mánadagur 19. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 12 - 19. januar 2009
Tað er gott, at
býráðslimir í Havn
hava eina meining
um, hvussu tørvurin
á ellis-og røktar-
heimum kann
nøktast, men hetta
seinasta uppskotið
líkist meiri eini
panikkloysn, heldur
borgarstjórin
Ellis-og
RøktaRhEim
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Øll góð hugskot eru
vælkomin. Men hetta sær
nú meiri út sum um, at tað
er eitt sindur av panikki í
minnilutanum í Tórshavnar
Býráði.
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri í Havn veit ikki
ordiliga, hvat hann skal
halda um uppskotið frá
minnilutanum í býráðnum
um, at Tórshavnar Komm-
una ognar sær fýra av
íbúðarblokkunum
Undir
Gráasteini og ger teir til
ellis- og røktarheim.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni, vísur
minnilutin á, at tað hevði
borið til at útvega eini 80
ellis- og røktarheimspláss í
teimum fýra blokkunum.
Heðin Mortensen fegnast
um, at minnilutin í býráð-
num kemur við ítøkiligum
uppskotum
um,
hvussu
ovurhonds stóri tørvurin á
ellis-og røktarheimum í
Tórshavnar
Kommunum,
kann verða nøktaður.
- Tað hava vit brúk fyri
og hetta er sjálvandi eitt
uppskot, sum verður tikið
við í viðgerðini, sigur
borgarstjórin.
Sær svart upp á tað
Men í fyrstu syftu dugir
hann ikki at ímynda sær, at
hetta er ein loysn, sum letur
seg gera at fremja, tí hann
ivast stórliga í, um tað yvir-
høvur ber til at gera íbúðar-
blokkarnar til ellis- og røkt-
arheim, uttan at tað fer at
kosta heilt órímiliga nógv.
Tí heldur hann, at akkurát
hetta uppskotið er nakað
sveimandi og at tað kanska
meiri er ein ábending um,
at fjáltur er komin á minni-
lutan.
- Hetta uppskotið tykist
ikki at vera serliga væl
gjøgnumhugsað,
heldur
borgarstjórin.
Hann sigur, at tá ið vit
tosa um ellis-og røktarheim
hugsa við oftast um bygn-
ingar í einari hædd, ella í
mesta
lagi
í
tveimum
hæddum.
Men her talan um blokkar
í fýra hæddum, sum eru
bygdir til íbúðir.
- Fyri tað fyrsta hava
stórir trupulleikar verið við
sjálvari byggingini.
- Men skulu teir brúkast
til ellis- og røktarheim,
merkir tað, at búfólkið skal
flytast upp og niður ímillum
fýra hæddir í lyft, umframt
at starvsfólk skal flytast
upp og niður ímillum fýra
hæddir og harafturat eisini
ímillum fýra blokkar.
Hann ivast eisini í um
lyftir og hurðar eru nóg
breiðar til tær sengurnar,
sum verða brúktar í ellis-
og røktarheimum.
- Og so eru tað bruna-
krøvini, sum eru ómetaliga
strong til ellis- og røktar-
heim.
Heðin Mortensen sær
tískil fyri sær, at tað fer at
verða so dýrt at byggja
blokkarnar um til ellis- og
røktarheim og at lúka tey
krøv, sum setast til slíkar
bygningar, at nyttan ikki
upp á nakran máta fer at
standa mát við kostnaðin.
- Og lúka vit ikki krøvini,
fáa vit heldur ikki stuðul
frá landinum, hvørki til
bygging ella til rakstur,
leggur hann afturat.
Nú er uppskot frammi um at Tórshavnar Kommuna ognar sær fýra av íbúðarblokkunum Undir Gráasteini til ellis- og røktarheim,
men tað sær borgarstjórin ógvuliga svart upp á
Minnilutin í Tórs-
havnar býráði mælir
nú býráðnum til at
gera fýra av íbúðar-
blokkunum Undir
Gráasteini til ellis- og
røktarheim
Ellis-og
RøktaRhEim
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Minnilutin í Tórshavnar
Býráð hevur nú sett fram
eitt ítøkiligt uppskot um,
hvussu tann ovurstóri tørv-
urin á ellis- og røktar-
heimum í Suðurstreymoy
fyri ein stóran part kann
nøktast.
Minnilutin staðfestir at
eldraøkið er 100% ein
landsuppgáva.
Men
Sjúrður
Olsen,
Annfinn Brekkstein, Vagn
Johannsen og Jan Christian-
sen
í
minnulutanum
í
Tórshavnar Býráði, halda
kortini ikki at kommunan
kann sita hendur í favn,
ímeðan
eldri
fólk
í
kommununi líða neyð.
Tí mæla teir nú Tórs-
havnar Býráði til at keypa
fýra av íbúðarblokkunum
Undir Gráasteini og gera
teir til ellis- og røktarheim.
Í tíðindaskrivi í gjár-
kvøldið siga teir, at hesir
fýra
blokkarnir
kunna
gerast um til ellis og
røktarheim til eini 80 fólk.
- Hetta merkir eisini at tað
verður nógv lættari hjá
heimahjálpini
at
loysa
uppgávurnar av tí at so nógv-
ir brúkarar eru savnaðir á
sama staði, siga teir.
Teir halda, at tað ber til at
gera blokkarnir klárar til
endamálið upp á minni enn
eitt ár.
Minnilutin hevur eisini
spurt seg fyri hjá løgfrøð-
inginum hjá Føroya Banka,
og hann vísti ikki aftur, at
tað kundi borið til hjá
kommununi at keypt teir
fýra bygningarnar til ellis-
og røktarheim.
Langt á mál
Teir fýra býráðslimirnir
vísa á, at tað er í Tórshavnar
kommunu, at tørvurin á
ellis- og røktarheimspláss-
um er størstur.
Tí halda teir eisini, at
landið í nógv størri mun,
eigur at verða við til at
loysa trupulleikan.
Teir vísa á, at í Tórshavnar
Kommunu er ein ætlan um
at byggja ellis- og røktar-
heim yviri við Strond.
Hetta er ein ætlan, sum er
mett til at kosta 48 milliónir
men har verða bara 24 pláss
og tað fara at ganga fleiri ár
til tann byggingin er liðug.
Tað er einasta ítøkiliga
ætlan, sum er í løtuni á
hesum øki, men Heðin
Mortensen,
borgarstjóri,
sigur, at seinni er ætlanin at
byggja 24 pláss afturat
Yviri við Strond, so at har
verða 48 pláss tilsamans.
Samstundis
staðfesta
Sjúrður Olsen, Annfinn
Brekkstein, Vagn Johannsen
og Jan Christiansen at tað
130 fólk í kommununi hava
bráðneyðugan tørv á at
sleppa á ellis- og røktarheim,
men av teimum eru tað yvir
70 fólk, sum tað er serliga
bráðneyðugt
at
útvega
stovnspláss til.
So tað er langt á mál at
nøkta tann tørv, sum er.
Tí heldur minnilutin í
Tórshavnar Býráði, at tað
rættasta er at útseta ætlanina
yviri við Strond og at
Tórshavnar Býráð heldur
tekur samráðingar upp við
landstýrið um at loysa hesa
uppgávuna í felag.
- Vit vita at talan ikki er
um ta fullkomnu loysnina,
men ásannandi stóra tørvin
á plássum til eldri, halda vit
hetta uppskotið vera eina
nýtiliga loysn, siga teir fýra
býráðslimirnir.
Íbúðarblokkar í Havn gerast til røktarheim
Panikkur í býráðnum í Havn
Bíligari at reka Altingið
Fyri at vísa ein góðan vilja, nú landið er í fíggjarligari
trongstøðu, hevur íslendska Altingið samtykt at lækka
sínar egnu rakstrarútreiðslur í ár. Í mun til ta uppruna-
ligu játtanina eru 10 prosent skarvað av útreiðslunum.
Tað svarar til smáar 10 milliónir krónur í okkara peng-
um. Sturla Böðvarsson, sum er formaður í Altingi-
num, sigur við fjølmiðlarnar, at umleið helmingurin
av sparingini kemst av, at tingmenn hava samtykt at
skerja sína egnu løn. Hitt skal sparast í skrivstovu-
rakstrinum, sigur hann.
Mortan Rasmussen
formaður í Eldraráðnum
Nýggja eldraráð Tórshavnar Kommunu hevði sín fyrsta fund mánadagin 12. jan-
uar. Forkvinnan, Marita Arge Magnussen, segði seg á fundinum frá sum for-
kvinnu. Ístaðin bleiv nýggjur formaður Mortan Rasmussen. Marita Arge Magnus-
sen bleiv vald at verða næstforkvinna, og Jákup Lindenskov sum skrivari. Nevndin
sær nú soleiðis út: Nevndarlimir: Mortan Rasmussen, form. Marita Arge Magnus-
sen, næstforkvinna. Jákup Lindenskov, skrivari. Jóannes Dalsgarð, Gunnvør Joen-
sen. Eykalimir eru: Ása Østerø, Grete Ellingsgaard og Poula Apol. Tiltakseyka
limir eru: Brynhild Danielsen og Marjun Sigurðsdóttir. Nevndarfundur verður
aftur mánadagin 26. januar klokkan 10.