Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 12 - 19. januar 2009 Í dag eru liðin 200 ár, síðan tann amerikanski rithøvund­ urin og yrkjarin Edgar Allan Poe varð borin í heim í Boston. Poe, hvørs foreldur vóru ferðandi sjónleikarar, gjørdist tvey ára gamal móðurloysingur og vaks upp sum stjúksonur hjá John Allan, einum ríkum tubbaks­ handilsmanni í Richmond. Árini 1815­19 búði familj­ an í London, har Poe fekk sína fyrstu skúlagongd. Poe las eitt ár á Virginia lærda Háskúla og og var eitt skifti á tí gitna hernaðarakademi­ num West Point. Hann giftist í 1836 við systkinabarni sínum, tí 13 ára gomlu Virgin­ iu Clemm, og búði tey komandi árini við sínum hús­ ki í m.a. Baltimore, Rich­ mond, New York og Phila­ delphia. Poe var virkin sum blað­ stjóri og kendur sum bersøg­ in kritikari við eini fagur­ frøðiligari sjón, sum tá var nýggj í USA. Men hann er fyrst og fremst gitin sum skald og stuttsøguhøvundur. Hansara fyrsta yrkingasavn kom út í 1827 og hansara fyrsta søgusavn, Tales of the Grotesque and Arabesque, í 1839. Millum hansara mætas­ tu prosaverk teljast “Ligeia”, “The Fall of the House of Usher”, “William Wilson” og “The Man of the Crowd”. Hansara kendasta – men neyvan besta ­ yrking, “The Raven”, er týdd til at kalla øll heimsins mál, eisini føroyskt. Tað tematiska flogið var vítt, og Poe skrivaði bæði krimi­ søgur, vísindaskaldslig verk, gotiskar ræðusøgur og heimspekiligar essaysøgur. Á Poes døgum var Ameri­ ka ungt, óbúgvið, fult av and­ bráðum sjálvsáliti og í rúk­ andi samfelagsligari og tøkni­ ligari menning. Hóast landið enn bókmentaliga var rættiliga provinsielt, hevði tað nakrar kendar høvundar, t.d. Washington Irving, J.F. Cooper og yrkjaran H.W. Longfellow. Poe er ein av teimum fyrstu í amerikonsk­ um bókmentum, sum hevur europeiskt og heimsbóka­ mentaligt veingjabreiði. Hann setti høg stílkrøv, skapti nýggj tekstasløg og var við til at íbirta ta lýrisku modernismuna, sum tók seg upp Fraklandi í seinnu helvt av 19. øld. Poe fekk, meðan hann liv­ di, nakað av viðurkenning, men – um ein hugsar um løn ella samsýning – lítla og onga takk fyri sítt djúpa, hug­ takandi, ræðandi og kveikj­ andi ritverk. Hann livdi meginpartin av síni ævi í ofta út av lagi fátækum korum. Merkismaðurin Edgar Allan Poe almannakunn­ gjørdi í apríl 1841, áðrenn orðið detektivur var smíðað, og bara tólv ár eftir at Lon­ don hevði fingið sítt fyrsta yrkisliga løgreglulið, heim­ sins fyrstu krimisøgu, við tí afturlatna rúminum sum kjar­ na og berandi hugskoti. Síðani tá hava óteljandi høvundar tikið hetta teksta­ slag upp, og í dag er krimi­ sjangran ein milliarda bók­ menta­ og filmsídnaður. Millum skald, sum hámet­ tu Poe og skilmarkaðu skald­ skaparhugtakið av nýggjum sambært hansara kritisku fatan, kann ein nevna Baudelaire og Mallarmé, og millum prosahøvundar, sum hann hevur ávirkað, teljast – fyri bara at nøkur dømir ­ Dostojevskij, H.P. Lovecraft og Stephen King. Í einum seinni blað fer før­ oyski rithøvundurin Hanus Kamban, við støði í tí nýggjastu granskingini, at tekna eitt portrett av tí ameri­ kanska skaldinum og at lýsa hansara ritverk. Poe 200 ár Maðurin, sum yrkti “Gorp­in” og skrivaði heim­ sins fyrstu veruligu krimisøgu, varð føddur í Boston fyri tveimum øldum síðani Eiðis bygdaráð skipað nevndir Bygdaráðið í Eiðis kommunu hevur nú skipað tær føstu nevndirnar Eiðis kommuna hevur tríggjar fastar nevndir. Í fíggjarnevndini eru bygdaráðsformaðurin Rólant Poulsen, Johan K. Joensen og Hans Jákup D. Johansen. Í teknisku nevnd eru Anfinnur Kruse, formaður, Tom Joensen og Jógvan K. Mørkøre, og í trivnaðarnevndini sita Tom Joensen, formaður, Johan K. Joensen og Annvør Jacobsen. Avensis 2.0 D-4D sol Diesel s/D skrásetingarnr: RV 811 Km: 113.500 Árgangur: 03.12.2003 Útgjald: 47.500 Mðr. gjald: 4.600 (3 ár) kr. 185.000,- ToyoTA CorollA 1.6 H/B AuT. skrásetingarnr: JH 264 Km: 117.878 Árgangur: 10.06.2002 Útgjald: 27.000 Mðr. gjald: 2.701 (3 ár) kr. 108.000,- CorollA 2.0 D-4D TerrA H/B skrásetingarnr: HA 241 Km: 62.285 Árgangur: 14.12.2004 Útgjald: 36.000 Mðr. gjald: 2.350 (5 ár) kr. 142.000,- suBAru legACy 2.0 AuT. skrásetingarnr: AD 873 Km: 100.000 Árgangur: 09.03.2006 Útgjald: 49.500 Mðr. gjald: 3.172 (5 ár) kr. 198.000,- ToyoTA CorollA 1.6 sTC. skrásetingarnr: MR 781 Km: 36.000 Árgangur: 29.05.2006 Útgjald: 43.750 Mðr. gjald: 2.856 (5 ár) kr. 175.000,- ToyoTA rAv4 2.0 vvT-i 4x4 skrásetingarnr: JG 132 Km: 55.000 Árgangur: 03.02.2005 Útgjald: 58.750 Mðr. gjald: 3.744 (5 ár) kr. 235.000,- MAzDA 6 2.0 Bensin skrásetingarnr: GF 564 Km: 97.000 Árgangur: 03.09.2004 Útgjald: 38.000 Mðr. gjald: 2.489 (5 ár) kr. 152.000,- ToyoTA CorollA 1.6 TerrA H/B skrásetingarnr: SD 828 Km: 69.000 Árgangur: 25.11.2003 Útgjald: 31.000 Mðr. gjald: 2.410 (5 ár) kr. 124.000,- CorollA 1.4 lunA B. D-4D skrásetingarnr: SF 673 Km: 88.209 Árgangur: 19.05.2005 Útgjald: 42.000 Mðr. gjald: 2.700 (5 ár) kr. 165.000,- ForD FoCus gHiA 1.6 Bensin skrásetingarnr: VP 011 Km: 35.000 Árgangur: 30.12.2004 Útgjald: 37.000 Mðr. gjald: 2.425 (5 ár) kr. 148.000,-