hósdagur 22. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2009
Royndarframleiðslan á Breagh væleydnað
Faroe Petroleum boðar frá, at royndarframleiðslan frá báðum brunnunum, sum vórðu boraðir á Breagh økinum, í
syðra parti av bretska Norðsjónum, eydnaðist væl. Undir royndarframleiðsluni vórðu upp til 26 mió kubikk føtur
av gassi framleiddar um dagin, úr eini gassfláð, sum er 1200 føtur long. Faroe Petroleum hevur 10% av
loyvinum. Góða úrslitið staðfestir, at Breagh gasskeldan er rakstrarverdugt. Arbeitt verður nú víðari við
verkætlanini, og mett verður, at nøgdin av gassi í Breagh kelduni er 20% størri enn áður mett. Málini, sum vórðu
sett fyri Breagh boriverkætlanini í 2008, eru nú nádd, og seinastu metingarbrunnarnir og royndarframleiðslan
føra Breagh eitt stig nærri útbygging.
– Vit fara at síggja
broytingar, at feløg
bæði fara út og koma
inn. Og soleiðis vil
tað altíð vera, tí feløg
broyta og endurskoða
eisini sínar ætlanir.
Tað er ikki óhugsandi,
at nýggj feløg koma
inn í føroyska økið
í ár, tvs. at tey keypa
seg inn í verandi loyvi
sigur Petur Joensen,
stjóri á Jarðfeingi
Oljuárið 2009
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tvey av teimum stóru feløg
unum, sum hava verið við í
oljuleitingini við Føroyar í
eini 15 ár ella meira, BP og
Shell eru við í loyvum, sum
ganga út í hesum árinum.
Loyvið, har Williambrunn
urin varð boraður, er eitt 9
ára loyvi og gongur út í
august. Tað skilst, at BP
ikki er sinnað at longja
hetta loyvi, og av tí at
felagið ikki er við í nøkrum
øðrum loyvi á landgrunn
inum, er ikki óhugsandi, at
hesin bretski oljurisin ikki
verður við í føroyskari olju
leiting eftir summarfrítíðina.
Hvussu stætt er við Shell er
so ein annar spurningur.
Felagið fer neyvan at halda
fram við loyvinum, har
William varð boraður. Men
felagið er so við í einum
øðrum loyvi á landgrunnin
um. Tað var Enterprice,
sum fekk tað loyvið. Seinni
er hetta felagið keypt upp
av Shell.
Uppá fyrispurning um
BP fer úr føroyska økinum
eftir summarfrítíðina sigur
Petur Joensen, at tað veit
hann ikki. Men rætt er sigur
hann, at loyvi hjá BP gong
ur út í august. Hann váttar
eisini, Shell er so eisini við
í einum øðrum loyvi gjøg
num sítt dótturfelag Enter
price.
Nýggj feløg koma
Hóast útlit kunnu vera fyri,
at stór og gomul oljufeløg
fara at rýma av landgrunn
inum í ár, so sær stjórin á
Jarðfeingi eisini møguleika
fyri, at onnur nýggj feløg
koma við í leitingina.
– Vit fara at síggja broyt
ingar, at feløg bæði fara út
og koma inn. Og soleiðis
vil tað altíð vera, tí feløg
broyta og endurskoða eisini
sínar ætlanir. Tað er ikki
óhugsandi, at nýggj feløg
koma inn í føroyska økið í
ár, tvs. at tey keypa seg inn
í verandi loyvi. Sosialurin
skilur, at bretska oljufelagið
Dana skal hava verið áhug
að at keypa seg inn í loyvið,
sum ENI er fyristøðufelag
fyri, og har tað verður borað
í summar. Eisini onnur olju
feløg hava víst áhuga fyri at
keypa seg inn í sjeynda
brunnin á landgrunninum
skilst.
West Phoenix, sum fer at bora
á landgrunninum í summar
Boringin av sjeynda leitibrunn
inum á landgrunninum í summar
verður tann mest spennandi hend
ingin í hesum árinum, tá talan er
um royndirnar at finna olju og
gass í føroysku undirgrundini sig
ur stjórin á Jarðfeingi, Petur Joen
sen við Portalin.
– Vit síggja fram til boringina
av sjeynda brunninum, sum ENI
fer at bora í summar, men skjøtul
verður eisini settur á nógv annað
áhugavert virksemi á landgrunn
inum, eitt nú seismiskar kann
ingar. Har verður rættiliga fitt av
arbeiði sigur Petur Joensen, stjóri
á Jarðfeingi.
Hann vísir tó á, at vegna val
vórðu loyvini í triðju rundu latin
rættiliga seint, so tað fer sjálvandi
eisini at taka meira tíð enn upp
runaliga mett at fara undir kom
andi kanningarnar. Men kortini
eru útlit til, at fleiri seismiskar
kanningar verða gjørdar á land
grunninum í hesum árinum. Ein
spurningur, sum eisini verður
aktuellur í hesum árinum eru øll
loyvini, sum nú eru komin hartil,
at feløgini mugu taka støðu til,
um tey vilja bora ella ikki. Hetta
er rættiliga spennandi eisini at
fáa kunnleika um.
Petur Joensen vil tó ikki siga,
hvørji hesi loyvini eru og hvørji
arbeiðsprogrammini hjá ymsu
feløgunum eru. Tað mugu feløg
ini sjálvi upplýsa um heldur
hann. Enn er árið ungt, og eitt av
málunum, sum Jarðfeingi fera t
brúka nógva orku uppá er at
finna fram til, hvussu stovnurin
skal spara 2 mill. kr. Av rakstri
num, nú játtanin á fíggjarlógini
reelt er skerd úr 14 niður á 12
mill. kr.
Petur Joensen vísir á, at Jarð
feingi nú hevur fingið boriumsókn
frá ENI. Umsóknin verður nú
viðgjørd. Pallurin, sum skal bora
Anne Marie brunnin er júst farin
undir sína fyrstu boriuppgávu í
Noregi og kemur so henda vegin
í summar ella seinni.
Vit spurdu stjóran á Jarðfeingi,
um hann kann tryggja oljufeløg
unum, sum hava bundið seg til at
gera kanningar og bora á land
grunninum, at skerjingarnar á
játtanini til stovnin ikki fara at
ganga út yvir teirra virksemi.
– Tað kann eg sjálvandi ikki í
løtuni. Tað verður ein raðfesting,
nú vit hava eina minni játtan til
okkara virksemi. Men eg rokni
ikki við, at skerjingin fer at nerva
leitingina.
Petur Joensen leggur aftrat, at
nú vit hava gjørt eitt so stórt
arbeiði fyri at fáa oljufeløgini at
gera íløgur her, so má hetta eisini
fylgjast upp frá føroyskari síðu.
BP rýmir helst av
landgrunninum í ár
Stórur spenningur um ENI boring í summar
Transocean Rather boraði Williambrunnin fyri BP í fjør. Hann var turrur.
Helst fer BP at taka seg úr føroyska økinum seinni í ár