Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 13 - 20. januar 2009 Skókastarin vil til Sveis Irakski tíðindamaðurin, sum lat seg úr skónum og tveitti teir eftir nú fyrrverandi amerikanska forsetanum George W. Bush, ætlar sær at søkja um politiskt friðskjól í Sveis. Tað sigur sveisiski sakførari hansara, Mauro Poggia. Sambært sakføraranum kennir Mundtadhar al-Zeidis seg ikki tryggan í Irak. Al-Zeidi situr í varðhaldi, meðan hann bíðar eftir, at rætturin skal viðgera tilburðin tann 14. desember, tá hann tveitti skógvarnar eftir Bush tó uttan at raka. Lærararnir í verkfalli Næstan ein hálv millión lærarar í afrikanska landinum Kenya fóru í verkfall gjáramorgunin fyri at leggja dent á kravið um ein betra sáttmála við tað almenna skúlaverkið. Verkfallið hevði við sær, at meiri enn átta milliónir skúlanæmingar í 18.000 skúlum fingu frí. Lærararnir í Kenya eru serliga misnøgdir við lønina, sum í løtuni ligur millum 130 og 500 dollarar um árið. Nú krevur lærarafelagið, at lærarar skulu fáa 176 dollarar í byrjanarløn, og at endalønin verður 1.154 dollarar um árið. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ivast onga løtu í, at tað verður trupult at loysa knútin, sum hevur tikið seg upp í samráðingunum millum Føroyar og Noreg Fiskivinnustríð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn eru ongar nýggjar sam- ráðingar avtalaðar millum Føroyar og Noreg um nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2009. Líkt er heldur ikki til, at nøkur gøta er lættgongd í komandi samráðingum, soleiðis sum norðmenn hava læst seg fastar í, at avtalan um eykakvotuna av makreli millum londini skal tvinnast uppí vanligu fiski- veiðiavtaluna millum lond- ini. - Samband er millum part- arnar, men einki ítøkiligt er á borðinum enn, sigur lands- stýrismaðurin, sum harmast um norsku krøvini um makrelin, ið hann heldur vera órímilig – fyri ikki at siga sera órímilig og ódám- lig. Strandalondini í verandi makrelavtalu eru í løtuni ES, Noreg og Føroyar. Umframt avtalaða býtið av makrelkvotuni, hevur ES ásett sær eina eykakvotu sunnanfyri upp á 35.000 tons, og tí hevur eisini ligið í kortunum, at Noreg og Føroyar fóru at áseta sær eina tilsvarandi kvotu norð- anfyri. - Vit hava slett ikki tosað við norðmenn um hetta, og tá samráðingar vóru í Føroy- um herfyri um vanligu fiski- veiðiavtaluna, tengdu norð- menn eykakvotuna av makr- eli upp í fiskiveiðisamráðin garnar. Jacob Vestergaard sigur, at norska kravið upp á tey 35.000 tonsini eyka av makreli skuldi vera 80%. - Men hetta kundu vit slett ikki góðtaka. Vit vildu hava, at fiskiveiðiavtalan landanna millum fekst upp á pláss, og síðan kundu vit finna út av makrelbýtinum. Men hetta vildu norðmenn ikki. Teir tvinnaðu býtið upp í samlaðu avtaluna. Landsstýrismaðurin er vónbrotin av, at avtalan, sum Føroyar og Noreg gjørdu fyri jól um, at skipini hjá hvørjum øðrum kundu fiska uppá konto, til enda- liga fiskiveiðiavtalan var komin upp á pláss, varð kveistrað til viks av norð- monnum. - Vit viðgera nú støðuna neyvt her heima, og tá vit eru komin til eina niður- støðu, fara vit aftur til sam- ráðingarborðið, sigur Jacob Vestergaaard, sum harmast um, at norðmenn tykjast vilja brúka fiskiveiðiavtalun sum jarnbrot í stríðnum um ein størri part av makrel- kvotuni. - Tað verður trupult at loysa knútin - Vit viðgera nú støðuna neyvt her heima, og síðan fara vit aftur til samráðingarborðið við norðmenn, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður - Vit fóru avstað í góðari trúgv og við fiskiloyvi, sum var undirritað av Noreg og Føroyum. Men eftir fáum døgum vórðu vit bidnir um at sleppa okkum úr norskum sjógvi innan ein ávísan klokkutíma, siga skiparar á føroyskum flakatrolarum, sum heita á føroyskar myndugleikar um at fáa fiskiveiðiavtaluna við Noreg upp á pláss sum skjótast Fiskivinnustríð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skipararnir á teimum fýra flakatrolarunum, sum í hes- um døgum fiska í gráu leið- ini eystanfyri, hava sent skriv heim til Føroya, har heitt verður á Føroya lands- stýri og Fiskimálaráðið um at fáa fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Noreg upp á pláss sum skjótast. - Vit eru fýra flakatrolarar, sum eru farnir avstað við 150 monnum umborð at fiska í norskum sjógvi, eins og vit hava gjørt á hvørjum vári – heilt síðan fiiskiveiði- avtalur vórðu gjørdar land- anna millum. Í skrivinum, sum eisini er sent fjølmiðlunum, verður sagt, at skipini fóru avstað í góðari trúgv og við einum fiskiloyvi umborð, sum var undirritað av báðum pørt- um, Noregi og Føroyum. Norsk kravboð - Men eftir fáum døgum verða vit bidnir um at sleppa okkum úr norskum sjógvi innan ein ávísan klokkutíma. Orsøkin skal vera, at sáttmálasamráðing- ar landanna millum eru slitnaðar, tí londini ikki kundu koma ásamt um býtið av makrelkvotuni. Skipararnir vísa á, at skip- ini, sum fiska makrel, gera ikki brúk av hesi kvotu fyrr enn í summar ella í heyst, men fiska sild og annan uppisjóvarfisk hesa tíðina av árinum. - Vit umborð á flakatrol- arunum meta okkum vera gíslar í hesum máli, nú vit sum einastu skip úr øllum londum fyri 12 døgum síð- an vórðu tveittir úr norsk- um sjógvi. Úrslitið er, at vit noyðast at fiska í russiskum sjógvi, har 80% av fiski- leiðunum eru friðaðar. Útreiðslur eta Skipararnir leggja aftrat, at nú noyðast teir at tóva eftir at kalla lítlum og ongum, samstundis sum 50.000 lit- rar av olju verða brúktir um samdøgnið. - Vit vilja tí spyrja, hvar okkara útlátspolitikkur er, sum vit hoyrdu serliga nógv um stutt fyri jól. At enda í brævinum heita skipararnir á landsins myn- dugleikar um at fáa fiski- veiðiavtaluna upp á pláss sum skjótast. - Hetta má gerast, aðrenn hesin túrurin verður etin upp av útreiðslum, tí tíðin, skipini kunnu vera burtur, er avmarkað, siga teir fýra skipararnir, Sonny Johanne- sen (Enniberg), Ólavur Bis- kupstøð (Skálaberg), Bran- dur Joensen (Sundaberg) og Erland Olsen (Vestur- vón). 150 mans gíslar av norskum »stórsinni« Sonny Johannesen er skipari umborð á Ennibergi, og hann er ein teirra, sum standa aftanfyri brævið til landsstýrið og fiskimálaráðið Mynd: Vilmund Jacobsen