Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 38

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

“The Gambler” til Føroya Tann heimskendi countrysangarin Kenny Rogers kemur nú á fyrsta sinni á vitjan í Føroyum. Tað verður páskaaftan 11. apríl, at Kenny Rogers fer á pallin í ítróttarhølini í Havn. Hann er ein tann størsta countrystjørnan heimurin nakrantíð hevur sæð, og nú er hann á veg til Føroya. Heimskenda countrystjørnan Kenny Rogers leggur nú leiðina fram við klettarnar, og hansara fyrsta framførsla í Føroyum verður í ítróttarhøllini í Havn 11. april. Tað skrivar Dimmalætting. Tað er Sp/F Skot, ið skipar fyri konsertini við Kenny Rogers í Føroyum, og tað er fyrstu ferð, at felagið skipar fyri slíkari konsert. Pláss verður fyri umleið 1.650 áskoðarum, og talan verður um eina sokallaða siti konsert, har tað einans verða siti pláss. Konsertin byrjar kl. 19.00. Brad Pitt ljótur Tað er hann undir øllum umstøðum sambært einari fullari kvinnu, ið var við til Golden Globe Afterparty. Kvinnan tók avgerð um at siga sína hugsan við Brad undir veitsluni. Hon segði, at hon als ikki dámdi hansara smyrsl í hansara nýggja filmi “The Curious Case OF Benjamin But- ton”. Sambært kvinnuni fekk smyrsli Brad at líkjast einum hundi. “Hon helt fram í langa tíð um hvussu hansara smyrsl í filminum gjørdi hann eins ljótan og ein hundur. Brad lurtaði stillisliga eftir kvinnuni og greiddi henni frá, at smyrsl var sera týdnin- garmikið, um søgan skuldi fáa rætta týsning. Kvinnan tagdi eina løtu, og tá hon varnaðist skeggið á andlitinum hjá Brad segði hon, at hann var noyddur at raka tað av, tí tað eftir øllum at døma sá ræðuligt út, og síðani rýmdi kvin- nan”, sigur ein kelda við miðlarnar. Lizzie letur seg úr Føroyska songkvinnan Liz- zie letur seg úr – bæði so og so – í næstu útgávuni av mannfólkablaðnum FHM Í blaðnum For Him Maga- zine verður hon nevniliga bæði at síggja nakin og greiðir samstundis frá sínari støðu sum bisek- suel. At hon velur at gera hetta, kemur tó ikki óvart á nakran, tí hon bleiv skjótt kend sum ein vill genta. Hon er í fleiri donskum bløðum vorðin kallað ein ballingardrotning, men sambært henni sjálvari er hon vorðin nógv hampili- gari, síðan hon bleiv kend. - Eg var nógv villari, áðrenn eg bleiv kend, sigur Lizzie við heimasíðu- na hjá Ekstrablaðnum. Í samrøðuni við FHM greiðir hon eisini frá, at hon er eitt sindur meira til menn enn til kvinnur, men at tað fyrst og fremst veldst um persónin. Í løtuni arbeiðir Lizzie við einari nýggjari fløgu, tí hon bleiv ikki rík av sínum eina kenda lagi. Steintór Rasmussen og Jón Tyril siga seg ikki kenna til trupul- leikar av rúsevnum á festivalunum, og hesum er Annlis Bjarkhamar SSP rá- gevið samd í. Annlis Bjarkhamar, ráðgevi í SSP samskipanini, segði í samrøðu við Rás2, at royndir frá festivalum uttanlands siga okkum, at rúsevnir mangan eru at finna, har sum nógvur ungdómur savnast, m.a. hava nógvir festivalar uttanlands verið karmar um stórar mongdir av rúsevnum. Í hesum sambandið sigur Annlis, at ætlanir eru um at fáa eitt samstarv í lag ímillum SSP samskipanina og festivalarnar, soleiðis at tey í felag kunnu gera ymisk fyribyrgjandi átøk. Annlis leggur dent á, at ræðumyndin um at rúsevnir floyma á festivalunum ikki er heilt rætt. At okkurt er at finna ivast Annlis ikki í, men hetta er sambært henni ikki orsøkin til at SSP vil undir samstarv við festivalarnar. - Festivalarnar eru eitt stað har nógv ung fólk savnast, og tískil er tað eitt gott høvi at náa so breiðum skara av ungum fólkið sum gjørligt, og tað er orsøkin til at SSP vil undir samstarv við festivalarnar, sigur Annlis við Rás2. Steintór Rasmussen og Jón Tyril, fyriskipararnar av teimum størstu festivalunum siga, at teir í mong ár hava tikið fyribyrgjandi stig soleiðis at alt fyrigongur undir skipaðum viðurskiftum, men sambært fyriskiparunum hevur alt samstarv áhuga. Jón ella Steintór avvísa tó ákæruna um at rúsevnir floyma á festivalunum. Teir eru báðir samdir um, at ræðumyndin als ikki er eftirfarandi, og at teir ikki hava merkt nakran trupulleika av rúsevnum á festivalunum. Tos hevur verið um at Pipar og Salt aftur skal síggja dagsins ljós í 2009, og Sjúrður Skaale sigur at møguleikin er avgjørt til staðar. Vit kenna øll Esmar Eysturoy, Torstein í Sumba, skótan í Bø og teir ymsu persónarnir ið hava mynda Pipar og Salt seinastu nógvu árini. Og nú er møguligt, at vinmenninir Sjúrður og Jákup aftur trína á føroyskan pall við væl umtóktu skemti sendingini Pipar og Salt. Sjúrður Skaale sigur við Sosialin, at tos hevur verið um at gera eitt hvørt Pipar og Salt tiltak seinni í árinum, men hann vil ikki avdúka hvørjar ætlanir teir báðir vinmenninir hava júst enn. Sjúrður sigur, at einki er avtala enn, men at teir báðir vinmenninir hava tosa um at trína á pallin enn einaferð. Pipar og Salt møguliga aftur á skíggjan Kenna lítið til rúsevni á festivalum