Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 16 - 23. januar 2009 Ein av ætl­anunum hjá SEV er at byrgja Víkavatn og l­eiða al­t vatn í norðureystara parti av Streymoynni í Víkavatn. Latið okkum hyggja nærri at hesari ætl­an Poul Hansen Víkavatn liggur nakað omanfyri Haldars­ vík í 295 metra hædd. Vatnið liggur í vøkrum og friðsælum umhvørvi, lendið rundanum vatnið er slætt gras­ og mosalendið. Norðantil vatnið er vøkur sandstrond. Ongar stórar áir renna í Víka­ vatn, men úr vatninum rennur Fossá, sum tá hon stoytir seg oman í Sundalagið ger óiva vakrastu fossar í Føroyum og teir hægstu eisini. Í Víkavatn ætlar SEV at leiða allar áir og løkir sum renna eystanífrá oman í Saksunardal, Saksun, Svínaskorðadal, Sunda­ lagið, umframt alt vatn sum Norðstreymoyarmegin fer í Sundalagið. Høg byrging skal gerast við sunnara enda á Víkavatni til at rúma øllum tilførda vatninum. Alt tað slætta lendið eystan, norðan og vestan fyri Víkavatn verður tá sett undir vatn. Hóast flest øll vita, hví byrging skal gerast, skal tað tó verða nevnt her. Ein byrging er neyðug fyri, at SEV kann stýra eini javnari vatnorku til turbinurnar. Hetta verður gjørt við at fylla byrg­ ingina tá nógv avfall er, fyri síðani at tøma úr vatngoymsluni tá turkur ella lítið avfall er. Minsta avfallið er á vári og sumri, tá fólk vanliga ferðast í náttúruni. Tá fer SEV at brúka væl meira vatn enn tað, sum rennur í Víka­ vatni og alt tað slætta lendið runt vatnið vil tá á hvørjum vári og sumri liggja sum eitt svart móru­ dýki. Tann, sum ivast kann bert hyggja eftir Mýrunum í Vest­ manna. Áirnar eystaru megin Saksunardal skulu veitast í Víkavatn. Norðuri í Saksunardali verður Tvørá, sum rennur í Saksunar­ vatn turrløgd. Í Saksun verður Skipá, ið rennur fram við Dúvugørðum og út í Pollin, turrløgd eins og Gellingará vestanfyri Kvíggjar­ hamar, sum eisini rennur út í Pollin, verður turrløgd. Longur vesturi verður Svínaskoraráin eisini turrløgd. Áirnar á eystursíðu Streymoy Sum nevnt frammanfyri hvørva vakrastu fossar landsins, tá Fossá verður turrløgd. Harumframt hvørva Kluftá í Vík, Marmarskallará norðanfyri Vík, Stórá í Tjørnuvík, Húgvudalsá og Brekká í Sjeyndum. Hví vatnorkuútbygging? Hendan oyðing av náttúru okkara sigur SEV vera neyðuga fyri at: 1. økja el­framleiðsluna við verandi orkukeldum við 5% skriva fimm procentum, fyri at tryggja el­veiting okkara og gera okkum minni heft av oljuinnflutningi. 2. minka um Co2 útlát okkara smb. Kyotosáttmála, (sum vit tó ikki eru partur av enn). ad 1. Henda grundgeving er tað reina tvætl/møsn frá SEV’sa síðu, tí 5% av el­ framleiðsluni hvørki tryggjar okkara el­veiting ella ger okkum minni heft av oljuni. ad. 2. Minka um Co2 útlátið. Hetta er seinastu tíðina vorðin ein ”heilag kúgv” soleiðis at skilja, at ein pástandur um tiltøk at minka um Co2 útlátið krevur onga frágreiðing. Samstundis, sum SEV ætlar at oyða alla náttúru okkara í Norðurstreymoy og í Vágunum fyri at minka um Co2 útlátið vísir Dimmalætting nr. 228 frá 26/11­2008 á, at útlátið av Co2 og øðrum vakstrar­ húsgassum setti met í 2007, hóast Kyotosáttmálin áleggur ídnaðarlondunum at avmarka tað. Hetta prógvar, at ídnaðar­ londini framvegis gera júst tað teimum líkar og kenna seg ikki bundin av at avmarka Co2 útlátið. El­framleiðslan við koli, sum er ógvuliga dálkandi er tvífaldað síðani 1980 og Víkavatn: sunnanífrá. Við sunnara enda skal høg byrging gerast. Víkavatn skal vaksa 6 ferðir í vídd og tá verður alt slættað lendið eystan-, norðan- og vestanfyri sett undir vatn og kemur at liggja sum eitt mórudýki á hvørjum vári og sumri Mynd: SEV Ætl­aða vatnorkuútbyggingi