Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2009 15 H avi lisið tvey skjøl, sum verandi leiðsla Sambands­ floksins hevur høvuðsábyrgdina av, nevniliga samgonguskjalið og nýggjársrøðu løgmans. Skjølini seta fleiri spurningar enn svar uppá, hvat politikkur Sambandsfloksins er broyttur til at vera, ikki bert tá talan er um ríkisfelagsskapin, men eisini tá talan er um fíggjar­ og búskap­ arpolitikk. Tað skulu klókari menn enn eg til at meta um tær neyðugu útreiðslu­ og íløguupp­ hæddirnar, sum samgongu­ skjalið setur krøv um. Longu nú bendir alt á, at talan meira er um reyp enn ítøkilig úrslit. Samstundis er ætlanin at minka um verandi inntøkur. Í sam­ gonguskjalinum millum Sam­ bandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin stendur at lesa: »Ásannandi at tað er umráð­ andi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokk­ arnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15% ..... o.s.fr. o.s.fr.« Hetta merkir, at vit skulu styrkja om okkara búskap við at minka um inntøkurnar, alt meðan útreiðslurnar vaksa út um alt rímuligt mark. Her er enntá talan um inntøkur, sum ikki føra við sær útreiðslur av nøkrum slagi. Orðingin í sam­ gonguskjalinum er ikki nýggj. Hon hevur longi og ofta verið nýtt av loysingarmonnum. Men tað ger hana ikki rættari. Eftir mínari sannføring er talan um fullkomið møsn, fyri ikki at siga »idioti«. Hvat gera aðrir? Sjálvur havi eg tikið eina 8­ára normeraða og framda útbúgv­ ing innan roknskap og grann­ skoðan. Í mínum meira enn fýrati arbeiðsárum sum grann­ skoðari havi eg fleiri ár arbeitt tætt saman við leiðslunum fyri nakrar av teimum størstu donsku vinnufyritøkunum, og síðan 1971 arbeitt tætt saman við leiðslunum fyri størri og smærri føroyskar vinnufyrtøkur, stovnar, kommunur o.s.fr. Í ongum føri møtti eg einum professara, lærara ella leiðara, sum mælti til at minka um inntøkurnar fyri at styrkja búskaparligu gongdina innan sína fyritøku. Um allan heimin hoyra og lesa vit, ikki minst í hesum døgum, um leiðslur sum skera djúpt á útreiðslu­ og íløguøkinum. Tað er meira sjáldsamt at hoyra uppskot um at loysa trupulleikarnar við at minka um inntøkurnar. Alt verður gjørt fyri at varðveita inntøkurnar. Fleiri lond kenna seg beint nú noydd til at vaksa um almennu íløgurnar, men tá er enn meira neyðugt at varðveita inntøkurnar. Sjálvstýrislandsstýri nr. 2 Tá loysingarmenn tóku polit­ isku leiðsluna í 1974 var enda­ málið at vaksa Føroyar til ein sjálvberandi búskap. Harðliga var farið fram. Úrslitið aftan á seks ár var, at nettouttanlands­ skuldin varð økt úr nærum ongum upp móti hálvaarðu milliardir kr. Meginparturin av skuldini var í dollarum. Kurs­ urin á dollaranum vaks úr 6 til 12 kr. og vaks hendan skuldin tey næstu 4 árini, frá 1981 til 1984, til einar tvær milliardir kr. Eydnaðist tað loysningar­ monnum at skapa ein sjálv­ berandi búskap? Tvørtur ímóti. Kredittvirðið var sera vánaligt. Í 1979/80 fekk landsstýrið til dømis eina umsókn um lán til fiskiflotan upp á 30 til 40 miljónir kr. aftur í høvdið. Fíggjarnevndin mátti góðkenna eina nógv meira positiva og og alt ov "pyntuliga" orðing, áðrenn lánið kom í lag. Eitt saneringslandstýri Tá sambandsmenn tóku leiðsluna í 1981 var endamálið at fáa gongdina aftur á beint. Kredittvirði Føroya var ikki serliga høgt. Nominella netto­ uttanlandsskuldin var út móti hálvaaðru milliardir kr., sum orsakað av hækkandi dollar­ kursi øktist til umleið tvær milliardir kr. Við einum varlig­ um útreiðslu­ og íløgupolitikki ­ ikki minst á lønarøkinum ­ eydnaðist tað okkum at fáa Føroyar fíggjarliga aftur á føtur. Í okkara samgonguskeiði var stórt sæð einasti vøkstur í nettouttanlandaskuldini meira enn ein milliard kr. í frama­ skipaflotan umframt ikki stað­ festa kurstapið upp á gamla skuld. Eftirfylgjandi javnaðar­ samgonga avhøvdaði farma­ skipaflotan, áðrenn okkara stólar vóru kølnaðir. Av hesum minkaði uttanlandsskuldin við meginpartinum av einari milliard krónum, góð helvtin sølupeningur fyri skipini og restin avskriving av skuld til Týskar bankar. Kurstapið varð ongantíð goldið, tí kursurin á dollaranum fall niður aftur úr 12 til 6 kr. Sjálvstýrislandstýri nr. 3 Tá loysingarmenn aftur tóku politisku leiðsluna í 1985 var endamálið eina ferð enn at vaksa Føroyar til ein sjálvberandi búskap. Kredittvirðið var í topp. Føroyar tóku tey næstu trý til fýra árini nýggj lán upp á meira enn sjey milliardir krónur, tvær og eina hálva milliardir frá donskum realkreditstovnum, tvær milliardir til fiskiskip, sum ongin fiskur var til, og annars lán upp á tvær og eina hálva milliardir krónur úr Japan og øllum øðrum heraðshornum, fyrst og fremst til land og komm­ unurnar, sum »inspireraðar« av landsstýrinum eisini gingu amokk. Tíverri blivu allar milliardirnar nýttar til útreiðslur og íløgur, sum ikki góvu pening av sær til Føroyar, men sum tvørtur ímóti øktu um framtíðar útreiðslurnar í ólukkumát. Tað er synd at siga, at Før­ oyar vuksu seg til ein sjálv­ berandi búskap. Úrslitið gjørdist har aftur ímóti, at Føroyar fóru á húsa­ gang. Danskir realkreditstovnar mistu meira enn eina milliard kr. og nógvir aðrir útlendingar mistu pening upp á loysingar­ ævintýrið um sjálvberandi føroyska búskapin. Og danski staturin gjørdi sum so mangan fyrr. Staturin sendi tríggjar milliardir kr., helvtin gáva og helvtin bílig lán, umframt árligu milliardina í ríkisstuðuli fyri at loysa loysingarmenn úr haftinum. Hetta skapti sjálvsagt ein búskaparligan framburð, sum ikki fyrr er sæddur her á landi, og neyvan heldur í øðrum landi. Er nakað alternativ? Í mínari tíð trúði ongin sam­ bandsmaður, at ein kann vaksa Føroyar til ein sjálvberandi búskap við at minka um frum­ inntøkurnar. Tvørtur ímóti royndu vit at vaksa um inntøk­ urnar og at halda útreiðslurnar á einum rímuligum støði, og fram um alt, at framdar íløgur skuldu føra við sær inntøkur til Føroyar, samstundis sum vand­ in fyri tapi var minst møguligur. Úrslitið var eisini, at parturin av uttanlandsskuldini frá okkara landsstýri frá 1981 til 1984, tá Føroyar fyrst í hálvfemsunum vóru tiknar undir trotabúðar­ viðgerð, var bæði lítil og lættur, og ikki elvdi til nakran húsa­ gang. Í samgonguskjalinum bendir onki á, at nýggja polit­ iska kósin hjá tveimum teimum seinastu formonnum Sambands­ floksins fer at vaksa Føroyar til ein sjálvberandi búskap. Sjálvur havi eg sum tíðin líður alt torførari við at síggja munin á nýggja sambandsættarliðinum og loysningarmonnum. Havi eg rætt, so er onki alternativ í føroyskum politikki. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Er nakað alternativ? Tíðargreinin tíðargreinin Pauli Ellefsen