Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 10 - 15. januar 2009 Borgara­ fundur Borgarafundur um bráð­feingistørv hjá røktarkrevjandi ELDRAPOLITIKKUR Bráðfeingistørvurin hjá røktarkrevjandi í Tórs­ havnar kommunu er evni, ið verður viðgjørt á borgarafundi í auluni í Tórshavnar Kommunu­ skúla mikukvøldið 28. januar kl. 19:30. Fyrireikarar eru Daisy Sloan, Jóna Mortensen og Sigrún Mohr. Heimasíðan hjá Tórs­ havnar Kommunu skrivar frá fyrireikarunum, at í longri tíð hevur javnan verið at hoyrt, hvussu vánalig støðan er innan eldraøkið, serliga í Tórs­ havnar kommunu. ­ Støðan er so mikið álvarslig hjá nógvum eld­ ri borgarum, at ikki ber til at vera vitandi um het­ ta og einki at gera við tru­ pulleikan, siga tær við www.torshavn.fo ­ Eru børn ella djór fyri vanrøkt, hava borgar­ arnir fráboðanarskyldu, og so traðkar avvarðandi myndugleiki til og tekur sær av málinum, siga tær tríggjar og staðfesta, at sama er ikki galdandi, tá ið tað snýr seg um gomul fólk, ið hava hjálp fyri neyðini. ­ Hetta málið hevur í nógv ár verið kastibløka millum lands­ og kommunalpolitikarar, nú er tíðin komin, har vit í felag mugu royna at fin­ na “alternativar” loysnir, tí verður skipað fyri borgarafundi um hetta evnið, og vóna fyrireikar­ arnir, at nógv fólk við góðum hugskotum koma við á fundin, siga tær. Skráin fyri borgarafundin verður henda: Daisy Sloan, fyrireikari, bjóðar vælkomin og sigur frá, hvussu hon hevur tað, nú mamma hennara ikki klárar seg sjálv longur Jóna Mortensen, fyrireikari Turið Jacobsen, ergoterapeutur Hermann Oskarsson, búskarfrøðingur, lýsir tørvin innan eldraøkið við hagtølum Halgir W. Poulsen, løgfrøðingur: Ber til at sýta óhjálpnum borgarum hjálp? Heðin Mortensen, borgarstjóri Rósa Samuelsen, landstýriskvinna Orðið frítt Fundarstjóri er Hilmar Jan Hansen Týskvøldið 3. februar filmar danska sjónvarps­ rásin DK4 konsert við Lenu Anderssen í Århus. Talan er um konsert, har til ber at ogna tær ókeypis atgongu­ merki. Á heimasíðuni síni lýsir danska sjónvarpsstøðin DK4 við konsertini og har ber eisini til at bíleggja ókeypis atgongumerki til framførsluna við føroysku songkvinnuni, sum verður tikin upp í upptøkuhølunum hjá sjónvarpsrásini í Århus 3. februar. Feiri donsk og altjóða nøvn hava spælt líknandi sjónvarps konsertir har seinasta árið, teirra millum Katie Melua, Aura, Poul Dissing, Tue West. Eisini føroysku Teitur og Maria Guttesen hava fram­ ført á DK4 nýliga. Lena, sum í desember varð kosin "Ársins Song­ kvinna" á Planet Awards, hevur fyri stuttum givið út fløguna "Let Your Scars Dance" í Danmark. Til ber at tryggja sær atgongd til konsertina her: Fyrsta dagin verður inn­ skriving av børnum, sum skulu byrja í 1. flokki í Tórs­ havnar Kommunu aftan á summarfrítíðina Børn, sum eru fødd fyri 1. januar 2003, sum skulu í 1. flokk í Tórshavnar Kom­ munu næsta skúlaár, skulu skriva børnini upp týsdagin 27. ella mikudagin 28. janu­ ar 2009. Kommunan sigur, at tað ber til at ynskja ein ávísan skúla, men um pláss ikki er fyri øllum, sum búgva næst skúlan, verður neyðugt at flyta næmingar, har pláss er. Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og foreldrini boð um, í hvønn skúla næmingar koma í í 1. flokk. Skúlarnir í høvuðsstaðar­ økinum eru: Argja skúli, Venjingarskúlin, Tórshavn­ ar Kommunuskúli, Sankta Frans skúli, Eysturskúlin, Hoyvíkar skúli, Skúlin við Løgmannabreyt Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í býráðssalinum somu tíð, sum felagsinn­ skrivingin er. Innskrivingin er í býráðs­ salinum týsdagin 27. og mikudagin 28. januar, báðar dagarnar kl. 15.00–18.00. Havið avrit av dóps­/navna­ brævi við. Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð á telefon 25 40 10. CdgY^h`6iaVcihVbVgWZ_YZCDG6©ch`Zg Vi hing`Z hVbVgWZ_YZi ^ CdgYViaVciZc [dg YZg^\ZccZb Vi h`VWZ Zc `gV[i[jaY cdgY^h` gZ\^dcbZYZchi¨g`!W¨gZYn\i^\©`dcdb^h` jYk^`a^c\# Hdb ‚i V[ gZYh`VWZgcZ i^a Vi c€ YZiiZ b€a WZk^a\ZgCDG6id\Vc\Zdb€gZihi©iiZi^a hVbVgWZ_Yhegd_Z`iZg! hdb ^cYYgV\Zg eVgi" cZgZ[gVb^cYhiidV[YZÄgZCDG6"aVcYZ <g©caVcY!>haVcY!;¨g©ZgcZd\@nhicdg\Z# =ZgbZY ^cY`VaYZh egd_Z`i[dghaV\ i^a YZc [©ghiZWZk^aa^c\hgjcYZ^'%%.# CDG6 bdYiV\Zg Vch©\c^c\Zg ^cYZc[dg VaaZ ÄgZ eg^dg^iZihhZ`idgZg/ B6G>C: G:H" HDJG8:G! IJG>HB:! >C;DGB6" I>DCH" D< @DBBJC>@6I>DCH" I:@CDAD<>d\IG6CHEDGI# JcYZg dkZgh`g^[iZc ¢KG><I G:<>DCH" H6B6G7:?9: `Vc egd_Z`i[dghaV\! hdb [VaYZg jYZc [dg YZ dkZcc¨kciZ hZ`idgZg! a^\ZaZYZh `dbbZ ^ WZigV\ic^c\! ]k^h YZ W^YgV\Zgi^ade[naYZahZcV[CDG6hdkZgdgY" cZYZb€ah¨ic^c\Zg# CDG6]Vg^]VcYa^c\heaVcZc[dg'%%.hVi [d`jh e€ hVbVgWZ_YZi bZY CdgYZch kZhi" a^\ZcVWdZgd\hZgYZg[dg\ZgcZVch©\c^c\Zg bZYeVgicZgZ[gV^h¨g8VcVYV!bZcd\h€[gV CDG6"gZ\^dcZch hnYa^\Z cVWdZg e€ YZ h`dih`Z©Zg# 6ch©\c^c\h[g^hiZcZg bVcYV\YZc'#bVgih'%%.# Bja^\Zegd_Z`iVch©\ZgZ`Vc[€bZgZ ^c[dgbVi^dce€lll#cdgV#[d!]kdg bVcd\h€`Vc]ZciZYZidWa^\Vidg^h`Z Vch©\c^c\hh`ZbV# CdgY^h`6iaVcihVbVgWZ_YZCDG6ZgZc\g¨chZgZ\^dcVa`db^i‚jcYZgCdgY^h`B^c^hiZgg€Y# CDG6db[ViiZg<g©caVcY!>haVcY!;¨g©ZgcZd\@nhicdg\Z#CDG6ÄcVch^ZgZhV[CdgY^h` B^c^hiZgg€YhjeeaZgZibZYZicVi^dcVaiW^YgV\[gVhVbVgWZ_YZihÄgZYZaiV\ZgaVcYZ# CDG9>H@6IA6CIH6B6G7:?9: 7gn\\_jWV``^&'Ç7dm'*.Ç;D"&&%I‹gh]Vkc IZa/ '.-(%+..%Ç;Vm/ '.-(%+.%& NORA skaber samarbejde i Nordatlanten Ókeypis atgongd til sjónvarps konsert við Lenu Anderssen Innskriving til 1. flokk