týsdagur 20. januar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 20. januar 2009
27
tíðindi
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Elsabeth
Bjarnason
fer til gravar úr Foss
vogskapell í Reykjavík
hósdagin
22.
januar
klokkan 13.
Rigmor
Thomsen,
Norðragøtu, andaðist í
Slagelse
sunnudagin
18. januar, 86 ára gom
ul.
Leygardagin andaðist á
Landssjúkrahúsinum,
Henny
Jensen
úr
Kvívík, 86 ára gomul.
Kistan fer úr Lands
sjúkrahúskapellinum
týskvøldið klokkan 19.
Jarðarferðin verður úr
Kvívíkar kirkju miku
dagin klokkan 13. Sung
ið verður úr sálmabókini.
Tey ið ynskja at senda
eina heilsan, kunnu lata
Kvívíkar kirkju eina
gávu.
Herborg
Olsen
á
Argjaboða, ættað úr
Leirvík, andaðist á heim
inum í Vallalíð sunnu
dagin 89 ára gomul.
Kistan fer av Vallalíð
týsdagin
kl.15.Jarðar
ferðin verður úr Argja
kirkju mikudagin kl.13.
Tey, ið vilja minnast
Herborg
kunnu
lata
heiminum
í Vallalíð
eina peningagávu, konta
í peningastovnunum.
Elma Bech, ættað úr
Porkeri, andaðist sunnu
dagin á Slagelse sjúkra
húsi, 81 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
20. januar. Brøðramessa. Hildin til minnis um
teir báðar Fabianus og Sebastianus. Teir eru ikki
brøður, men vórðu fyri trúar sakir tiknir av døgum
sama dag í árinum, Fabanus, sum var pávi, umleið
ár 250, og Sebastianus – kristin hermaður –
umleið ár 288. Tað sigst, at teir báðir eru jarðaðir
undir tí núverandi kirkjuni San Sebastian í Róm.
Fabianus er rómverskt ættarnavn. Sebastianus er
upprunaliga grikst navn, ið merkir heiðurverdur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Í Sosialinum tann 21. januar
1984 er ein grein um økið í
Vágsbotni, har sum mat
stovan Perlan stóð. Havnar
fólk ynsktu eftir øllum at
døma ikki, at byggjast skul
di aftur á økið.
Matstovan og gistingar
húsið Perlan læt á fyrsta sin
ni upp í 1942. Tað var Gunn
ar Olsen sum byrjaði virk
semið har, men longu árið
efir tók Poul Rasmussen
yvir.
Í 1945 keypti Conrad
Skaale bygningin og helt
fram við matstovuni og
gistingarhúsinum. Conrad
Skaale seldi Tórshavnar
kommunu
bygningin
í
1957. Tá leigaði Eyvind
Binderup bygningin til mat
stovu. Frá 1964 til 1972 rak
Jógvan Samuelsen Perluna.
Eftir tað var Perlan brúkt
sum spælistað hjá ymiskum
orkestrum.
Tá Perlan varð tikin niður,
samtykti býráðið at Perlan
kundi fara, um annað hús
varð bygt har ístaðin. Býráð
ið hevði eisini fingið tekn
aða nýggja Perlu, sum eftir
ætlan skuldi kosta umleið
1,3 milliónir krónur.
Heðin Mortensen, for
maður í mantamálanevndini
hjá Tórshavnar býráð, sigur
við blaðið at uppskotini um
hvat skal gerast á økinum,
har sum Perlan stóð, vórðu
almannakunngjørd herfyri
og nógv fólk høvdu sagt
sína meining um hetta mál
ið. Men líkt var til, at
havnarborgarar ikki ynsktu
at nakað varð bygt har ístað
in. Fólk vóru samd um, at
nú Perlan er burtur, koma
kirkjan og bygningarnir á
Bryggjubakka veruliga til
sín rætt.
Fyri 25 árum síðan:
Havnarfólk ynsktu
ikki nýggja Perlu
Her er ein tekning, sum mentamálanevndin hjá býráðnum bað J.P. Gregoriussen tekna, sum eitt uppskot um, hvussu økið kundi
koma at síggja út, um Perlan ikki var bygd upp aftur
Tá Perlan varð tikin niður,
ynsktu havnarborgarar
ikki, at nakað varð bygt
har ístaðin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum
á ymiskan hátt gleddu okkum
á gullbrúdleypsdegnum 20. desember.
Somuleiðis ynskja vit øllum
eitt gott nýggjár.
Anton og Mathea Petersen, Sandur