Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2009 Tá Løgtingið samtykti fíggjar­lógina fyr­i 2009, samtykti tað eisini at sker­ja r­ættar­tr­ygdina hjá bor­gar­anum og eftir­litið við umboðs­ valdinum og lands­ húsar­haldinum Sparingar Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Á fíggjarlógini fyri 2009 eru fleiri sparingar at síggja. Fíggjarnevndin hjá løgtingi­ num sat leingi og viðgjørdi fíggjarlógina, og kom at enda við einum uppskoti, ið Løgtingið samtykti. Á fíggjarlógini eru tveir stovn­ ar skerdir, ið ikki áttu at verðið skerdir sambært løg­ tingsformanninum Hergeir Nielsen. Teir stovnarnir eru Løgtingsins Umboðsmaður og Landsgrannskoðanin. Játtanin til Løgtingsins Umboðsmann er skerd við góðari hálvari millión krón­ um á fíggjarlógini, og játtan­ in til Landsgrannskoðanina á leið tað sama. Hetta hevur, sambært Hergeir Nilsen, sera óhepnar avleiðingar við sær. Í løgtingslógini um Løgtingsins Umboðsmann stendur, at »virksemið umboðsmansins fevnir um alla fyrisiting heimastýrisins (t.e. lands­ og kommunalu)« og at lógin er eisini galdandi fyri feløg, stovnar, felags­ skapir við meira, ið verða roknað við til almennu fyri­ sitingina. Uppgávan hjá um­ boðsmanninum er at hava eftirlit við at hesar umsiting­ areindir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna fyrisitingin ikki fremur órætt móti ein­ staka borgaranum. Skerja rættartrygd og eftirlit Í einum lesarabrævi fríggja­ dagin, skrivar Hergeir Niel­ sen milum annað um skerj­ ingina, at »Henda avgerð fer at geva umboðsmanni­ num trupulleikar við virk­ semi sínum komandi ár, m. a. um tørvur verður á ein­ um setursumboðsmanni el.« Um so er, at umboðs­ maðurin fær eitt mál, har umboðsmaðurin ikki følir seg gegnigan, er neyðugt við einum setursumboðs­ manni. ­ Vanliga hevur Jóg­ van Andreasen, fyrrverandi umboðsmaður, tikið á seg hesa uppgávu, men hann hevur boðað frá, at hann ikki vil hetta meira. Tí kann verða neyðugt at biðja ein uttanífrá. Tað kann verða kostnaðarmikið, og tað er millum annað tað, henda játtanin skal brúkast til, sigur Hergeir Nielsen, løg­ tingsformaður. Vanlig mannagongd í øðr­ um londum er, at umboðs­ maðurin fær ta játtan, hann biðjur um. Har er tað í eumumhvørjum føri stovn­ urin sjálvur, ið ger av, hvat honum tørvar, til tess at loy­ sa sína skyldu til fulnar. ­ Tá politiski eftir­ litsmyndugleikin verður skerdur, verður rættartrygd­ in og fólkaræðið eisini skerd. Slíkir stovnar skulu ikki vera spentir fastir innan fíggjarligar karmar, og grundarlagið undir teimum ridlar, tá teir ikki fáa arbeitt soleiðs, sum teir sjálvir hal­ da at teir virka best, vísir Hergeir Nielsen á. Vandamikið signal Tað er ikki bert løgtingsins umboðsmaður, ið verður skerdur. Landsgrannskoðan­ in, ið hevur til fremstu upp­ gávu at halda skil á lands­ húsarhaldinum, er eisini skert umleið hálva millión, og tað hóvar løgtingsfor­ manninum lítið. ­ Soleiðis sum eg skilji á lagnum, verður Landsgrannskoðanin møgu­ liga noydd at siga fólki úr starvi. Hetta er ein sera týdningarmikil stovnur, ið hevur verið róstur til skýggj­ anna av tinglimum og lands­ stýrismonnum. Men við at skerja hesar báðar stovnar­ nar, sendir Løgtingið eitt signal út, um at nú skulu hesir stovnarnir ikki virka so neyvt, sum teir sjálvir meta at teir skulu, til tess at fylgja lógini, sigur løgtings­ formaðurin. Undir triðju viðgerð av fíggjarlógini, skjeyt Hergeir Nielsen saman við øðrum upp, at bæði Løgtingsins Umboðsmaður og Lands­ grannskoðanin fingu ta játtan, teimum tørvar, men tað varð felt av Løgtingi­ num. ­ Við hesum sigur Løgtingið, at nú gera tit tykkara arbeiði for væl, og at tí skulu tit skerjast, vísir Hergeir Nielsen á. Høvuðsútreiðslan hjá báðum stovnunum er til lønir, og teir virka við nøkrum fáum fólkum. Tí heldur løgtingsformaðurin at tann hálva milliónin átti at verðið játtað teimum, soleiðs at virksemið ikki verður skert og harvið eisini bæði rættartrygdin hjá einstaka borgaranum og eftirlitið við umboðs­ valdinum og lands­ búskapinum. Løgtingið sparir rættartrygd og eftirlit burtur Um Løgtingsins Umboðsmann Í lógini um Løgtingsins umboðsmann stendur m.a. at: § 4. Virksemið umboðsmansins fevnir um alla fyrisiting heimastýrisins (t.e. lands- og kommunalu). 2. stk. Lógin er eisini galdandi fyri feløg, stovnar, fe- lagsskapir v.m., ið verða roknað við til almennu fyrisitin- gina sambært fyrisitingarlógini, lógini um alment innlit ella lógini um almennar skráir. 3. stk. Í meting sínari av kommunalari umsiting skal umboðsmaðurin vísa atlit til tær serligu umstøður, kom- munufyrisiting virkar undir. 4.stk. Interkommunalir felagsskapir eru undirlagdir virk- semi umboðsmansins. 5. stk. Virksemi umboðsmansins fevnir ikki um ríkismyn- dugleikar, Løgtingið og stovnar undir Løgtinginum. § 5. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at tær í § 4 nevndu umsitingareindir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. § 6. Ein og hvør kann senda umboðsmanninum klagu um tær í § 4 nevndu umsitingareindir. § 6. 5.stk. Umboðsmaðurin kann sjálvur taka eitt mál til viðgerðar og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi FAKTA Um Landsgrannskoðanina Á heimasíðuni hjá Landsgrannskoðanini stendur soleiðs um stovnin: Landsgrannskoðanin er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum. Landsgrannskoðanin ansar eftir, at land- sroknskapurin er rættur, at roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar, at peningurin er brúktur samsvarandi galdan- di játtanum, lógum og fyriskipanum, og at umsitingin er sparin og virkin. Landsgrannskoðanin stuðlar løgtings- grannskoðarunum í arbeiði teirra. FAKTA - Grundarlagið undir Løgtingsins Umboðsmanni og Landsgrannskoðanini ridlar, tá teir ikki fáa arbeitt soleiðis, sum teir sjálvir halda at teir virka best sambært lógini, sigur Hergeir Nielsen Sleppa ikki av við fisk Tað er ikki bara í Føroyum og Íslandi, at nógvur fiskur er á goymslu. Í Noregi er støðan tann sama, og sambært norsku tíðindastovuni NTR liggja næstan 50.000 tons av fiski í goymsluhúsum fram við strondini. Ein avleiðing av hesum er, at virkini fáa ikki keypt fisk, og tað rakar fiskimenninar, sum tískil ikki sleppa av við veiðina. Bæði fiskimenn og fiskakeyparar vilja hava myndug­ leikarnar í Oslo at leggja uppí fyri at loysa kreppuna, skrivar NTB. Brandalarmur í Hoydølum Skamt eftir klokkan 10 í morgun fóru brandalarmarnir í Føroya Studentaskúla og HF­Skeiði í Hoydølum í gongd. Allir næmingar og lærarar vóru skjótt rikin út úr skúla­ stovunum og út á økið frammanfyri skúlan, og eingin visti hví brandalarmarnir fóru í gongd. Eingin roykur var tó at síggja, og stutta løtu eftir var orsøkin til at alarmarnir fóru í gongd funnin. Tað var eftir øllum at døma ein bóltur, ið var komin í ein brandalarm í fimleikahøllini, ið eisini er saman­ bygd við høvuðsbygningin. So skjótt hetta var greitt, fóru næmingar og lærarar aftur inn skúlan.