Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2009 Gamla og velduga søgan um at fara út í heim at leita sær kunnleika og eydnu er myndevni, nú listamaðurin Edward Fuglø fer í holt við at prýða nýggja skúlan við Løgmannabreyt List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað verður listamaðurin Ed­­ ward­ Fuglø, sum skal mynd­­ prýða nýggja skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík. Tað samtykti Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu á fund­i í gjár, tá bólkurin vald­i uppskotið hjá Ed­ward­i Fuglø millum tey trý upp­ skotini, sum komu inn, veit heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu at siga. Alheims søga Listaverkið, sum er ein mynd­rond­ kring miðhøllina í nýggja skúlanum, lýsir eina søgu um tann, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eyd­nu. Mynd­rond­in, sum í støð­ um er seks metrar høg, er gjørd­ úr ymsum tilfari, ið er fest á bróstið í stóru høllini. Fortíð, nútíð og framtíð verða sameind­ við verum úr fornum søgum og kvæð­ um, men eisini við antenn­ um og robottum úr Star Wars. Listamaðurin Ed­ward­ Fuglø sigur um mynd­rond­­ ina, at hon er søgan um tann, ið lurtar og sær og lærir seg at týða tekin. ­ Hetta er eisini søgan um tann, sum hevur áræði og mót, og sum fer gjøgnum eld­ og vatn at náa sínum málum. Hetta er søgan um tað góða, sum sigrar á tí ónd­a, sigur Ed­ward­ og legg­ ur afturat, at hend­a elligamla søgan er veld­ug. ­ Hon er í øllum ment­ anum og allastaðni; hon er í alheiminum. Hend­a søgan verður søgd­ og sungin, yrkt og málað, og við hvørjum nýggjum lívi byrjar hon um­ aftur. Hetta er eitt óend­aligt kvæði, og figurarnir á veggjunum eru risastórir og und­irstrika tað veld­uga. Tað er eins og vitja teir okkum úr alheiminum, har søgan ferðast sum ein geisli ella eitt litfagurt tvunnið band­. Teir skulu geva íblástur, men eisini vera tignarligir. Rúmið ger søguna Á sín sermerkta hátt spælir listaverkið saman við rúm­ ið, soleiðis at upplivingin av verkinum skiftir, alt eftir, hvar tú ert stad­d­ur. ­ Rúmið ger søguna, sam­ an við stød­d­ini á figurunum. Mynd­rond­in og rúmið mugu samskifta og ikki taka ræði hvørt av øðrum. Ert tú nær við og hyggur upp á figurarnar, fært tú eina uppliving, stød­d­in á figurunum ger teir d­eform­ ar. Litir og skap d­ominera. Uppi á brúnni, sum fer gjøg­ num høllina, er upplivingin ein onnur, sigur listamað­ urin. Brotapettini í mynd­rond­­ ini eru í ymsum litum og úr ymsum tilfari. Nøkur eru úr træi og metalli, meðan onn­ ur eru úr plasti og foliu. ­ Ymisku evnini skulu vera við til at und­irstrika ta óend­aligu søguna, frá tí forna fram til science fiction. Heild­arfigurarnir verða hetjur, moyggjar og taland­i fuglar úr gomlum d­øgum. Brotapettini verða robottar, før og verur úr Star Wars. Men søgan er hin sama, sigur Ed­ward­ Fuglø. Oyramerkt listajáttan Nú Ed­ward­ Fuglø fer und­ir at prýða skúlan við Løg­ mannabreyt, verður hann fyrsta listafólkið, sum fer at arbeiða í einum almennum bygningi fyri Listabólkin hjá Tórshavnar kommunu. Virksemið hjá Listabólk­ inum byggir á býráðssam­ tykt frá 22. februar 2007. Í reglugerðini stend­ur, at til bygging, sum Tórshavnar kommuna stend­ur fyri, skal 1 ½ prosent av byggikostn­ aðinum játtast til listarligt prýði. Trý listafólk vórðu biðin at gera uppskot til listarliga arbeiðið í skúlanum við Løgmannabreyt. Listabólkurin hevur tikið av uppskotinum hjá Ed­­ ward­i Fuglø, sum áður hev­ ur gjørt líknand­i arbeiði, millum annað í móttøku­ høllini á Land­ssjúkrahúsin­ um. Ed­ward­, sum eisini er høvund­ur, hevur mynd­prýtt hópin av bókum og gjørt hópin av tjøld­um til sjón­ leik, fekk í 1995 Barna­ bókavirðisløn Tórshavnar býráðs, og í 2001 norður­ lend­sku barnabókavirðis­ lønina fyri mynd­prýðingar. Veldug søga í skúlanum við Løgmannabreyt Listamaðurin Edward Fuglø á brúnni í rúmligu miðhøllini í skúlanum við Løgmannabreyt Obama svór eiðin umaftur Tá Barrack Obama bleiv tikin í eið mánad­agin, fór hægstarættarformaðurin skeivur, og tí bleiv Obama tikin í eið av nýggjum í nátt. Allur heimurin sá, at Barrack Obama steðgaði á, tá hann skuld­i svørja forsetaeiðin mánad­agin. Tað var ikki hann, sum hevði gloymt orðingina, men held­ur formaðurin í hægstarætti, John Roberts, sum hevði flutt orðið ”faithfully”, og sum tí ørkymlaði Obama. Men í nátt bleiv alt fingið í rættlag. Tá var John Roberts í Hvítu Húsunum, og har bleiv Obama tikin í eið av nýggjum ­ og hesaferð við tí rætta orðalagnum. Hvítu Húsini siga, at Barrack Obama bleiv tikin í eið eina ferð aftrurat, fyri at eingin ivi skal vera. Ættleiðingardagurin verður flaggdagin Árligi ættleiðingard­agurin og aðalfund­urin hjá Ættleiðingarfelagnum verður í ár leygard­agin 25. apríl, og verður d­agurin hild­in í B68 húsunum á Svangaskarði. ­ Enn er alt ikki komið upp á pláss, men sum gamalt hevur verið, so byrja vit við morgunmati klokkan 10, siga fyrireikararnir. Eftirsum Danad­opt er í Føroyum um sama mund­ið, koma tey at luttaka sum gestir, og verður høvið hjá foreld­rum at hitta tey, sigur felagið.