyri stórum av­ bjóðingum, og um hesar uppgávur skulu loysast, krevst politiskur stabilitetur. Fyrsta uppgávan hjá sam­ gonguni var tí at tryggja politiskan stabilitet. Hetta málið er rokkið, og stórur vilji er í samgonguni at tryggja gott stev, so málini í samgonguskjalinum verða rokkin. Samgongan er samd um eina felags kós, og í samgonguskjalinum eru politisku ætlanirnar hjá sam­ gonguni lýstar og staðfestar. Ongi tabu í ABC Týdningarmikil mál krevja viðgerð, og í ABC­samgong­ uni eru ongi politisk evni tabu. Samgongulimir hava eins og allir borgarar rætt at siga sína meining alment. Men ein og hvør hevur ábyrgd av sínum útsagnum, og sam­ gongulimir standa til svars mótvegis løgmanni og sam­ gonguni. Eitt av høvuðsmálunum hjá landsstýrinum og sam­ gonguni er at endurskoða bygnaðin í fiskivinnuni. Ein skipanarnevnd verður tí sett fyrsta dagin, og nevndin skal viðgera allar tættir í fiskivinnuni – bæði á sjógvi og á landi. Tað er ongin loyna, at Javnaðarflokkurin vil, at tilfeingisvirðini í havinum skulu verða umsitin av einum fiskidagabanka. Umsitingin av okkara tilfeingi er ein tann týdn­ ingarmiklasti liður í fiski­ vinnuni, og tískil er um­ siting av fiskiloyvum ein aðaltáttur í arbeiðssetning­ inum hjá nevndini. Ongar ætlanir um ognarskatt Uppundir nýggjár umrøddi Jóannes Eidesgaard, fíggj­ armálaráðharri, í einum kronikki, uppskotið hjá Búskaparráðnum um at ásetta ognarskatt. Jóannes Eidesgaard helt uppskotið vera áhugavert, og at tað átti at verið tikið upp til kjak. Uppskot og tilmæli frá Búskaparráðnum eiga at verða viðgjørd, tí annars er tað meiningsleyst at hava eitt Búskaparráð. Ognarskattur er ein avgerandi liður í einum hvørjum kjaki um skattapolitikk og eigur tí eisini at vera partur av kjakinum um skattainntøkur hjá landinum. Men ognarskattur er ikki eitt ásett mál í samgongu­ skjalinum, og tískil hevur samgongan ongar ætlanir um at innføra ognarskatt í Føroyum. Stevið í samgonguni er gott løgmaður KAj leo joHAnnesen viðmerkingar