Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fergie gift í Malibu Black Eyed Peas songkvinnan Fergie, varð leygardagin gift við sjónleikaranum Josh Duhamel í Malibu, undir einum magnoile træi við hvítum rósum. Tað var sum eitt ævintýrabrúdleyp, skrivar People. 33-ára gamla songkvinnan var í einum Dolce & Gabbana brúðarkjóla, og bar eitt blómutyssi við hvítum blómum og smáum krystallum. Sersniðgivnið ringurin hjá Fergie hevði – umframt nógvar smáar diamantar – ein 4 karat brillant. Aftaná romantiska hátíðarhaldið, varð receptión hildin í einum risastórum tjaldi, ið var pyntað sum ein skógur við trøum, og loftið við smáum ljósum. Millum gestirnar vóru Kid Rock, Kate Hudson og sjálvandi eisini hinir limirnir í bólkinum Black Eyed Peas. Nýggjar tænastur á faroe­ dating.fo Nú víðkar Faroedating um tænastur sínar, og frá februar mánaði verður møguligt hjá limum at senda smsboð til hvønn annan, har ein bert uppgevur eyknevnið sítt. Hetta skal sambært stig- takarunum til Faroedat- ing økja um samskiftis títtleikan millum limirnir, og minka um tørvin at logga á heimasíðuna. Tann ið móttekur smsboðini fær sostatt ikki upplýst telefon nummar ella navn á sendaranum. Ein fær eisini møguleikan at gera ein sokallaðan svartalista, har ein skrivar tey nøvn, ið ein ikki longur ynskir at móttaka smsboð frá. Umframt hesa tænastu verður nú eisini møguligt at melda seg til eina sms skipan á Faroedating, soleiðis at ein fær smsboð so hvørt ein hevur fingið nýggj boð á heimasíðu- ni. Nú Faroedating hevur sligið met við limum, er tíðin komin til at hava eina heldur øðrvísi “singles” veitslu í Rex. Tað minnir eitt sindur um føstulávint, tó hetta kvøld- ið skal bert verða fyri støk. Faroedating skipar fyri einari veitslu í Rex 6. februar, og tað sermerkta við veitsluni er at øll fáa lutaði eina svarta masku við inngongdina. Eins og á heimasíðuni vil Faroe- dating hava at veitslan skal verða so anonym sum gjørligt, og á hendan hátt geva teirra limum eitt øðrvísi og spennandi kvøld, har høvið verður at hitta tey ið ein hevur samskifta við umvegis heimasíðuna. Fyriskipararnar siga, at æt- lanir hava leingi verið um at gera eina slíka veitslu, men enn hevur heimasíðan verða á einari sokallaðari uppbyggingarfasu, men nú er málið nátt, og við yvir 3000 limum kann Faroedat- ing nú fara undir at gera slík tiltøk sum vit síggja í londunum kring okkum. - Tað er sera vanligt í eitt nú Danmark at skipa fyri slíkum “singles” veitslum, men hjá okkum hevur tað ikki verið møguligt fyrr enn nú, sigur Poul Laust, ein av stigtakarunum til Faroe- dating. Tabu fyri føroyingar Hóast føroyingar mangan verða skírdir at verða aftan- fyri okkara grannalond á summum økjum, so er dating ikki ein av teimum. Poul Laust sigur, at fleiri av limum teirra nýta ikki teirra rætt at verða dulnevnd á Faroedating, men at tey velja at leggja myndir og annað út av sær sjálvum. Spurdur um hann helt føroyingar verða nóg mikið framkomnir til at fara á eina “singles” veitslu sigur Poul soleiðis. - Eg eri spentur at vita hvussu fólk taka ímóti hesum tiltakinum, men eg vænti stóra undirtøku, tí vit hava hagartil móttikið sera jaligar afturmeldingar frá limum okkara, sigur Poul. Veitslan má sigast at verða sera nýskapandi, og við stóru undirtøkuni fyri heimasíðuni Faroedating.fo, kann væntast at undirtøkan fyri veitsluna eisini verður stór. Meira kann lesast um tiltakið á heimasíðuni www.faroedating.fo, og Poul Laust verður gestur í morgunsendingini hjá Rás2 fríggjamorgun. Skúlin á Ziskatrød í Klaksvík hevði í fjør eitt heldur øðrvísi jólahald, tá fýra ungir dreingir sýndu síni kynstur sum teir vælkendu Backstreet Boys. Tad var Ivan Joensen, Leif Jóhanesn, Rói Clementsen og Hedin Klakstein ið framleiddu eitt Backstreet Boys videolag, ið teir síðani sýndu fram til jólahaldið hjá skúlanum. Tað sermerkta við hesum videolagið er, at tá tað bleiv lagt út á youtube. com, gjørdist videolagið sera vælumtókt, og hagartil hevur videolagið verði sýnt yvir 1200 ferðir á heimasíðuni. Videolagið kann síggjast á http:// www.youtube.com/ watch?v=vYru6Z3sxVM Skrivað hevur: Annika Lamhauge- Mortensen, starvspraktikantur hjá Sosialinum Øðrvísi jól á Ziskatrøð Faroedating skipar fyri »singles« veitslu