fríggjadagur 6. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 26 - 6. februar 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stórt ella smátt –
bygnaður og innihald
- Smátt er gott, hoyrist ofta her í Føroyum. Vit hava
av góðum grundum langa siðvenju við smáum
eindum. Við afturvendandi millumbilum kemur
upp orðaskifti um teir mongu smáu skúlarnarnar
mótvegis teimum stóru og miðsavnaðu skúlunum.
Hesi orðaskifti stinga seg vanliga upp í samband
við ætlanir hjá landsmyndugelikum, ið við
røttum ella við órøttum kunnu tulkast sum
politiskar royndir at fremja grundleggjandi
byganaðarbroytingar innan føroyska fólkaskúlan.
Fólkaskúlin stendur eins og í okkara grannalondum
frammanfyri sera stórum avbjóðingum. Hesar
avbjóðingar eru av bygnaðarligum so væl sum av
innihaldsligum slagi. Samfelagið broytist skjótt.
Vitanarsamfelag, nútímansgerð og altjóðagerð
seta alt størri krøv til útbúgvingarverkið og
politikkararnir hava torført við at útvega tað
fíggjarliga tilfeingi, ið skal til fyri at lúka hesi
stóru krøv. Tað er tí við hesum bakstøði í huga
vælskiljandi, at viðkomandi myndugleikar og
teir politiskt byrgdarhavandi støðugt leita eftir
hóskandi fíggjarvánum. Tað er undir hesum
umstøðum nærliggjandi at líta at bygnaðinum
til tess at vita, hvørjir møguleikar eru fyri størri
fullnýtslu ella rationaliseringsmøguleikum, sum
hetta nevnast við einum fremmandaheiti. Men
farið fram eftir fummum uttan miðvísa ætlan,
samstundis sum tað verður mett sum nærum
halgibrot at sera spurnaraðartekin við smáu
skúlarnar.
Men nú tykist kortini sum ávísur røringur er komin
í hetta mál og nýggir tónar ljóða frá pørtum, ið
vanliga seta seg upp í móti bygnaðarbroytingum.
Í blaðnum í gjár setir kendur skúlaleiðari
spurnartekin við tað námsfrøðilga og sosialt
skilagóða í at varðveita smáu skúlarnar. Í somu
útgávu kemur formaðurin í Føroya Lærarafelag
við sera áhugaverdum útspæli, ið leggur upp
fyri fyrimunum við stórum so væl sum smáum
eindum. Lyklaorðini eru samstarv og samskipan.
Myndugleikar ger vanliga tað mistak, at
broytingar koma sum snarljós frá heiðum himni.
Hetta skyldast sjálvsagt, at broytingarnar, sum
t.d. kravið um 26 børn í hvørjum fyrsta flokki, at
kalla ongantíð koma ikki av námsfrøðiligum ella
skúlafakligum fyrilitum, men av bráðkomnum
fíggjarligum trupulleikum. Soleiðis er tað í landi
við ongum miðvísum, visjonerum og langsiktaðum
útbúgvingarpolitikki. Men hetta kann ikki halda
fram soleiðis. Nógv, og ikki minst samrøðurnar í
blaðnum í gjár, bendir á, at fylling tíðarinnar er
komin. Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt og tí
skulu politisku myndugleikarnir taka seg um reiggj
og fáa skil á alt økið. Vit eiga at hyggja nærri at
innihaldi og bygnaði og loysa trupulleikarnar undir
einum – dagstovnar og fólkaskúla – lærara- so
væl sum pedagogútbúgvingar. Og síðst men ikki
minst eiga lærara- og pedagokútbúgvingarnar
at skipast á masterstøði. Tað skilagóða arbeiðið,
sum ABC samgongan setti í gongd, eigur at gerast
liðugt alt fyri eitt! Endurskoðan eigur at verða
gjørd við atliti at samanhangi, samstarvi, bygnaði
og innihaldi. Hetta snýr seg um børnini, um
framtíðina - farið til verka!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Líkt er til, at formaðurin í
Føroya Náttúruverndar
felag, Kári Thomsen, hevur
meira enn ilt við at síggja
veruleikan í eyguni og
koma úr stað í spurningi
num um framtíðar út
byggingar á elorkuøkinum.
Meginparturin av tí,
hann leggur fyri dagin í
hesum kjaki, eru endur
tøkur og aftur endurtøkur.
Ja, útslitnar endurtøkur.
Tí loyvdi eg mær í grein
í gjár at siga, at tað sær
ikki mætari út enn, at FNU
hevur fingið SEV um
skrúvuna!
Aftursvarið frá Kára
Thomsen og FNU í morg
un bendir tíverri á, at so er.
Har er sami sjongurin
umaftur.
Aftur í 80-ini
Sum ikki eina ferð leitar
hann aftur í 80ini og stríð
ið, ið tá var um, hvørt tað
var rætt ella skeivt at fara
undir Eiðisverkætlanina og
í hvørji hædd, byrgingin
skuldi liggja, ið vatnið
skuldi leiðast í.
Eg haldi, at tað gevur
lítla og onga meining at
halda fram við hesum
orðaskiftinum, sum í botn
og grund endaði fyri útivið
25 árum síðani, tá avgjørt
varð at fara undir hesa
verkætlan.
Vit mugu líta frameftir,
Kári, so kom nú úr stað!
Kann tó skoyta uppí, at
Eiði 2, sum nú er í gongd,
avgjørt er við til at styrkja
um samlaðu verkætlanina.
Munur á livitíð
Kári tvíheldur eisini um, at
6 vindmyllur á 660 kW
fyri 40 mió. kr. kunnu fram
leiða somu ravmagnsnøgd
sum Eiði 2, ið kostar 200
300 mió. kr. (Rætti kostn
aðurin er áleið 250 mió. kr.
íroknað triðju turbinuna á
Eiðisverkinum).
Her gloymir hann, at
livitíðin hjá vatnorkuverk
um er minst tríggjar ferðir
longri enn hjá vindmyllum,
eins og vatnorkan eisini
hevur goymslumøguleikar,
sum verandi vindmyllu
útbyggingar ikki hava.
Í royndum sínum at
prógva, hvussu skaðiligar
vatnbyrgingar eru fyri
náttúru og umhvørvi við
sínum útlátum av veður
lagsgassum, nevnir Kári
Thomsen sum dømi Bal
binabyrgingina í Brasilia,
sum hann sjálvur sigur er
millum tey ringastu dømini
í heiminum!
Sakni í hesum sambandi
eitt roknistykki frá honum,
sum ítøkiliga vísir, hvussu
vorðið er á hesum øki her
heima hjá okkum sjálvum.
SEV og alternativar
orkukeldur
Kári Thomsen heldur eisini
uppá, at SEV “er sera seint
í upptrekkinum”, tá ið ræð
ur um alternativar orkukeld
ur, og tekur sær og FNU
heiðurin av, at seks vind
myllur eru komnar upp at
standa síðani Orku og Um
hvørvisráðstevnuna í 2002,
sum teir tá skipaðu fyri.
Her fer hann eisini
skeivur.
SEV setti longu í 1993
upp sína fyrstu vindmyllu í
Neshaga, og høvuðsorsøk
in til, at so long tíð gekk,
áðrenn tær næstu tríggjar
komu upp at standa í 2005,
var, at trupult var at finna
ein veitara, ið kundi levera
hóskandi myllur.
Harumframt tók m.a.
myndugleikaviðgerðin av
umsóknini drúgva tíð.
Ov lágur prísur
Kári heldur eisini uppá, at
vit um 6 ár – bara við vindi
kunnu framleiða somu
nøgd av ravmagni sum
Eiði 2 er ætlað at geva (17
mió. kWh pr. ár) fyri 2025
oyru pr. kilowatt.
Hesin prísurin er alt ov
lágt settur!
Kann í hesum sambandi
upplýsa, at SEV í dag
keypir vindorku fyri 40
oyru pr. kilowatt, og at ein
lægri prísur neyvan er
hugsandi.
Uppáhaldið um, at
SeWavetøknin ikki hevur
vunnið altjóða viðurkenn
ing, er somuleiðis
burturvið.
Um so var, hevði ES
neyvan stuðlað verkætlan
ini við góðum 10 mió. kr.!
Avbjóðingin er at finna
ein máta at fáa orkuna
skynsamt inn á netið og at
finna frægasta mátan at fáa
orkuna burturúr náttúru
kreftunum.
Ætlaða royndarverkið
hevur til endamáls at geva
eitt íkast til hetta arbeiði.
SEV steðgar ikki FNU
Tað er eisini púra burturvið
at leggja SEV undir at hava
steðgað ætlanini hjá FNU
at fremja sokallaðu FP7
umsóknina.
Vit søgdu allatíðina, at
vit fóru ikki at stuðla hesi
verkætlan fíggjarliga, men
harafturímóti vóru tilreiðar
at keypa framleiðsluna, ið
møguliga spurdist burturúr
henni.
Tað undrar meg, at
henda verkætlan ikki var
meira borðbar enn so, at
hon ikki kundi setast í verk
uttan við tveimum mánað
arlønum í stuðuli frá SEV!
Kanna pumpuskipan
Viðvíkjandi møguligari
pumpuskipan í byrgingun
um í Vestmanna, kann eg
upplýsa, at SEV og Jarð
feingi hava umrøtt í felag
at kanna hesi viðurskifti
nærri, og ætlandi fyriliggur
eitt úrslit seinni í ár.
Kári mælir eisini til, at
ávísir brúkarabólkar leggja
seg eftir at brúka ravmagn
um náttina heldur enn um
dagin.
Hesum kann skil vera í,
sæð út frá einum
tekniskum sjónarhorni.
Men samlaða rokningin
skal tó framvegis gjaldast.
Kári Thomsen vísir
eisini til frágreiðingina hjá
Risøstovninum, sum enn
bert fyriliggur í eini
fyribilsútgávu.
Her kann eg upplýsa, at
SEV hevur latið inn
týðandi viðmerkingar til
frágreiðingina, og nú
verður so bíðað í spenningi
eftir úrslitinum.
Hygg frameftir, Kári!
stjóri í SEV
HÁKUN
DjUrHUUS,
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.