hósdagur 15. januar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 10 - 15. januar 2009
tíðindi
Skráin fyri Rás 2
Kristján og Heini
Bilradio (e)
– fríggjadagom kl. 08.00
Í sendingini verður m.a. vitjað hjá
plátu- og lakkverkstaðnum Prolakk í
Hoyvík, har prátað verður við stjóran
Rógva Durhuus. Vitjað verður eisini á
Brandstøðini í Havn, har Kristján
Eiriksson og Heini Østerø presentera
ein nýggjan brandbilin. Eisini verður
vitjað hjá A. H. Jensen í Havn, sum
m.a. selur reingeringsútgerð til bilar.
Sendingin verður endursend
leygardagin kl. 13:00.
Hósdagur 15. jan.
15:00 Tíðindi
15:10 Rock-balladir
16:00 Tíðindi
16:05 Bilradio
17:00 Tíðindi
17:15 Tónleikur
18:30 Tíðindi
18:45 Tónleikur
21:00 Orð á leiðini
21:30 Tónleikur
00:00 Liðugt
Fríggjadagur 16. jan.
07:00 Tónleikur
08:00 Bilradio (e)
09:00 Morgunsendingin
10:05 Morgunsendingin
11:00 Tíðindi
11:05 Morgunsendingin
12:00 Tíðindi
12:15 Hittónleikur
13:00 Ynskiløtan – Mirjam
Pætursdóttur leggur til
rættis. Send eina heilsan
umvegis www.ras2.fo
15:00 Tíðindi
15:10 Vikuskiftissending
16:00 Tíðindi
16:05 Vikuskiftissending
17:00
Tíðindi
17:15 Vikuskiftissending
18:30 Tíðindi (e)
18:45 Tónleikur
21:00 Tónleikasending
hjá Heimamissiónini
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt
Leygardagur 17. jan.
07:00 Tónleikur
13:00 Bilradio (e)
14:00 Vinnurasin – Jan Müller
leggur til rættis
15:00 Vinstra Víkiskilda – Barbara Holm
og Tjóðhild Patursson eru vertir
16:00 Vinstra Víkiskilda
17:00 Tónleikur
21:00 Halleluja – Andrew Djurhuus
og Heine Lützen leggja til rættis
00:00 Liðugt
Sunnudagur 18. jan.
07:00 Gospel tónleikur
10:00 Úr skjáttuni (e)
11:00 Tónleikur
11:30 Á Torginum (e)
13:00 Tónleikur
20:00 Reflex (e) – Ungdómssending
hjá Heimamissiónini
21:00 Kelduvaðið
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt
Tað gongur strilti
hjá Vodafone at
fáa nýggja 3G-
netið at virka. Fýra
støðir í Havn eru
virknar, men hóast
klaksvíkingar og
fólk við Skálafjørðin
fingu lovað 3G
tøknina áðrenn jól, er
skipanin enn ikki klár
FarteleFoni
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ein lítlan mánað undan jól
komu Vodafone við boðun
um, at nú fáa allir føroyingar
nýggjastu tøknina innan far
telefoni, 3G. At byrja við
skuldu fýra støðir í Havn
senda, soleiðs at nýggja
tøknin var klár at nýta bein
anvegin.
Harafturat skuldu støðir á
Toftum og í Klaksvík verða
klárar fyri jól, men enn eru
tær støðirnar ikki farnar at
virka.
Vit hava onkrar tekniskar
trupulleikar har, soleiðs at
støðirnar eru ikki farnar at
virka enn. Men tað kann
vera hvørja løtu, at tær fara
at virka. Tað kann verða í
dag, í morgin ella um eina
viku. Tað er ikki til at siga,
sigur Bjarni A. Bjarnason,
stjóri á Vodafone.
Hóast Vodafone er eftir
ætlanina
við
nýggjastu
tøknini, væntar Bjarni A.
Bjarnason at teirra málsetn
ingur, at 80 prosent av land
inum skulu hava nýggjastu
tøknina innan ársenda, fer
at halda.
Tað er eitt sindur trupult
í byrjanini, men tá vit hava
fingið hesar støðirnar at
virka, hava vit ein leist, vit
kunnu arbeiða eftir, og tá
gongur tað væntandi skjót
ari, sigur stjórin á Vodafone
í Føroyum.
Einki jólahitt
Tá nýggj fartelefontøkni
kemur á marknaðin stutt
fyri jól, plagar tað vanliga
at vera gravgangur eftir at
fáa nýggju tøknina. Men
soleiðs hevur eftir øllum at
døma ikki verið við nýggju
3G tøknini.
Enn er tað nokk mest
brúkt til breiðband. Tað eru
fólk, sum mugu hava breið
band hjá sær alla tíðina,
sum hava fingið sær 3G,
greiðir Bjarni A. Bjarnason
frá.
Sostatt er nýggja tøknin
ikki blivin tað stóra jóla
hittið, ið Vodafone kanska
ynskti, tá teir komu út við
nýggju tøknini tann 1. des
ember í fjør.
Tekniskir snávisteinar darva 3G
Nýggja 3G tøknin, sum
Vodafone bjóðar, er darvað
av tekniskum trupulleikum.
Heldur ikki er nýggja tøknin
blivin tað stóra jólahittið, ið
Vodafone kanska vónaði tað
varð..