mikudagur 4. februar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2009
- Vit hava ilt við at
síggja, hvør paragraff
í revsilógini er brotin,
sigur Finn Ougaard,
varafúti, sum ætlar, at
kanningin av Rás2 og
vertunum í »Vinstra
víkiskylda« ikki skal
taka langa tíð
STEVNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var eftir sendingina
»Vinstra
víkiskylda«
á
Rás2 mikudagin 14. januar,
at
løgtingsmaðurin
fyri
Miðflokkin, Bill Justinus
sen, valdi at melda Rás2,
teimum báðum vertunum,
Barbaru Holm og Tjóðhild
Patursson
og
einum
ónavngivnum gesti, sum
var við í sendingini.
Bill Justinussen var so
fortørnaður inn á sending
ina, at hann ringdi á politi
støðina meðan sendingin
var í luftini, fyri at fáa
løgregluna at fara oman í
Vágsbotn at handtaka unga
gestin, sum greiddi frá sín
um royndum við at roykja
hassj. Hesum eftirlíkaði
løgreglan tó ikki, og viku
seinni meldaði Bill Justinu
ssen so teimum omanfyri
nevndu.
Sosialurin royndi í daga
vís at fáa fatur á fútanum,
Karen Marie Olesen, men
uttan úrslit. Vit vildu í fyrsta
lagi fáa staðfest, um fútin
hevði móttikið meldingina,
og um so var, eftir hvørjari
paragraff í revsilógini málið
varð kannað út frá.
Ikki fyrr enn í morgun
hevur tað eydnast at fingið
fatur á, ikki fútanum, sum
er
burturstødd,
men
á
varafútanum, Finn Ougaard.
Og hann váttar, at málið
verður kannað.
Í løtuni arbeiðir fúta
skrivstovan út frá §742.2
eftir einum »formodning
om, at et strafbart forhold
er begået«.
Trupulleikin er, at vit
vita ikki, hvør paragraff er
brotin í hesum førinum, sig
ur Finn Ougaard, varafúti.
Sosialin sum grund
Sum skilst hongur kann
ingararbeiðið eitt sindur í
leysari luft, tí fútaembætið
ikki í løtuni reiðiliga dugir
at síggja, hvør paragraff í
revsilógini er brotin.
Vit hava bara fingið
eina generella melding, har
ikki verður víst til nakra
paragraff í revsilógini. So
tað, sum vit millum annað
gera í kanningararbeiðinum,
er at granska tær greinar,
sum eru skrivaðar um
málið, serliga í Sosialinum
frá 22. januar, sigur Finn
Ougaard, varafúti.
Hann sigur víðari, at fyrr
enn íblandaðu partarnir í
málinum eru kunnaðir um,
hvar málið í løtuni liggur,
ber ikki til hjá honum at
úttala seg til miðlarnar.
Men tað stutta av tí langa
er, at um tað ikki ber til at
staðfesta, at nøkur paragraff
í revsilógini er brotin, ber
illa til at gera nakað ítøkiligt
við málið.
Vit ætla kortini at royna
at gera so skjótt av í hesum
málinum,
sum
tað
nú
einaferð ber til, lovar Finn
Ougaard, sum altso í løtuni
ikki kann siga so nógv
meira, fyrr enn partarnir í
málinum er kunnaðir.
Í lagi at tosa um hassj
Finn Ougaard, varafúti,
staðfestir, at trupult er at
síggja, hvør paragraff í
revsilógini Rás2 og vertirnir
í »Vinstru víkiskyldu« skulu
hava brotið
Ein republikanari afturat
Nú eru tríggir republikanskir ráðharrar í amerikonsku stjórnini.
Barrack Obama hevur tilnevnt tann 61 ára gamla republikanska
senatorin Judd Gregg handilsmálaráðharra. Judd Gregg er tann
triði republikanarin í stjórnini hjá Obama. Hinir báðir eru
Robert Gates, verjumálaráðharri, og Ray LaHood,
flutningsmálaráðharri. Politiskir eygleiðarar í Washington
halda, at Obama fær sær republikanarar í stjórnina fyri at
tryggja sær stuðul frá republikanarunum í Kongressini, tá ein
stórur hjálparpakki kemur til viðgerðar har seinni í vikuni.
Fogh kann velja
Vil Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, hava starvið sum
aðalskrivari í NATO, fær hann tað. Tað sigur ein týðandi NATO
diplomatur við kanadisku tíðindastovuna Canwest News
Service. Kanadiski diplomaturin, sum ikki vil leggja navn til,
sigur, at tað er umráðandi við javnvág í NATO millum Evropa
øðrumegin og londini vestan fyri Atlantshavið hinumegin. Hann
vísir á, at amerikanski generalurin er ovasti hernaðarligi leiðarin
í NATO, og tí verður aðalskrivarin úr Evropa. Donsk bløð hava
gjørt nógv burturúr, at AnneMette Rasmussen, kona forsætisráð
harrans, hevur sagt arbeiðið sum pedagogur frá sær.
Skattainntøkurnar í
januar í ár liggja áleið
á sama støði sum í
januar í fjør. Og tað
er stór broyting í
mun til november og
desember í fjør
SKATTAINNTØKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hóast krepputekin síggjast
allastaðni í samfelagnum
við hópuppsagnum innan
serliga tað privata, men
eisini innan almennar stovn
ar – orsakað av sparingum
– so royndist januar mánaði
óvanliga væl hvat skatta
inntøkum viðvíkur.
Seinastu mánaðirnar í
fjør minkaði skattainntøkan
munandi í mun til somu
mánaðir árið fyri. Í novemb
er í fjør minkaði skattainn
tøkan í mun til sama mán
aða árið fyri við 8%, og í
desember var støðan upp
aftur nógv verri. Tá var
skattainntøkan heili 22%
lægri enn í desember 2007,
vísa hagtøl hjá TAKS.
Aðrastaðni í blaðnum
sæst, at arbeiðsloysistølini
rúka upp, frá 261 í juni í
fjør til 749 í dag, og smá
200 fleiri enn 4. januar.
Kortini hevur skattainntøka
fyri januar verið áleið hin
sama – enntá 1% hægri –
sum í januar í fjør.
Tað
upplýsir
Jóannes
Eidesgaard, fíggjarmálaráð
harri. Hann sigur, at av
gjaldstølini ikki eru liðugt
uppgjørd enn, men metingar
siga, at hesi tøl ikki verða
eins ljós sum skatturin.
Vit vænta eina minking í
inntøkunum frá mvg og
øðrum avgjøldum. Hetta eru
avgjøld,
sum
stava
frá
forbrúkinum, og tað er
okkara greiða meting, at
hesin tølini fara at minka.
Hvussu nógv ber ikki til at
siga enn, men tølini verða
klár seinni í vikuni, og tá ber
betur til at meta um, hvussu
inntøkurnar fara at broytast,
sigur Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri í stuttari
viðmerking.
Í hvussu er má tað metast
rættiliga postitivt, at skatta
inntøkurnar hóast hóttafall
allastaðni kortini vóru 1%
hægri í januar í ár í mun til
sama mánaða í fjør.
Góður januar mánaður
Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri.
Fær ikki rættiliga
úttala seg um útlitini,
fyrr enn avgjaldatølini
fyri januar eru klár