hósdagur 29. januar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 20 - 29. januar 2009
Handilsmiðdepilin í
Runavík, sum hevur
opið til klokkan 20
leygarkvøldið, bjóðar
øllum vælkomnum
til bygdar, nú ókeypis
verður at koyra um
Norðoyatunnilin
Handilslív
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Handilsmiðdepilin í Runa
vík letur tað ikki fara aftur
við borðinum, at ókeypis
verður at koyra um Norð
oyatunnilin leygardagin,
31. januar.
Allir handlarnir, sum eru
við í felagsskapinum, fara
at hava langan leygardag –
ella tunnilsdag, sum tað nú
verður rópt, tá koyringin
um tunnilin er ókeypis.
Opið verður soleiðis leyg
arkvøldið til klokkan 20.
Livandi felagsskapur
Flestu handlar og fyritøkur
í Runavíkarøkinum eru
limir í Handilsmiðdepli
num, sum er ein livandi
felagsskapur.
Í sínum útboði hava hesir
handlar og fyritøkur flestu
vørur og tænastur, ið
hugsast kunnu.
Tú finnur handlar, sum
selja bøkur, leikur, klæði,
skógvar, ítróttarklæði/
skógvar, búnýtisvørur, hvít
vørur, timbur og amboð,
telduútbúnað, og í økinum
eru eisini telduhandlar og
peningastovnar.
Útsøla leygardagin
Úr Runavík verður sagt, at
útsølan hjá handlum og
fyritøkum í økinum byrjaði
21. januar, og hendan held
ur sjálvandi fram leygar
dagin, nú ókeypis verður at
koyra um Norðoyatunnilin.
Vit bjóða øllum væl
komnum til býin. Hetta er
staðið, har tú kanst gera
kvettið leygardagin, siga
tey, sum standa aftanfyri
Handilsmiðdepilin í
Runavík.
Ger kvettið
í Runavík á
tunnilsdegi
Handlar og fyritøkur, sum eru við í Handilsmiðdeplinum í Runavík, hava í sínum útboði flestu vørur og tænastur, ið hugsast kunnu
- Vit lata altíð dyrnar
upp klokkan 9 á
morgni, tí vit hava
nógv viðskiftafólk
innan skrivstovur og
skúlar, sum hava brúk
fyri okkum stundis-
liga, sigur Jákup
Vágsheyg, søluleiðari
Handilslív
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jákup Vágsheyg, sum er
parteigari og starvast í
Bókabúðini í Runavík, sig
ur, at tað setir eitt ávíst lív
í økið, tá tunnilsdagur er.
Vit kunnu siga, at fólk
leggja sær dagin eitt sindur
øðrvísi til rættis, soleiðis at
nógv ikki fara til handils
fyrr enn út á seinnapartin.
Hann vísir á, at tunnils
dagurin er eitt sindur ser
stakur, tó at hann kanska
ikki er so ógvuliga koll
veltandi.
Jú, hetta er ein hugna
ligur dagur, har tú eisini
sært fólk, sum tú kanska
ikki hittir so ofta.
Jákup sigur, at Bókabúð
in er tann handilin í økin
um, sum altíð letur upp
stundisliga á morgni.
Vit hava nógv viðskifta
fólk innan skrivstovur og
stovnar, og vit hava nógv
viðskiftafólk innan skúlar.
Fólk hava brúk fyri okkum
stundisliga, og tí lata vit
altíð upp klokkan 9 á
morgni, hvønn dag í vikuni.
Opið er vanligar yrka
dagar frá klokkan 917.30,
fríggjadag frá klokkan 9
18 og leygardag frá
klokkan 914.
Nú tunnilsdagur er
leygardagin, fer Bókabúðin
eins og hinir handlarnir í
Handilsmiðdeplinum í
Runavík at hava opið til
klokkan 20.
Bókabúðin hevur allan
útbúnað til skrivstovur og
skúlar.
Vit selja ikki skrivstovu
møblar, men vit selja skriv
stovustólar. Vit selja heldur
ikki teldur, men patrónir og
printarar. Annars hava vit
alt, sum hoyrir skrivstovum
og skúlum til í tí dagliga.
Jákup Vágsheyg, sølu
leiðari, sigur, at Bókabúðin
minst eina ferð um vikuna
koyrir bílagdar vørur út til
skrivstovur og skúlar, har
koyrandi er.
Bókabúðin letur upp stundisliga
Bókabúðin er handilin, sum hvønn morgun letur dyrnar upp klokkan 9
Vælkomin til Runavíkar
www.runavik.fo