týsdagur 27. januar 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eg skrivaði í farnu
viku um at hetta við at
fara einsamøll á barr.
Niðurstøðan var púra
greið: Alt ov kiksað!
Eg havi fingið nógvar
teldupostar um hetta,
har fólk siga sína
hugsan um evnið, og
tað tykist sum, at fólk
eru samd í, at tað bara
ikki gongur at fara
einsamøll á barr.
Men hvar gongur markið?
Kunnu vit til dømis fara
einsamallar biltúr, í biograf,
at shoppa, gongutúr ella
hvussu?
Fekk so tað hugskotið at
fara einsamøll í biograf. Eg
meini, vit hyggja jú fegin
eftir filmi einsamøll heima,
men úti, hvussu man tað
vera?
Ókey. Eg keypi eitt
atgongumerki til filmin.
Standi fitt og bíði eftir at
maðurin skal lata dyrnar
upp til salin, og taka
atgongumerkið. Alright, tað
gongur enn og er ikki so
ekstremt kiksað at standa
einsamøll og bíða eftir, at
filmurin skal byrja - hóast
tað er eitt sindur pínligt, so
gongur tað.
Eg hyggi runt, kenni
ikki nakran serliga væl í
biografinum. Hugsi, at tað
man ikki bila, tá eg ikki
kenni nakran allíkavæl.
Mitt í rokinum hoyri eg.
”Hey Barbara, gongur?”.
Hugsi ókey, her er onkur,
sum eg kenni, so what?
Vendi mær á, og har
stendur ein fyrrverandi
vinkona, sum eg egentliga
ikki longur tími, tí hon er
eitt anilsi for ”vekk í sær
sjálvari” (..og sjálvandi møti
eg henni!).
Aftan á tað obligatoriska
prátið um ”hvussu
gongur” og ”hvat gert tú
nú”, hyggur hon runt og
sigur ”Hvørjum fylgist tú
við?”. ”Ehm..eg? hmm...
ongum, eri einsamøll”.
Og spurnarteknini lýsa
úr andlitinum á henni. Og
so kemur tann keðiligi
spurningurin ”Hví - hvar
eru vinkonurnar?”. Ókey,
hvat sigi eg nú? Ætli at
greiða henni frá, at tað
also er til eina bloggu á
Planet og so framvegis.
Men so hevði reaktiónin
allarhelst ikki verða so
erlig. So eg svari bara ”Nei,
eg veit ikki. Hugsaði bara,
at tað var lekkurt at fara út
einsamøll!”.
Ja, TAÐ er kiksað.
Tá eg so slapp av við
hana, aftan á at hon hevði
bjóðað mær at sita saman
við teimum, og spurt um
eg havi tað gott og so
framvegis (hehe), fór eg inn
í biografin.
Og tað var í veruleikanum
ikki so ringt.
Aftan á eina løtu hugsaði
eg slett ikki um, at eg var
einsamøll, og eg nýtti
faktist filmin (serliga aftaná
at ljósið var sløknað).
Men eg fór ikki út at
roykja í steðginum, sum eg
vanliga geri. Tað var eitt
sindur ov nógv at forlanga
av mær sjálvari.
Men, eg haldi mín
niðurstøða er tann, at man
kann gott fara einsamøll í
biograf. Bara man roynir
at umganga gamlar
sjálvhátíðarligar vinkonur,
og so kanska at koma
BEINT áðrenn filmurin
byrjar.
Blogga:
Einsamøll í bio