Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 19 - 28. januar 2009 Tað skal ikki verða dýrari at sigla við Strandferðsluni. Tað er úrslitið av fundi mánadagin ímillum Strandferðsluna og Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum StrandferðSlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað skal ikki verða dýrari at sigla við Strandferðsluni. Tað er niðurstøðan eftir at Strandferðslan mánadag­ in hevði fund við landsstýr­ ismannin í samferðslumál­ um, Johan Dahl, um fíggj­ arligu støðuna hjá Strand­ ferðsluni í ár. ­ Á fundinum við lands­ stýrismannin eru vit samd um, at fyribils skulu ongar sparingar setast í verk, sigur Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni. Annars hevur landsstýr­ ismaðurin váttað fyri Strand­ ferðsluni, at hann virkar fyri at útvega Stovninum 2,3 milliónir, sum stovnurin fekk minni eftir ein rokni­ feil í fíggjarnevndini. Men annars hevur Strand­ ferðslan ikki fingið endur­ gjald fyri 1,9 millión, sum lønarhækkingar fara at kosta stovninum eyka í ár og harafturat skal stovnurin finna eina millión í øðrum sparingum. Sostatt skulu útvegir finn­ ast fyri sparingum upp á 2,9 milliónir. Oljan bjargar roknistykkinum Men her kann gongdin í oljuprísinum bjarga Strand­ ferðsluni undan at gera ferðaseðlar og farm dýrari. ­ Á fundinum við lands­ stýrismannin eru vit komin til ta niðurstøðu, at sum gongdin í oljuprísinum er í ár, vænta vit, at vit klára at halda játtanina, uttan at dýrka ferðaseðlar og farm, sigur Dánjal Andreasen. ­ Sostatt verða ongar hækkingar settar í verk fyribils, sigur stjórin. Men ein fortreyt er kort­ ini, at Strandferðslan klárar at útvega sær fleiri inntøkur onkusvegna. ­ Í hesum sambandi kann tað koma upp á tal at leiga høli á Smyrli meiri út, uttan at tað kortini gongur út yvir ferðafólkið og suðuroyar­ siglingina annars. Dánjal Andreasen leggur kortini dent á, at Strand­ ferðslan fer at fylgja gjøll­ iga við gongdini so at neyð­ ug stig kunnu takast bein­ anvegin tey varnast, at met­ ingarnar ikki halda. ­ Hetta er fyri at sleppa undan ov ógvusligum inn­ trivum seinni í ár, sigur Dánjal Andreasen. Annars er tað enn ov tíðliga at siga nakað, hvussu fleiri sparingar kunnu ger­ ast, uttan at tað nervar ferða­ fólkið ella vinnulívið. Men Dánjal Andreasen staðfestir kortini, at talan verður ikki um at seta ferð­ ina á Smyrli niður fyri at spara olju. ­ Tað hevur Strandferðsl­ an longu gjørt og nú er hvør túrur settur til 1 tíma og 55 minuttir og í framtíðini skal siglingartíðin ikki verða longri enn tað. Í vetur hevur Smyril av­ lýst rættiliga nógvar túrar. Leysasøgur eru farnar at ganga um, at Strandferðslan í stóran mun brúkar veðrið sum eina umbering fyri at avlýsa ferðir fyri at spara olju? Hetta avsannar Dánjal Andreasen staðiliga. ­ Tað er púra onki hesum. Smyril hevur ikki avlýst ein tann einasta túr fyri at spara olju. Orsøkin til at túrar ikki eru sigldir, hevur eina og aleina verið tann, at skip­ arin hevur mett, at tað ikki hevur verið siglandi. Havnarlagið í Havn er ógvuliga trongligt og í summum førum hevur veðrið verið so ringt, at tað ikki hevur verið ráðiligt at siglt inn á Havnina og í øðrum førum hevur tað rætt og slætt ikki verið veður at siglt, sigur stjórin á Strand­ ferðsluni. Strandferðslan sleppur undan at seta prísin upp Tað stendur á hjá Strandferðsluni at fáa játtanina at halda og tí hevur stovnurin fyrireikað seg til sparingar Sum vit kundu greiða frá í Sosialinum fyrr í vikuni, hevur Strandferðslan ikki fingið ta játtan á fíggjar­ lógini fyri 2009, sum ætlan­ in var. Dánjal Andreasen, stjóri, sigur, at fyrst førdi ein roknifeilur í fíggjarnevnd­ ini førdi til, at Strand­ ferðslan fekk 2,3 milliónir minni enn ætlanin var. Men hann væntar, at tað verður rættað í eini eyka­ játtan. Men annars kosta lønar­ hækkingar Strandferðsluna 1,9 millión í ár og tað hevur politiski myndug­ leikin ikki hevur lagt upp fyri í fíggjarlógini. Men harumframt skal stovnurin finna eina millión í øðrum sparingum. Sostatt metti stjórin, at Strandferðslan í minsta lagi skal spara 2,9 milli­ ónir. ­ Skulu vit útvega okk­ um meirinntøkur upp á 2,9 milliónir, verður neyðugt at hækka ferðaseðlaprísin 10% í miðal. Men ein annar máti er at hækka prísin á farmi 15% í miðal. Ein triði møguleiki er sjálvandi ein samantvinn­ ing av hesum báðum møgu­ leikunum. Annars kundi talan verið um at lata Smyril sigla spakiligari fyri at spara olju, ella at hava færri túr­ ar, men stjórin hevur skilt, at politiskur vilji er ikki til tað. Men verður roknifeilurin í fíggjarnevndini upp á 2,3 milliónir ikki rættaður, er stovnurin í eini heilt nýggj­ ari støðu. Men sum tað sæst í hin­ ari greinini her á síðuni, eru landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Strandferðslan samd um at síggja tíðina ann og ikki at seta nakrar sparingar í verk enn. ­Áki­ Fyribils sleppur Strandferðslan undan at seta prísin á ferðaseðlum og á farni, upp, men neyðugt verður kortini við eykainntøkum og tað verður eisini neyðugt at fylgja gjølliga við gongdini fyri ikki at verða tikin á bóli Fyrireikaðu seg til dýrari ferðaseðlar Óseldir bílar hópast upp Í Bretlandi eins og aðrastaðni eru bilaverksmiðjurnar komnar í neyð, tí tær gera munandi fleiri bilar, enn bila­ sølurnar kunnu selja. Talsmenn fyri bilídnaðin hava leingi sagt, at her verður galin endi, og nú verður bíðað eftir, at Peter Mandelson, vinnumálaráðharri, skal koma við einari fráboðan um, hvussu tað almenna ætlar sær at hjálpa bilídnaðinum. Umleið 10 prosent av bretska útflutningsvirðinum stavar frá bilum. Umleið 850.000 fólk arbeiða í bilídnaðinum, og fleiri hundraðtúsund onnur arbeiða hjá ymsum veitarum. Vetrarkuldi hækkar oljuprísin Oljuprísurin er hækkaður munandi á amerikanska marknaðinum teir seinastu dagarnar. Í síðstu kom prísurin niður í 34 dollarar, men gjáramorgunin fór oljan fyri 46 dollarar á marknaðinum í New York. Orsøkin er sambært marknaðarfrøðingum, at tað er so kalt nógvastaðni í USA, og at eftitrspurningurin tí er vaksin, skrivar AP. Samstundis bendir alt á, at OPEC­londini fara at skerja framleiðsluna, og at tað fer at ávirka oljuprísin um stutta tíð.