mikudagur 4. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2009
Hillary fyrst til Asia
Enn hevur amerikanska uttanríkisráðið ikki váttað tíðindini,
men sambært vælvitandi diplomatiskum keldum hevur
Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, valt at fara til Asia á sína
fyrstu ferð sum ráðharri. Sambært keldunum skal hon vitja
Japan, Suðurkorea og Kina, og sum skilst byrjar ferðin eina
ferð í næstu viku. Vanliga plaga amerikanskir
uttanríkisráðharrar at vitja Evropa ella Miðeystur fyrst, men
her skal havast í huga, at Joe Biden, varaforseti, kemur til
Evropa í hesi vikuni, og at serligi sendimaðurin George
Mitchell var í Miðeystri í síðstu viku.
Kavin kostar
Í Bretlandi halda búskaparfrøðingar, at tann nógvi kavin,
sum hevur órógvað samferðsluna í meginpartinum av land
inum teir seinastu dagarnar, kann hava kostað bretska
vinnulívinum umleið eina milliard pund. Kavin hevur
gjørt, at flogfør, tok og bussar hava staðið still, og at fólk í
túsundatali eru ikki sloppin til arbeiðis. Federation of
Small Businesses, sum umboðar umleið 200.000 smáar
fyritøkur, heldur, at kavin hevur kostað arbeiðsgevarunum
1,2 milliard pund higartil, og at prísurin kann koma upp á
3,5 milliardir pund, um kavin verður liggjandi alla vikuna.
Seinastu vikurnar
hevur Hvalbiar
tunnilin verið stongd
ur hvørja nátt og
hetta er ein bági,
sum tey, sum brúka
tunnilin, mugu tola í
fleiri vikur afturat
Hvalbiartunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður ikki enn á sinni,
at ferðslan aftur sleppur at
ganga ótarnað ígjøgnum
Hvalbiartunnilin.
Í vetur hevur tunnilin ver
ið stongdur fyri ferðslu um
næturnar í fimm vikur til
samans ímeðan teir hava
skrótað.
Vanliga klára teir at
skróta einar 100 metrar um
vikuna og tað heldur eisini
stikk í Hvalbiartunlinum.
Teir eru komnir einar 500
metrar inn og sostatt eru
1000 metrar eftir, sum ætl
anin er at taka við jøvnum
millumbili, so hvørt sum
játtanin strekkir til. Men
tað er ikki vist, at alt verður
tikið í ár.
Sigurd Lamhauge, sum
stendur
fyri
arbeiðnum
sigur, at teir, sum arbeiða í
tunlinum, skulu nú í Kalsoy
at arbeiða eitt skifti og so
koma teir suður aftur.
Vit fara nágreiniliga um
tá ið vit skróta, so vit taka
okkum ta tíð, tað tekur, sig
ur hann.
Higartil hevur bara eitt
sjakk verið til arbeiðis, men
nú verður umhugsað at seta
eitt ella tvey sjakk afturat
fyri at seta ferð á arbeiðið,
so at ferðslan verður darvað
sum minst.
Annars hava fleiri fólk
vent sær til Sosialin við søg
um frá arbeiðsfólkinum
um, at tunnilin er so ótrygg
ur, hann at kalla átti at verð
ið stongdur.
Men hesum er Sigurd
Lamhauge als ikki samdur í.
Hann sigur, at tað er
skjótt at semjast um, at
Hvalbiartunnilin er ótíðar
hóskandi.
Men skrivar ikki undir
upp á, at hann er ótryggur.
Tað rapar ikki grót á
vegin og var tunnilin ótrygg
ur, høvdu vit rópt varskó,
men tað er ongin orsøk til
tað. Tunnilin er avgjørt
tryggur og tað er eisini enda
málið við skrótingini at
taka alt burtur, sum kann
hugsast at rapa á vegin.
Eisini Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverki avsannar
tað.
Var tunnilin óforsvarlig
ur, høvdu vit stongt hann,
so einfalt er tað, sigur
Oyvindur Brimnes.
Kommunurnar í
Suðuroy ætla at taka
Løgtingið upp á orðið,
so at tað verður klárt
at fara undir at byggja
skúlan næsta ár
Eftirskúli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at fara undir
at projektera nógv umrødda
eftirskúlan í Hvalba.
Tað er eitt mál, sum
kommunurnar í Suðuroy nú
fara at taka upp av álvara.
Sostatt fara tær nú at við
gera spurningin um at finna
fígging til projekteringina.
Annars hevur Løgtingið
sett tvær milliónir av á fíggj
arlógini í ár til eftirskúlan í
Hvalba.
Men treytin er, at komm
unurnar eisini seta tvær
milliónir krónur av.
Og kommunurnar í Suð
uroy ætla nú at taka Løg
tingið upp á orðið.
Fyri stuttum hittust umboð
fyri allar kommunurnar í
oynni á fundi í Hvalba at við
gera málið um eftirskúlan.
Har samdust tær um, at
tað var ikki ráðiligt at venda
sær til allar kommunur í
Føroyum um at borðreiða
við hvør sín parti av teimum
tveimum milliónunum, sum
kommunurnar skulu útvega
til projekteringina.
Tí samdust kommunurnar
í Suðuroy um, at tær skulu
sjálvar royna at útvega pen
ingin.
Sostatt fara tey sjey bý og
bygdaráðini í Suðuroy á kom
andi kommunustýrisfundum
at viðgera málið fyri at vita
um áhugi er fyri at seta
peningin av til endamálið.
Ætlanin er, at hvør komm
una skal betala eftir fólka
talinum.
Ætlaði eftirskúlin í Hvalba
er mettur at kosta 90
milliónir og har verður pláss
fyri einum 80 næmingum.
Einmælt samtykt
Fyrsta kommuna at viðgera
málið, var Porkeri, sum
hevði tað á skrá fyri bygda
ráðsfundin mánakvøldið.
Har varð einmælt samtykt
at taka undir við ætlanini.
Tær ymsu kommunurnar
koma at fíggja tær báðar
milliónirnar eftir fólkatalin
um og parturin hjá Porkeris
Kommunu verður sostatt
138.000 krónur, sum bygda
ráðið samtykti at seta í ætl
anina.
Men hetta er mest sum at
rokna sum eitt fyribils inn
skot til ætlanina, tí tað ligg
ur í kortunum, at tá ið skúl
in verður endaliga fíggjaður
og bygdur, skal projekter
ingin teljast upp í samlaða
kostnaðin og tá skulu komm
unurnar fáa innskotið aftur.
Mett verður, at tá ið
Løgtingið hevur sett tvær
milliónir av til projektering
ina í ár, hevur tað samstundis
eisini bundið seg til at fara
undir sjálva byggingina, tá
ið projekteringin er liðug.
Viðgera málið
í næstum
Hinar kommunurnar fara at
taka málið til viðgerðar so
hvørt sum tær hava komm
unustýrið í teimum hevur
fund.
Men tað er nógv, sum tal
ar fyri, at málið verður sam
tykt, tí í øllum førum higar
til hava kommunurnar í
Suðuroy verið púra samdar
um ætlanina.
Endar hetta við, at allar
kommunurnar samtykkja at
fíggja hvør sín part part av
projekteringini,
skulu
umboð fyri kommunurnar
hittast aftur og so er ætlanin
at fara undir pojekteringina
sum skjótast.
Projekteringin er mett at
kosta millum tríggjar og
fýra milliónir og hon tekur
eitt ár.
Gongst sum ætlað, verður
sostatt klárt at fara undir
sjálva byggingina næsta vár.
Eftirskúli í Hvalba
fyri 90 milliónir
projekterast í ár
Hvalbiartunnilin stongdur fleiri vikur afturat
Arbeitt verður í Hvalbiartunlinum. Nógv grót er skrótað undan loftinum og úr síðunum og
rúgvan uttanfyri tunnilin er stór. Fólk, sum hava tosað við arbeiðsfólkið í Hvalbiartunlinum siga,
at hann er so ótryggur, at hann næstan eigur at verða stongdur. Men hetta avsanna bæði Sigurd
Lamhauge, ið stendur fyri arbeiðnum í tunlinum, og stjórin á Landsverki, staðiliga
Tað er á hesum økin
um í Hvalba, ímillum
Roynhøllina ovast høgru
megin, og fótbóltsvøllin,
at ætlanin er at byggja
eftirskúlan. Bygningurin
skal ímynda eina langa
lon, sum er trýst saman
fyri at varðveita so
nógva framsíðu, sum
gjørligt