mikudagur 21. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2009
Metseljandi danski
høvundin, Hanne-
Vibeke Holst, fær í
dag bókahandlara-
prísin De Gyldne
Laurbær. Men tað var
ikki uttan bardaga
Bókmentir
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Seinastu mongu árini hevur
danski høvundin, Hanne-
Vibeke Holst, verið ein av
best umtóktu og seljandi
donsku høvundunum.
Men hóast hon hevur
skrivað metseljarabøkur øll
vaksnaárini,
skuldi
hon
blíva heili 50 ár, áðrenn
bókahandlarnir untu henni
hesa viðurkenning.
Mikil orðadráttur var í
donskum miðlum herfyri,
av einum hjartasuffi, ella ill-
sinnisglepsi (tað veldst um
móttakaran), frá Honnu-
Vibeke Holst, har hon
alment fanst at danska
ummælaraskaranum
og
mentanarelituni.
Hon var stak ónøgd við,
at hon ongantíð hevði fing-
ið nakra bókmentavirðisløn,
hóast hon, eftir hennara
tykki, hevði uppiborið tað.
Serliga fýltist hon á, at bóka-
handlarnir, sum hava for-
vunnið milliónir av krónur
við søluni av bókum henn-
ara, ikki virdu hana somikið,
at hon var skikkað til
viðurkenningina De Gyld-
ne Laurbær.
Men nú eydnaðist tað lok-
sins.
Og tí verður hátíðarlig
handan av De Gylde Laur-
bær á skrivstovu høvundans
mitt
í
Keypmannahavn
seinnapartin í dag.
Nýggjasta útgávan hjá
Honnu-Vibeke Holst, skald-
søgan Dronningeofret, er
triði og seinasti partur í røð-
ini um kvinnur í politikki.
Hendan hevur longu selt
omanfyri 100.000 eintøk.
Viðurkenningin er fyri
bókarøðina Dronningeofret,
Kronprinsessen og Konge-
mordet. Tað er Boghandler-
klubben, sum letur De
Gyldne Laurbær, aftaná
atkvøðugreiðslu
millum
bókahandlarnar.
Saman við Leif Davidsen
og Jane Aamund er Hanne-
Vibeke Holst millum best
umtóktu rithøvundunum í
Danmark seinastu árini,
skriva danskir miðlar.
Endiliga kom
viðurkenningin
Heðin og Marin Katrin
stýra fíggjarnevndini
Fíggjarnevnd Tórshavnar býráðs hevur í dag haft fyrsta
fundin, eftir at hon við ársbyrjan tók við. Fundurin
staðfesti at Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum
verður formaður og Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi
verður næstforkvinna. Hinir nevndarlimirnir í
fíggjarnevnd Tórshavnar býráðs hetta valskeiðið eru
Jógvan Arge úr Tjóðveldi, Elin Lindenskov úr
Javnaðrflokkinum og Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum.
Mynd: www.torshavn.fo
Obama gevur inuittum vón
Fleiri minnilutar vænta sær ágóða av forsetaskiftinum í USA.
Millum minnilutarnar, sum vænta sær nógv av Barrack Obama,
eru inuittarnir í Kanada. Leiðari teirra, Mary Simon, sigur við
KNR, at hon vónar, at Barrack Obama fer at skriva undir og
staðfesta mannarættindalýsingina hjá ST um upprunafólk.
Honb sigur seg eisini vóna, at Obama fer at leggja størri dent á
tiltøk, sum skulu tálma avleiðingum av veðurlagsbroytingum,
enn Bush-stjórnin gjørdi.
Ein meiriluti í Løg-
tinginum noktaði í
morgun fyri at tað
verður almanna-
kunngjørt, hvussu
nógva fráveru almenn-
um starvsfólki hava
vegna sjúku og skeið
Almenn
StArvSfólk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður ikki á hesum
sinni, at almenningurin fær
kunnleika til, hvussu ofta
almenn starvsfólk hava ver-
ið burtur frá arbeiði hesi
seinastu trý árini vegna
sjúku, vegna skeið, ella veg-
na sjúk børn.
Kári P. Højgaard, løgtings-
maður, vakti ans, tá ið hann
í Sosialinum fríggjadagin
greiddi frá, at hann fór at
reisa málið um fráveru hjá
almennum starvsfólki
Í hesum sambandi ætlaði
hann at seta Jóannesi Eides-
gaard, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, um hagtøl
vóru um hesi viðurskifti.
Í morgun skuldi Løgtingið
so atkvøða um, antin Jóan-
nes Eidesgaard skuldi svara
spurninginum ella ikki.
Andreas Petersen mælti
løgtinginum frá at samtykk-
ja, at spurningurin skuldi
svarast, tí hetta var ein alt
ov umfatandi spurningur at
kanna hjá starvsfólkunum í
fíggjarmálaráðnum.
Skal ikki svarast
Og tað tók Løgtingið til
eftirtektar, tí tá ið atkvøtt
var, vóru 15 løgtingslimir
ímóti, at spurningurin verð-
ur svaraður, fýra atkvøður
vóru blankar og bara tvær
vóru fyri, Kári P. Højgaard
og Hergeir Nielsen.
Sostatt er greitt, at spurn-
ingurin verður ikki svar-
aður.
Kári P. Højgaard sigur í
stuttari viðmerking, at hann
tekur avgerðina til eftirtekt-
ar og ger ikki meiri við
málið.
Men hann skilir ikki, at
hetta skal vera so umfatandi,
at tað ikki kann lata seg
gera at svara spurninginum,
tí antin eru hagtøl til skjals,
ella eru tey ikki.
Hann heldur, at slík kunn-
ing er viðkomandi fyri
starvsfólk
á
almennum
stovnum, almenningin og
politiska myndugleikan, tí
úrslitið kann siga eitt sindur
um, hvussu støðan er á
almennum stovnum. Og
vísa tølini, at fráveran er
serliga stór, kann tað vera
eitt tekin um, at arbeiðs-
umstøðurnar ikki eru nøkt-
andi og so kundi politiski
myndugleikin gjørt nakað
við tað.
Til stuttleika kann nevn-
ast, at av teimum 33 tinglim-
unum, vóru bara 21 á fundi
í morgun.
Hvar hinir 13 løgtings-
limirnir hava verið, er ikki
gott at vita, men orsøkin til,
at teir ikki vóru á fundi, var
í hvussu so er ikki at teir
vóru upptiknir á fundi í
nakrari nevnd hjá Løg-
tinginum, tí tað vóru ongir
nevndarfundir á skránni í
morgun.
Tríggir spurningar
Tað, sum Kári P. Højgaard
vildi hava at vita, var um
Jóannes Eidesgaard kann
leggja hagtøl fyri Løgtingið,
sum greina talið av sjúkra-
døgum, fráveru vegna sjúk
børn og skeiðdagar hjá
alment løntum starvsfólkum
hesi seinastu trý árini og
um talið er økt hetta tíðar-
skeið.
Hann vildi eisini hava at
vita um sjónlig munur er í
fráveru á teimum ymsu
stovnunum og um nøkur til-
svarandi tøl eru fyri privata
arbeiðsmarknaðin, sum tøl-
ini kunnu samanberast við.
- Men tá ið ein so stórur
meirilutur í Løgtinginum
ikki heldur, at hetta er við-
komandi, taki eg tað, til
eftirtektar, sigur Kári P.
Højgaard.
Hann ger ikki meiri við
málið, tí hann leggur størri
dent á uppskotið, hann hev-
ur lagt fyri Løgtingið um at
gera eina nøgdsemiskanning
fyri at vita, hvussu nøgd
fólk eru við tænastuna frá
almennum stovnum.
Hann staðfestir, at tað er
misskilt, tá ið summi hava
lagt hetta fram sum um at
hann hevur mist álitið á
almennum starvsfólkið.
- Tey allarflestu gera utt-
an iva eitt gott arbeiðið,
men tað er heldur ongin ivi
um, at tænastan kann vera
betri onkustaðni. Endamálið
við hesum er ikki annað
enn at fáa kortini á borðið
fyri at vita, hvat vit tosa
um, tí tað er fortreytin fyri
at gera nakað við tað, sigur
Kári P. Højgaard.
- Er nakað galið, er tað
als ikki vist, at orsøkin er
ódugnalig starvsfólk. Talan
kann akkurát tað sama vera
um manningartrot, vánaliga
leiðslu ella skeivar manna-
gongdir, leggur hann aftur-
at.
- Og tað er nakað, vit
kunnu gera nakað við – men
bara tá ið vit kenna veruligu
støðuna.
Hanne-Vibeke Holst hevur leingi ynskt sær
De Gyldne Laurbær. Her fær hon boðini frá
formanninum í Boghandlerklubben, Anders
Mejlbjerg.
(Thorkild Amdi / POLFOTO)
Løgtingið noktar at
kanna almenn starvsfólk
Løgtingið vil ikki, at Kári P. Højgaard og Føroya fólk skulu fáa
at vita, hvussu stór fráveran er á almennum stovnum