týsdagur 27. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 18 - 27. januar 2009
lýsingar
Til sølu
Vegna Sp/F SD Beding í konkurs eru hesar ognir
til sølu.
Ein bilur av merkinum Citroen C5, árgang 2003
Trukkur av slagnum KLMV 32-1200, árgangur 1984
Motorsúkkla, 125 kubik.
Bjóðast kann uppá lutirnar samlað ella hvør sær.
Áhugað verða biðin um at venda sær til
Advokatskrivstovuna, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn,
tlf. 353335, att: Aksel V. Johannesen, adv. mail:
avj@jura.fo ella Anniku R. Olsen, mail aro@jura.fo.
AdvokAtskrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Aksel V. Johannesen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv. ft.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • Fo-110 tórshavn
tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Heilsu- røktari/hjálpari
Vegna farloyvi verður søkt eftir heilsu- røktara/
hjálpara til Ítrivstovuna í tíðini 1. mars 2009 til 28.
februar 2010.
Starvslýsing
Í høvuðsheitum umfatar starvið at standa fyri dagliga
arbeiðinum og leiðsluni í Ítrivstovuni, herundir akti-
vering av búfólkunum. Starvið hevur beinleiðis
tilknýti til fyristøðukvinnuna.
Arbeiðstíðin er 0,9.
Førleikakrøv
Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur lokið prógv sum
heilsu- røktari/hjálpari.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Almanna- og Heilsurøktarfelagið og Fíggjarmála-
ráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
fyristøðukvinnuna tlf. 34 33 10 lokal 3315.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast
til:
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
att. Ronnié Midjord, umsjónarmaður
800 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist 11. februar 2009.
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
FO-800 Tvøroyri
Tlf: 34 33 10 Fax: 37 12 53
Frítíðarskúlin í Vági
Skúlabørn sum ynskja at ganga í frítíðarskúlan
aftaná summarfrítíðina, kunnu melda seg til,
innan tann 13. februar 2009, í Frítíðarskúlanum
á tlf. 374036 ella 733047
Vágs Kommuna
www.vagur.fo
Vágs Kommuna
Lesið
-so eru tit við!
Fiskaaling P/F
aquaculture Research station of the Faroes
Fiskaaling P/F hevur fingið stuðul frá
Granskingarráðnum til PhD-verkætlanina
»Vatngóðska innan aling á sjónum«. Í hesum
sambandi verður søkt eftir PhD-studenti til
verkætlanina.
Verkætlan
Í verkætlanini verða mátingar og numerisk model
brúkt at greina ávirkanina frá nótum og fiski á
vatngóðskuna innan aling á sjónum. Numeriska
modeleringin fevnir m.a. um modelering av
streymi ígjøgnum og kring alinótir á sjónum, meðan
mátingarnar fara fram á sjónum kring eitt alibrúk
í Føroyum. Tann PhD-lesandi kemur at arbeiða
saman við royndum granskarum í Føroyum og
Noregi.
Ynskiligir førleikar til PhD-lesandi
• góða universitetsútbúgving í náttúruvísindi ella
verkfrøði, t.d. innan havfrøði, veskumekanikk,
alivísind, evnafrøði, lívfrøði, alisfrøði og
støddfrøði
• áhuga fyri aling og umhvørvi
• hegni til projektarbeiði, numeriska modelering,
feltarbeiði og greinaskriving
• royndir við gransking og menning, góðan mál-
og telduførleika
Meira fæst at vita um starvið frá Øystein Patursson,
granskara, Ph.D, tlf.: 214787, oystein@fiskaaling.fo,
Ingolf Joensen, stjóra, M.Sc., tlf.: 214747,
ingolf@fiskaaling.fo, ella frá www.fiskaaling.fo.
Umsókn
Umsókn við ævisøgu (C.V.) og avriti av prógvum og
viðkomandi skjølum skal sendast til: P/F Fiskaaling,
Við Áir, Att.: Øystein Patursson, FO-430 Hvalvík.
Umsóknarfreistin er 31. januar 2009.
PhD-studentur
Fiskaaling Pf. · við Áir · FO-430 Hvalvík
www.fiskaaling.fo