týsdagur 20. januar 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 13 - 20. januar 2009 ]
Staffan Olsson er
óivað besti svenski
hondbóltsspælarin
nakrantíð, og eisini
ein av Heimsins bestu
hondbóltsspælarum
gjøgnum tíðinnar. Nú
skal hann saman við
Ola Lundgren royna
at fáa Svøríki fram í
fremstu røð aftur
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Svenska
hondbóltssam
bandið hevur eitt brennandi
ynski
um,
at
svenska
manslandsliðið í hondbólti
aftur skal verða millum
heimsins bestu. Um aldar
skiftið hevði Svøríki vunnið
eina røð av EM, HM og OL
heiðursmerkjum, men sein
astu 6 árini hevur verið
reint galið. Og eru endaspæl
farin framvið, uttan at
Svøríki hevur megnað at
spælt seg í hesi EM, HM og
OL endaspølini, og tað er
nakað, sum eingin dugdi at
ímynda sær kundi henda, tá
ein var vitni til tey mongu
svensku heiðursmerkini.
Tað manglaði bert OL
gullið,
so
var
veitslan
fullkomin. Íshokki og fót
bóltur hava stóra undirtøku
í Svøríki, og krevst tað
eisini góð úrslit hjá hond
bóltunum fyri at vinna áhug
an hjá svenska fólkinum.
Nú er tað nýggja unga
hondbóltslandsliðið
so
komið aftur á ta fyrstu
gomlu slóðina, við at hava
vunnið sær luttøku í HM
endaspælinum, sum er í
Kroatia í hesum døgum.
Legendan
Og tað er ikki nakar »Harra
hvør
sum
helst«,
sum
svenska
hondbóltslands
liðið hevur sett til at verða
landsliðsvenjari saman við
Ola Lundgren.
Talan er um ongan minni
enn sjálva hársíðu legend
ina, Staffan Olsson, sum
fyllir 45 ár tann 26. mars.
Staffan Olsson spælir enn,
og hevur hann enn eitt ár
eftir av sáttmálanum við
norðurtýska liðið, THW
Kiel. Staffan Olsson er ein
sannur risi. Hann er 199 cm
høgur, og vigar hann 99 kg.
Hann er lættur at kenna
aftur á vøllinum við sínum
langa og síða hári. Hann
spældi heilar 357 landsdystir
fyri Svøríki, og skeyt hann
852 mál í hesum 357
landsdystunum.
Og tað er ikki smávegis
av heiðuri sum »Håret«
hevur vunnið. Eyðknevnið
er sjálvandi upplagt. Hann
hevur vunnið 2 HM gull, 4
EM gull, 3 OL silvur, 1 HM
silvur og 2 HM bronsur við
svenska
landsliðnum.
Haraftrat hevur hann vunnið
týsku bundesliguna tvær
ferðir.
Bundesligan
og
spanska hondbóltsligan eru
heimsins bestu hondbólts
ligur í manshondbólti.
Multitalent
Sum so mong onnur stór
ítróttarfólk, so var Staffan
eitt multitalent innan ítrótt.
Sum
smádrongur
vandi
hann bæði hondbólt, fótbólt,
svimjing, frælsar ítróttir og
íshokki. Men tá saman um
kom, so valdi Staffan Olsson
at satsa 100% uppá hond
bóltin, og tað er nakað sum
øll hondbóltshugað í Svøríki
kunnu fegnast um. Staffan
fær ræðuliga nógvar spurn
ingar um sítt Samsonkenda
hár, men tað tekur hann bara
við einum stórum smíli.
Tá eg var ungur, so var
tað rættiliga væl umtókt at
hava langt hár. Tá royndi eg
at seta hárið upp, og at
brúka pannuband, men mær
dámdi tað ikki. Men hárið
órógvar meg ikki, tað er nú
meira
áskoðarnir
sum
ganga høgt uppí hárið hjá
mær. Sigur Staffan Olsson.
Gott yvirblikk
Steffan heldur sjálvur, at
størsta styrkin hjá honum
er tað stóra yvirblikkið. Sín
størsta veikleika metir hann
verða, at lagið svingar ov
nógv, og tað gongur sjálv
andi tíðum út yvir hann
sjálvan, og restina av liðn
um. Men Staffan heldur
sjálvur, at hann er vorðin
róligari við árunum. Tað
sum Staffan elskar við
hondbólti, er at ítróttin
hevur alt, sum kann ynska
av einum ítrótti: Tað er
undirhaldandi, og ógvuliga
áskoðaravinarligt við nógv
um málum. Ein kann altíð
gerast betri í hondbólti. Tað
er ikki sum í bovling, at tá
ein
hevur
fingið
10
»strikes« á rað, so hevur ein
gjørt sítt. Hondbólturin hev
ur tað mesta.
Ikki bara lætt
Men viðhvørt hevur tað
verið torført at verða Staffan
Olsson. Tá Svøríki var HM
vertur í 1993, bleiv Staffan
ofta gjørdur til syndabukk
fyri dystirnar, sum vertsliðið
tapti. Tá Olympisku Leik
irnir vóru í Sidney í 2000
bleiv Staffan skaddur í
innleiðandi bólkaspælinum,
og mátti hann síggja teir
avgerandi
dystirnar
frá
áskoðaraplássunum.
Spælistílurin hjá honum
er ógvuliga krevjandi, og tí
hendir tað ofta, at Staffan
Olsson situr uttanfyri við
skaða. Tá HMendaspælið
var í Fraklandi í 2001 gav
Staffan avboð til svenska
landsliðið, tí hann kendi
seg ikki mentalt væl fyri,
og hann metti, at kroppurin
trongdi til hvílu. Tá var
nógv, sum talaði fyri, at
Staffan hevði spælt sín
seinasta
landsdyst
fyri
Svøríki, eftir 15 ár í gulu og
bláu troyggjini.
Men hann var við aftur,
tá Svøríki var EMvertsland
í 2002. Størsta ítróttarløtan
hjá Staffani, var tá Svøríki
vann HMgull í 1990. Hetta
heiðursmerkið, er tað sum
Staffan metir hægst av
teimum heiðursmerkjunum,
hann hevur vunnið við
svenska
hondbóltslands
liðnum. Heiðursmerki hann
er næstmest glaður fyri, er
tá tað eydnaðist svensku
spælarunum at vinna EM
gull á heimavølli. Hann
heldur, at tað var ein ótrúlig
kensla at vinna EMgull á
heimavølli, og at hava
stuðul frá 14.000 áskoðarum
í Globen í Stokkhólmi.
Nógv ár í Kiel
Staffan spælir við týska
liðnum, THW Kiel, sum
hevur havt nógvar svenskar
spælarar á liðnum gjøgnum
árini. M.a. kunnu nevnast
Stefan
Lövgren,
Johan
Pettersson
og
Magnus
Wislander. Staffan hevur
spælt við Kiel síðani 1996.
Áðrenn Staffan kom til Kiel
spældi hann við Huttenberg,
HK Cliff og Nierwurzbach.
Saman við konuni, Marie
og báðum børnunum trívist
Staffan væl í Týsklandi.
Superveteranurin hevur
bara eitt ár eftir av sátt
málanum við Kiel. Hann er
ikki vísur í hvat hann fer at
gera, tá sáttmálin gongur
út: Tað stendur skrivað
onkustaðni á himmalhválv
inum hvat eg skal gera í
framtíðini. Møguliga komi
eg at arbeiða hjá einum av
sponsorfyritøkunum
hjá
landsliðnum, sum framleiðir
knæverju. So komi eg
framvegis at hava samband
við hondbóltin. Men hetta
er ikki nakað, sum eg eri
bangin fyri.
Staffan er tó fullvísur í, at
tá hann er givin sum
yrkisspælari, so fer hann at
búseta seg í Stokkhólmi. Nú
hjálpir hann Ola Lundgren
við tí nýggja ungu svenska
landsliðnum. Og tað er ikki
at taka seg aftur í, at hesir
hava allir verið Staffan
Olssonfjepparar á ungum
árum. Um enn tað langa,
síða hárið er farið at grána.
Legendan vorðin
landsliðsvenjari
Síða hárið er gránað nakað, men hondbóltsheilin er framvegis intaktur hjá Staffan Olsson, sum
telist millum størstu svensku honbdóltsnøvnini yvirhøvur
Mynd: Polfoto/AP
City hevur keypt Bellamy
Manchester City hevur enn ikki fingið hendur á Kaka. Men
fyri tað heldur nýríka felagið á fram við at styrkja um spælara
hópin. Nú er greitt, at Craig Bellamy skal styrkja um álopið
hjá Mark Hughes, ið eisini hevur arbeitt saman við Bellamy, tá
Hughes vandi walisiska landsliðið. Enskir miðlar skriva, at
Manchester City rindar á leið £14 mió fyri spælaran, sum nú
fer til Tenerifa, har hópurin er á venjingarlegu. Og sum skilst,
er als ikki ósannlíkt, at hollendski Nigel de Jong, sum spælir
við týska Hamburger SV, eisini legst afturat hópinum. Hann
kostar sambært ensku miðlunum £13 mió.
Steypakapping í fimleiki
Komandi sunnudag verður høllin á Kambsdali karmur
um fyrru steypakappingina í estetiskum fimleiki. Í tíð
indaskriv sigur Fimleikasambandið, at 23 lið hava meld
að seg til kappingina, og eru hesi liðini úr Flog, Støkk,
Ljósinum og Havnar Fimleikafelag. Ból karnir, sum
kappast, eru pinkur, smágentur, gentur, unglingar og
kvinnur. Seinna steypakappingin í vár verður í høllini í
Runavík, og verður hetta hann 7. og 8. mars.