Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Jógvan Hansen: Kappingin ein ævintýrferð Blogga: Vanligt ella føroyskt? Eg gangi ein túr í miðbýnum og hugleiði eitt sindur um fordómar og normar í tí føroyska sam­ felagnum. Fái ikki reiðiliga sett orð á mínar tankar, tí eg kenni tað mangan, sum eru vit øll so innilæst í hesum fordómsfulla samfelag, at vit veruliga ikki duga at skilja ímillum fordómar og tað sokallaða “vanliga” afturhaldni og smædni sum fólk flest hava. Eg hoyri ein bil floyta eitt sindur frá mær og varnist so, at ein kendur politikari gongur nakrar metrar frá mær. Hann vendir sær á og vinkar so hjartaliga til bilføraran, áðrenn hann varnast, at førarin floytaði eftir einum lítlum barnið, sum í somu løtu rann yvir til bilin. Týðiliga sæst á honum, at hann følir seg illa, tá hann roynir at lata sum um, at hann bert rætti hondina upp, tí hann skuldi rætta uppá hárið, og hann mutlar okkurt um at “eg helt hann floytaði eftir mær” og flennir smá­flóvur eftir sær sjálvum meðan hann gongur framvið. Hmm..... eg hugsið “vanligt, ella føroyskt fyribrigdi?” Hví blívur ein kendur politikari, sum allarhelst allir føroyingar kenna, illa við, tá hann vinkar til onkran, sum ikki vinkaði til hann? Er tað kanska tí, at vit eru so fordómsfull, at vit endeliga ikki mugu ditta okkum at halda, at øll verðin snýr seg um okkum? At bara tí at ein bilur floytar, har sum tú ert, er tað also ikki einstýðandi við, at tey floyta til TÍN? “Kom yvir teg sjálvan” Right? Ok, kanska skuldi hesin politikarin bara latið verða við at vent sær á og risikera at verða stemplaður sum ein yvirlegin sjálvhátíðarlig klovn, sum “er for vigtigur til at heilsa uppá fólk”. Antin tað, ella at útseta seg sjálvan fyri at verða gjørdur til grin, og stemplaður sum ein “it’s all about me” politikari. FUCK also! Tað er also ikki serstakliga lætt at liva upp til allar hesar løgnu normar og fordómar sum vit hava í Føroyum. Skilji als ikki, hvussu tað er blivið so, og veit heldur ikki um tað er soleiðis aðra­ staðni. Men í øllum førum er nakrar grundreglar komnir í hetta lítla samfelagið, sum neyvan nakar tilvitað hevur innført.... Jógvan Hansen var við í seinasta innleiðandi umfarinum av íslendska Grand Prixnum. Hann royndi seg við sanginum I Think The World Of You og varð sendur víðari til finaluna Jógvan Hansen var leyg­ arkvøldið sendur víðari til finaluna í Grand Prixinum í Íslandi, og 14. februar fellur avgerðin um hvør skal um­ boða Ísland í Euro Vision Song Contest í Russlandi seinni í ár. Tað er sera krevjandi at venja til eina slíka kapping, og nógv tíð og orka skal nýtast fyri at verða í top formi tá ástendur. ­ Hetta er ikki nakað ein kemur syngjandi til. Fyri at luttaka í slíkari kapping er tað neyðugt at arbeiða hart fyri sakini, sigur Jógvan Hóast útsjónd ikki hevur stóran týdning fyri eina tónleika kapping, so er hetta hóast alt nakað, ið Jógvan hevur lagt dent á. ­ Eg át bara salat í mánaðir, og vandi við privatum ven­ jara fleiri tímar um dagin fyri at síggja so gott út sum møguligt, sigur hann. Røddleysur tímar áðrenn kappingina Hóast Jógvan stóð seg stak væl undir kappingini, so var óvanliga nógv orka løgd í at framføra. Jógvan gjørdist sjúkur da­ gar áðrenn kappingina, og fríggjamorgun var røddin burtur. ­ Eg fekk als ikki tosað fríg­ gjamorgun, og var noyddur at ringja til ein hálslækna, har eg fekk eina rúgvu av heilivági fyri at klára meg gjøgnum kappingina, sigur Jógvan Tímar áðrenn stóru løtuna var Jógvan til ljóðroynd og tá gekk ikki eftir vild. ­ Eg ljóðaði sum Joe Cocker til ljóðroyndina, men til kappingina kon­ sentreraði eg meg so nógv at tað eydnaðist hóast alt, sigur hann. Kappingin ein ævintýrferð Kappingin er enn ikki av, og 14. februar stendur slagið um hvør skal umboða Ísland í kappingini í Rus­ slandi. ­ Hetta hevur verið ein ævintýrferð, og eg havi notið hvørt stig á leiðini, sigur Jógvan Jógvan er enn sera jaligur um støðuna, og hann hel­ dur seg hava eins stóran møguleika og hinar luttaka­ rarnar. ­ Eg vil sjálvsagt fegin vinna kappingina, og eg haldi eisini, at eg havi eins stórar møguleikar og hinar luttakararnar, men um eg ikki vinni, so hevur tað hóast alt verið ein uppliving fyri lívið, sigur Jógvan. Um tað eydnast Jógvani at vinna kappingina ella ikki verður greitt 14. februar, tá Kringvarpi sendur bein­ leiðis frá finaluni. Jógvan Hansen hevur góðar vónir til finaluna, sum verður 14. februar