fríggjadagur 16. januar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 11 - 16. januar 2009
lýsingar
PHD-SKEIÐ
Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA
- várið 2009
HEITI: HAV OG VEÐURLAG
Lestrarstig
7,5 ECTS
Upptøkukrav
Bachelor heiti í náttúruvísind (ella samsvarandi)
Endamál
At geva eina breiða lýsing av tí leikluti, sum havið
hevur í veðurlagsskipanini; hvussu havið verður
ávirkað av náttúrligum og mannaelvdum veður-
lagsbroytingum, og hvussu tað er við til at gera og
ávirka hesar broytingar.
Ábyrgd av phd-skeiðnum
Bogi Hansen, professari við Fróðskaparsetur
Føroya
Skeiðsstað
Fróðskaparsetur Føroya, Náttúruvísindadeildin,
Nóatún 3, 100 Tórshavn
Skeiðsbyrjan
Vika 5/2009
Evni
Skeiðið verður skipað eftir bókini “The oceans and
climate” hjá Grant Bigg, men verður útbygt við
brotum úr IPCC frágreiðingini frá 2007 og
vísindaligum ritgerðum. Viðgerðin er heims-
umfatandi, men við serligum denti á havleiðirnar
kring Føroyar.
Innihald: Veðurlagsskipanin, sambandið millum
hav og luft, havsúrgan, ENSO, NAO, AMO, AO,
havið og náttúrligar veðurlagsbroytingar, hav-
leiðirnar kring Føroyar í veðurlagshøpi, termohalint
rák og veðurlag, rákini tvørtur um Grønland-
Skotlands ryggin, Arktis, náttúrlig og mannaelvd
ávirkan á veðurlagið, komandi veðurlag.
Undirvísing
60 fyrilestrar + umrøða av frágreiðingum og fram-
løgum.
Døming
Skeiðið verður mett sum Staðið ella Ikki staðið.
Tvær ferðir undir skeiðnum og eina ferð aftaná lata
tey lesandi inn frágreiðingar og hava eina framløgu
um uppgivin evni. Verða hesi øll góðkend, er
skeiðið staðið.
Arbeiði
Tey lesandi mugu rokna við at brúka 200 tímar
(íroknað fyrilestrar, frágreiðingar, framløgur og
fyrireiking).
Tilmelding
Tilmelding á setur@setur.fo áðrenn 20. januar 2009
(Tikin útbúgving skal upplýsast).
Nágreiniligari upplýsingar um skeiðið eru at fáa á
Setursskrivstovuni. Fyrivarni verður tikið fyri
møguligum broytingum.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Grundskeið í lóg á
Fróðskaparsetri Føroya
Í vár verður væl umtókta Grundskeiðið í lóg aftur á
Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri
Føroya.
Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini
á Fróðskaparsetrinum.
Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki
hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja
menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa
betri fatan av lógum og juridiskum teksti.
Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar aðru
hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 –
13.00.
Skeiðið byrjar mánadagin 9. februar 2009 og endar
við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mikudagin
27. mai 2009.
Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av
lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í
serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan
stjórnarlóg og fyrisiting.
Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið skeiðið út,
og tilsamans sjey flokkar hava lokið prógv. Sera
stórur áhugi hevur verið fyri skeiðnum.
Ábyrgd av skeiðnum hevur Kári á Rógvi LL.M.,
lektari í løgfrøði.
Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróð-
skaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 8.000
fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald.
Umsókarblað fæst við at venda sær til Søgu- og
samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf.
352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.
setur.fo
Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 26.
januar 2009.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Hagafundur
fyri Innastahaga í Skálavík
Hagafundur fyri Innastahaga verður á Keldu
leygardagin 31. januar 2009 kl. 20.00.
Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður
nýggjur eykahagafundur lýstur at verða kl.
20.30 sama dag.
1) Framløga av roknskapi
2) Val av hagastýri
3) Ymiskt
Hagastýrið
Lesið
-so eru tit við!