Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2009 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í Sosialinum mikudagin 7. februar 1979 er ein grein í blaðnum um sjónvarpssend­ aran, sum skuldi koma til landið um hálvan februar. Greinin byrjar við at sendarin sum Sjónvarps­ felagið hevur bílagt ikki er komin enn, men formaðurin í felagnum, Krater Høj­ gaard, roknar við at hann kemur um hálvan februar. Sendarin er av slagnum Philips. Hann er keyptur úr Onglandi, men skal roynast í Danmark, áðrenn hann verður sendur til Føroya. Sendarin kostar 30.000 krónur. Hóast sendarin ikki var komin eru fólk longu byrj­ að at keypa sjónvarp. Radio­ handlarnir í Havn selja rættuliga nógv sjónvarpstól. Sosialurin ringdi til tríggjar av teimum stóru radiohandl­ unum í Havn og spurdi um søluna av sjónvarpum. Tummas Jakobsen frá, S.H. Jakobsens Radiohandli, sigur við blaðið, at teir hava selt eini hundrað sjónvarps­ tól. Frá radiohandlinum hjá Marstein verður sagt, at sein­ astu tíðina eru nógv sjón­ varp seld. Tað eru so at siga bert 26” sjónvarpstól, sum verða seld. Tey kosta úr 7.000 upp í 10.000 krónur. Gissur Patursson frá LM­ handlinum sigur, at teir hava selt 11 sjónvarpstól í ár. Í fjør seldu teir 23 sjón­ varpstól. Talan er so at siga bert um 26” litsjónvarp. Fyri 30 árum síðan: Sjónvarp á Áarvegnum Hetta var ein vanlig býarmynd í Havn, áðrenn sjónvarpssendarin kom. Hópin av fólki savnaðust uttan fyri sýnisgluggarnar við radiohandlin hjá Marstein á Áarvegnum, har filmar vórðu vístir í sjónvarpstólum 85 ára føðingardagur Sunnudagin 8. februar verður Símun Pauli Poulsen, Fuglafirði, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum 70 ára føðingardagar 70 ára føðingardagarnir hjá Gunnvør og Jefri Justinussen, Tórshavn, verða hildnir í Pálsstovu leygardagin 21. februar kl. 18.00. Tey, ið ætla sær at koma, verða vinarliga biðin um at boða frá á tlf. 313003, 213043 ella 272803 í seinasta lagi sunnudagin 15. februar. 60 ára føðingardagur Fríggjadagin 6. februar fyllir Niels L Thomsen, bóndi Innan Glyvur 60 ár. Opið hús verður heima leygardagin 7. februar frá kl. 10 fyrrapartin. Gullbrúdleyp Leygardagin 14. februar hava hjúnini Esther og Johan M. Restorff, Tórshavn, gullbrúdleypsdag. Dagurin verður hildin saman við børnum, barnabørnum og systkjum. Silvurbrúdleyp 11. februar hava Jórun & Trøndur Ennistíg silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima, Niðaragøta 54, 188 Hoyvík, frá kl. 18.00. Brúdleyp Fríggjadagin 20. februar kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni Durita Biskopstø og Victor Andreasen bæði úr Tórshavn. Veitsla verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 19.00. Vit síggjast. Prógv 29. januar fingu Marianna Petersen og Marina Moraitis Pállson, báðar úr Hoyvík, handað prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar við bachelor í syge Føðingar 21. januar fingu Sølvá og Magnus Sverri eina lítlasystur. Hon var 57 cm long og vigaði 4700 gr. Foreldrini eru Guðrið og Pól Patursson. 24. januar fingu David og Kjartan Thomassen hendan fitta lítla­ beiggjan. Hann vigaði 4325 g og var 56 cm langur. Foreldrini eru Sigrid og Mikkjal Thomassen ein son. 19. januar fingu Anna Maria og Joen Petur Joensen, Glostrup, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3870 gr. 22. januar fingu Andrea Klemmentsen og Sámal Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4450 gr. Týsdagin 27. januar fingu Joan V. og Finn Baldvinsson, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 4100 gr. 27. januar fingu Sólrun Bærentsen Debess og Sigmundur av Teigum, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3300 gr. 28. januar fingu Nancy Hanussardóttur Hejnesen og Egil Arnbjørn Midjord, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3300 gr. 29. januar fingu Borgny Jacobsen og Andrias Petersen, Velbastað, ein son. Hann var 60 cm langur og vigaði 5325 gr. 30. januar fingu Jórun og Anders Vedelsbøl, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600 gr. 30. januar fingu Annika Klein og Sámal Petur Danielsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langurog vigaði 3725 gr. 31. januar fingu Rannvá og Frederik Hansen, Leirvík, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4850 gr. 31. januar fingu Ann-Bjørg M. Niclassen og Teitur Simonsen eina dóttur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Hon vigaði 3856 gr og var 52 cm long. 2. februar fingu Elna Dam og Daniel O. Dahl-Olsen eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 2950 gr. 2. februar fingu Beinta og Rúni Klein Joensen, Norðragøtu, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3400 gr. 2. februar fingu Heidi Agnarsdóttir Thomsen og Jákup Thomsen, Argjum, ein son. Hann var 50 cm langur og var 2620 gr. 2. februar fingu Malan F. Petersen og Jóannis Lisberg, Fámjin, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4200 gr. Byrjaði í apríl Í apríl 1979 byrjaðu regluligu sendingarnar hjá Sjóvarpsfelagnum. Torbein Rein, sum var ein av stigtakarunum til Sjónvarpsfelagið, sigur, at fyrstu tíðindasend­ ingarnar vóru upptøkur frá Danmarks Radio, sum vóru sendar í Føroyum. Sjónvarps­ støðin var í einum lítlum høli á B75 á Lands­ sjúkrahúsinum. mg