Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2009 So fá uppskot fara um tingborðið fyri tíðina, at løgtingslimirnir eru at kalla arbeiðs­ leysir. Av málum, Løgtingið hevur tikið og skal taka støðu til, koma øll, uttan eitt, frá andstøðuni, donsku stjórnini ella eru at kalla avgreiðslumál Løgtingsarbeiði Eirikur í Jákupsstovu & Rógvi Nybo eij@sosialurin.fo / rogvi@ sosialurin.fo Hóast Løgtingið formliga er komið úr jólafrítíðini, og tingarbeiðið veruliga átti at verið byrjað, kunnu løg­ tingslimir meir ella minni halda jólafrítíð enn. Í øllum førum hava samgonguting­ limirnir millum lítið og einki at gera. Orsøkin til, at løgtings­ limirnir eru at kalla arbeiðs­ leysir er, at næstan eingi mál eru at viðgera. Síðani Løgtingið kom úr jólafrítíð, hava seks mál verið á tingborðinum, og afturat teimum eru fimm mál at viðgera komandi vikuna. Í sjálvum sær er talan um nøkur mál at við­ gera, men av øllum hesum málunum er bert eitt mál komið frá landsstýrinum, ið vanliga kemur við flestu málunum. Løgtingsmálið, ið er komið frá landsstýrinum, er um nakrar smærri lógar­ broytingar, ið skulu gerast í løgtingslógini um fjarskifti. Tvey mál eru at kalla formalia, har løgtingið skal samtykkja nakrar tilráðingar frá ávikavist Útnorður­ ráðnum og Norðurlanda­ ráðnum, og er tað vanlig mannagongd, at Løgtingið samtykkir tilráðingarnar og heitir á landsstýrið at fylgja teimum. Tvey mál, ið skulu við­ gerast undir einum, eru um bankapakkan, ið danska stjórnin er komin við. Hini málini eru øll komin frá andstøðuflokkunum. Formaðurin í bíðistøðu Hergeir Nielsen, løgtings­ formaður, skilir ikki støðuna, nú Løgtingið so gott sum ongi mál hevur at arbeiða við. ­ Eg skrivaði eitt bræv til landsstýrið undan jólum, har eg greiddi frá, at eg vildi hava fleiri mál fyri Løgtingið, so ikki alt kom upp í røkur seinasta fram­ løgudag. Tá bjóðaði Løg­ maður mær til ein hugna­ ligan fund, har hann greiddi mær frá, at 61 mál vóru klár. Men enn er onki komi frá landsstýrinum, sigur løgtingsformaðurin. Hergeir Nielsen leggur tó afturat, at løgtingið hesa vikuna hevur eitt sindur at gera, tí í dag eru munnligir fyrispurningar, ið helst vera einir 20 í tali, umframt, at bankapakkin verður á skránni fríggjadagin. Løgtingsformaðurin heldur eisini sera lítið um at landsstýrið, sum vanliga kemur við flestu málunum, ikki kemur við nøkrum málum í januar mánaði. Arbeiðsleysar nevndir At so fá mál eru at taka støðu til fyri tíðina ávirkar eisini restina av løgtings­ arbeiðinum. Løgtings­ nevndirnar hava næstan ongar fundir á skránni í nærmastu framtíð. Tað eru bert Uttanlandsnevndin, ið skal ráðføra seg við lands­ stýrismannin í fiski­ og til­ feingismálum, Landsstýris­ málanevndin, ið skal við­ gerða tvey gomul mál og Formansskapurin, ið við­ gerð ymisk formlig ting. Hesar nevndir kunnu allar sjálvar taka mál upp, men tað kunnu hinar nevndirnar ikki, og tí sleppa tær ikki til arbeiðis fyrr enn tingmál koma á borðið. ­ Nevndirnar sleppa ikki veruliga til arbeiðis, fyrr enn Tingið hevur koyrt nøkur mál í nevnd, og tí kann mann illa rokna við, at nevndirnar fáa nakað ser­ ligt at gera fyrr enn løg­ tingið sleppur í gongd, greiðir Hergeir Nielsen frá. Hinvegin vil løgtingsfor­ maðurin ikki úttala seg um, hví Løgtingið hevur so lítið at gera, men hann vísir á, at hetta er ein spurningur, ið Løgmaður helst fegin vil svara uppá. Arbeiðsleysir løgtingslimir Norðmenn kunna seg í Íslandi Umleið 20 norskir stórtingslimir hava seinastu dagarnar verið í Íslandi og kunnað seg um ymisk viðurskifti har. Ferðin er ikki nýliga íkominm, men sambært Inge Lønning úr Høgra kundu umboðini valla fingið meiri burtur úr einari slíkari ferð til Íslands enn júst nú. Í gjár vóru norsku umboðini á skrivstovuni hjá íslendska reiðarafelagnum LÍÚ, har tey fingu eina frágreiðing um støðuna hjá íslendsku fiskivinnuni. Spurningurin um íslendskan limaskap í ES var eisini til umrøðu, skrivar Vísir. Stríð um snaps Tá vinstramaðurin Søren Pind lvar borgarstjóri í Keypmannahavn, brúkti hann fleiri ferðir skattaborgaranna pengar til ymisk høvi so sum fundir, og nú hevur Ekstrablaðið avdúkað, at á einum fundi í 2004 drukku hann og Lars Løkke Rasmussen, táverandi heilsumálaráðharri, 20 snapsir og fimm fatøl aftur við einum arbeiðsdøgurða. Hvørgin teirra vil gera nakra viðmerking í dag, men Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, segði í gjár, at ein eigur at vera varin við at keypa drykkjuvørur, tá tað almenna rindar. Sjálvur segði hann seg ikki hava nakrar royndir á økinum. Í einum munnligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard um løgtings­ arbeiðið, vísti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, aftur, at landsstýrið liggur á latu síðuni. ­ Tað eru umleið 61 lógaruppskot, ið eru á veg, sigur løg­ maður Løgtingsarbeiði Eirikur í Jákupsstovu & Rógvi Nybo eij@sosialurin.fo / rogvi@ sosialurin.fo At Løgtingið hevur ov lítið at gera fyri tíðina, hevur nú eisini fingið ting­ menn upp úr stólinum. Tá munnligir fyrispurningar vóru fyri í morgun, setti Kári P. Højgaard úr Sjálv­ stýrisflokkinum løgmanni fleiri spurningar um júst manglandi tingmál frá samgonguni og lands­ stýrinum, umframt til­ rættisleggingina av ting­ arbeiðinum. Serliga varð funnist at, at tingmál frá lands­ stýrinum til tíðir koma í røkjum beint undan ella eftir at freistin at lata ting­ mál inn er farin, og at ein samgonga á 20 tinglimir sjálv kann viðtaka at mál kunnu koma fyri, eftir at freistin er farin, eins og tað hendi í desember mánaði, tá fleiri tingmál komu, eftir at freistin var farin. ­ Vit vilja sjálvandi halda okkum til tingskipan­ ina. Men tað er sambært tingskipanini eisini loyvi at leggja mál fram eftir seinasta framløgudag, og tað er eisini fult forsvarligt, men man eigur at brúka henda mátan so lítið sum gjørligt, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður greiddi eisini frá, at á fundinum, hann hevði við tingformannin, løgdu teir dent á, at fáa málini fyri tingið, so hvørt tey eru liðug, og greiddi frá, at tað eru umleið 61 lógaruppskot, ið eru á veg. ­ Tað er gleðiligt at landsstýrið ikki liggur á latu síðuni. Tað skal ikki verða regulin, at tú kemur niðan við uppskotum eftir freistina. Tað kann vera undantakið. Men tað kunnu koma mál upp, sum tú má taka til viðgerð, greiðir løgmaður frá. Skal gera sítt besta Kaj Leo Johannesen vissaði eisini Kára P. Høj­ gaard og restina av løg­ tinginum um, at tað verður betri. ­ Í tilrættislegging­ ini av arbeiðinum skal man sum regul halda seg frá frávikum. Eg merki at tað er ein ávís ónøgd í Løgtinginum, og tí havi eg heitt á ráðini um at fáa uppskotini klár og niðan í tingið. Eg skal gera mítt allarbesta fyri, at vit plan­ leggja arbeiðið væl og virðiliga, og at uppskotini verða borðin úr ráðunum og niðan í Tingið so skjótt tey eru liðug, sigur Kaj Leo Johannesen. So kann bert tíðin vísa, hvørt lógaruppskotini koma í javnari streymi úr landsstýrinum og niðan í løgtingið, og løgtings­ arbeiðið aftur verður meira regluligt. Liggja ikki á latu síðuni Bert eitt mál er komið úr Landsstýrinum á tingborð, og løgtingsnevndirnar eru arbeiðsleysar