týsdagur 27. januar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2009
Sakk eftir samanstoyt
Russiski trolarin „Topaz A“ sigldi á eitt ella annað og fekk hol á
síðuna, og tað var orsøkin til, at skipið sakk fyrr í mánaðinum.
Russiska tíðindastovan Novosti skrivar frá russisku
myndugleikunum, at hol kom á bakborðssíðu á trolaranum, og at
tað var so stórt, at skipið sakk eftir bara tíggju minuttum.
Skiparin á „Topaz A“ doyði, men sambært russisku
kanningarnevndini doyði hann av hjartaslag. Nevvndin sigur, at
meiri verður ikki gjørt við málið.
Tað kann ljóða undar
ligt, at 50 pinkubørn
fara til ein film, sum
er óhóskandi fyri
børn undir 15 ár, men
børnini høvdu øll
mammurnar við, og
børnini sluppu eisini
at fáa sær ein blund,
um tey ikki orkaðu at
hyggja at filminum
BaByBio
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Í morgun klokkan 11 byrj
aði filmurin Changeling
við Angelinu Jolie í høvuðs
leiklutinum í Havnar bio.
Onki óvanligt er í hesum,
men tað sermerkta er, at ein
rúgva
av
barnavognum
stóðu uttanfyri kymyndahøl
ini.
Filmurin er ordiliga
syrgiligur, so eg rokni við,
at vit øll fara at gráta meðan
filmurin er, segði Ester Jesp
ersen, sum hevur dóttrina
Jónu við til filmin.
Tað
var
upprunaliga
mammubólkurin, sum Ester
Jespersen er í, sum avgjørdi
at fara í »baby bio,« sum er
heilt vanligt í øðrum lond
um.
Vit eru bara tíggju í
mammubólkinum, og tey
frá biografinum søgdu, at
vit skuldu vera minst 30
fyri at kunna gera hetta. Nú
eru vit einar 4050, so hes
um skipa vit helst fyri aftur,
segði Ester Jespersen, beint
áðrenn filmurin byrjaði.
Parkera børnini
Tá filmurin fór í gongd var
ein rúgva av børnum uttan
fyri í barnavognum, sam
stundis, sum nógv barna
snýð vóru inni í kykmynda
hølunum.
Børnini, sum sova, eru
uttanfyri í barnavognunum,
meðan tey, sum eru vakin,
koma við inn, greiddi Ester
Jespersen frá.
Vognarnir hava allir fing
ið eitt nummar, sum mamm
urnar eisini hava, soleiðis,
at boð skjótt kunnu gevast,
um okkurt pinkubarn í ein
um vogni fer at gráta.
Tað verður nokk sum at
spæla bingo, flenti Ester
Jespersen. Sum roknaði
við, at nógvir »vinnarar«
fóru at vera undir filmin
um.
Dóttir hennara var júst
sovnað, tá filmurin fór í
gongd.
Eg rokni við at okkurt
verður, tí filmurin er hálvan
triðja tíma langur, segði
Ester Jespersen. Hon leggur
afturat, at tað nokk ikki
bara verður hjá henni, at
barnið fer at gráta.
Tað vóru umboð fyri
Havnarbio, ið ansa eftir, at
mammurnar fáa boð, tá grát
ur kemur úr einum vogni.
Reklamera á
Facebook
Tá hugskotið kom at fara í
biograf, vísti tað seg, at tær
skuldu vera minst 30, fyri
at
kykmyndahølið
vildi
leggja hølið til ætlanina.
Tað gekk skjótt at fáa
hugskotið runt á Facebook,
og nú verða vit einar 4050
kvinnur við børnum, sum
luttaka, segði Ester Jesper
sen, tá lýsingarfilmarnir áðr
enn Changeling byrjaðu.
At síggja til vóru ongir
pápar við, men kanska tað
verður eitt annað tiltak.
Hálvthundrað pinkubørn
til óhóskandi film
Beint fyri klokkan 11 byrjaðu mammurnar, børnini og
vognarnir at rúgvast uttanfyri Havnar Bio
Ester Jespersen, fyriskipari,
lænti hetta fitta pinkubarnið,
fyri at vísa, at tað eru líka
nógv børn til filmin, sum
mammur. Baby-alarmur
er sjálvandi eitt krav, tá
mann tekur mammur við til
Hollywoodfilm
Toyota Yaris
Km 76200, benzin, manuel gear, db.airbag, abs, servo, c.lås,
startspærre, el-ruder, el-spejle, stofindtræk, splitbagsæde kan
skubbes frem/tilbage, aftag. træk, service ok, 2 sæt dæk: hel-
årsdæk og sommerdæk begge på alufælger medfølger, samt
tagbøjle. økonomisk bil: 5,8ltr./100km landevej. pris 50.000 kr.
Ring 271827. mail: jusundien@yahoo.dk.